Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 8 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í dag fyllir Elin Mortensen (Elin Henrietta Elisabeth Morten sen) níti ár. Umframt at hava verið lærari í mong ár við Sankta Frans Skúla í Havn, hevur Elin eisini skrivað fleiri bøk­ ur, sum vit fara at venda aft­ ur til aðrastaðni á hesi opnu. Nú stóri dagur hennara er í dag, skipaði Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri tíð inda fundi í Sankta Frans Skúla tíðliga seinnapartin, har ein av bókum hennara, Barn undir krígnum, sum nú er komin í nýggjari útgávu, varð løgd fram. Tað er Bókadeild Føroya Lærara felags, sum gevur bók ina útaftur fyri at heiða høv und an. Bókin kom út fyri 20 árum síðan og hevur leingi verið útseld. Í fororðunum sigur bóka­ deildin, at krígstíðin var ein týdn ing ar mikil partur av søgu okkara, og nú sjeyti ár eru liðin, síðan bretar komu higar at verja okkara land, er føðing ardagurin hjá Elini eitt gott høvi til nýggju útgávuna av bókini, sum lýsir hetta tíðarskeið við gleði og sorg. Bókin, sum kemur út í dag, er hin sama í innihaldi, men onkrar myndir eru kom­ nar aftrat teimum, sum vóru í fyrru útgávuni. Orsøkin til, at Elin Morten sen av fyrstan tíð fór undir at skriva Barn und ir krígnum, var, at einki hev ur verið fest á blað um, hvussu tað var at vera barn í Føroyum undir seinna heims bardaga. Høvundurin hev ur sagt seg vónað, at bók­ in fór at geva fólki eina hóm­ ing av, hvussu tað var at vera barn í krígstíð. Úr rúgvuni av tilfari, sum Elin hevur latið úr hond­ um, er eisini Heimbygd mín Tvøroyri og Sanna og Marj­ un. Á tíðindafundinum í dag, sum var eftir evsta mark hjá Sosialinum, skuldu næm­ ing ar úr Sankta Frans Skúla eisini framføra brot úr bókini Barn undir krígnum, eins og skip að varð fyri powerpoint­ fram løgu við árinum 1920 og saman drátti av lívinum hjá høvunda num. Fór at yrkja Sosialurin hitti Elina Morten­ sen í telefonini týskvøldið fyri stóra føðingardagin. Undirritaði kennir bara navnið á fyrrverandi lærara­ num og høvundanum, sum hev ur verið so virkin og he v­ ur avrikað so nógv, men ikki persón in, tó at tað eru mong, sum kenna hana – ikki minst tey, sum hava starvast saman við henni og hava havt hana sum lærara. Tá vit ringja, er ein blíð, sera fryntlig og væluppløgd kvin na í hinum endanum, og í telefonini ljóðar hon als ikki, sum nøkur gomul kona, sum fyllir níti, tá farið er um midnáttina. Tvørturímóti. Áðrenn samrøðan veru­ liga byrjar, kenni eg meg næstan noyddan at kekka, at hetta er rætta við kom andi. Eg minni hana á, at næm ing­ ar á Heilsuskúla Føroya ný­ liga hava skrivað uppgávu um eina av bókum hennara og seinni eisini sendu henni tað, tey fingu burtur úr. ­ Jú, tað er rætt. Næm­ ing ar nir sendu mær tað, tær høvdu skrivað, og eg eri sera fegin um, at onkrar av bókum mínum soleiðis kun­ nu brúkast í undirvísing. Og nú var als eingin ivi long ur. Í hinum endanum er ein ár vak in kvinna, sum hóast høga aldurin framvegis er púra klár, virkin og tekur dag in, soleiðis sum hann kemur. Nú dagurin hjá Elini er í dag, skilst, at Sprotin eisini fer at geva út eitt yrk­ ingarsavn hjá henni. ­ Jú, eg havi skilt, at yrk­ inga savnið Smáputl fer at koma út nú. Eg havi skilt á Jon hardi Mikkelsen, sum stend ur aftanfyri forlagið, at ein ávísur dagur í mai er vald ur sum útkomudagur, og tað kann væl vera, at hetta er í morgin, sigur hon. Elin Mortensen vísir á, at hon hevur yrkt í nøkur ár, og hon hevur serliga fingist við at yrkja, síðan eyguni fóru at bila. ­ Tá eyguni fóru at bila, fekk eg ikki so væl skrivað nak að serligt longur. Nú skrivi eg yrkingar við einum tusj penni, og síðan fái eg – Tími ikki at stúra meg út á sjógv NÍTI ÁR - Eg livi dagin í dag. Dagurin í gjár er farin, og morgindagin veitst tú einki um. Við trúnni á Guð er ikki neyðugt at stúra, sigur Elin Mortensen, fyrrverandi lærari og rithøvundur, sum í dag fyllir níti ár - Eg elski at ganga túrar og fari gjarna tvær ferðir um dagin oman í býin. Mær dámar væl at hitta fólk og práta, og tað er ofta á slíkum túrum, eg fái íblástur til tað, eg skrivi – og nú yrki, sigur Elin Mortensen Mynd: Álvur Haraldsen ÍBLÁSTUR