Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 Sosialurin Miðlarnir hava stóran týdning í gerandisdegnum, hóast umstøður broytast, og miðlaútboðið somuleiðis, og eisini korini hjá einstøku miðlunum, hvørt tað so er blað, ella net- ella loftmiðil. Fremsti miðil okkara er, skal og eigur at vera, Kringvarpið. Flest øll vita vit, hvønn týdning Útvarp Føroya tey fyrstu mongu árini hevði á føroyskt mál og mentananrlív. Hóast hesin týdningur seinastu árini er tódnaður, er eingin orsøk at slaka í góðskuni. Og Kringvarpið er ikki so galið. Her hugsi eg serliga um útvarp. Tí nakað veruligt alment sjónvarp hava vit ongantíð havt í Føroyum, hóast vit fingu eitt alment sjónvarp í 1984, bygt á akslarnar á lokalu sjónvarpsfeløgunum, ið gingu undan og vístu veg. Útvarpið sendir hvønn einasta dag. Ongin dugur at ímynda sær ein dag – gerandis ella heilagt, har Útvarp ikki hoyrist. Men føroyskt sjónvarp, ið frammanundan bert sendir lítlan part av egnum tilfari, sendir ikki t.d. eina tíðindasending, um talan er um heilidag. Hetta vísir í veruleikanum eitt sindur um støðið. Hugsið tykkum um útvarpið gjørdi tað sama. Har er enntá fólk á vakt jólaaftan. Føroyska sjónvarpið hevur veruliga sett nakrar góðar send- ingar á skrá seinasta árið, ella so. Men samstundis er tíðinda- send ingin Dagur og Vika fánað og er als ikki tað flaggskip, sum hendan sending einaferð var. Helst er miðilin vorðin ov tungur, tí ofta er talan um somu tíðindi, sum ein hevur hoyrt ella sæð gjøg num dagin (ella enntá dagarnar, síðani Dagur og Vika var sein ast). Rætt skal vera rætt. Nakrar broytingar eru farnar fram í Degi og Viku síðstu vikurnar, og hetta tykist vera stig á leiðini til eina betri sending. Miðlaheimurin broytist støðugt, og ein kann skriva og kjakast longi um hetta. Men eitt er, ið ikki broytist so skjótt, og tað er føroyska málið, sum eg eisini havi umrøtt í hesum teiginum áður. Ætlaði ikki at gera enn eina roynd hesaferð at bøta um, men fari hóast alt at taka tvey dømi fram, sum eg hoyrdi í hesi vikuni í loftmiðlunum. »Hesuferð« var einaferð ein felagskapur, stovnsettur av tjóð- skaparhugaðum. Um talan ikki er um henda felagsskap, so eitur tað »hesaferð«. Og tað ljóðar eisini betri at siga sló, enn slerdi! Mál! Men so til nøkur onnur mál, nevniliga tey í 3-2 í sjónvar pi- n um. Eg haldi tað er ófatuligt, at allir teir ymsu frásøgumenninir eru redigeraðir soleiðis, at teir avdúka hvat hendir á vøllinum, umleið 2 sekund innan tað hendir. Tá ein við spenningi sær føroyskan ella útlendskan fót- bólts leikara nærkast málinum, so sigur frásøgumaðurin – beint innan leikarin ger seg til reiðar til skot, hvussu ella hvar hesin bólturin endar. Og tá tað er avdúkað, so kann ein bert nikkandi sita eftir og staðfesta, at frásøgumaðurin hevður rætt. Hetta er høpisleyst, tí tá er onki við at síggja dystin. Ber ikki til at laga tað so, at frásøgumaðurin sigur tað samstundis ella aftaná? Og so fari eg aftur til málstrev, tí eg má minna á, at tað eitur við síðuna av. Ikki við síðurnar av, tí tá er talan um meira enn eina síðu, og bólturin kann t.d. ikki skjótast við síðurnar av málinum, tí bólturin kann ikki fara báðumegin málið. So fingu vit tað við eisini. Miðlar Dagfinn Olsen Í mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar. Mál! fyrr verandi lærara og starvs felaga mín, Guttorm Zachariassen, at hyggja tær ígjøg num og skriva tær á teldu. Havi seinnu árini sent fleiri av hesum yrkingum til Dimma læt t ing, sum síðan hevur prentað tær. Elin sigur, at út við fimm­ ti yrkingar munnu vera í hesum savni, og hesar snúg­ va seg, sum hon sjálv sig u r, um alt tað vanliga – um lívið. ­ Yrkingarnar snúgva seg eisini um tað at vera við tað góða orðið – um ikki at tosa illa vorðið, ikki at tosa um onnur og um, at eydnan er at finna, har tú ert og ikki neyð turvi liga hjá øðrum. Um heitið á savninum Smáputl, sigur hon, at hug­ skot ið til navnið kemur frá nøkr um yrkingum, sum pápi hennara, Jóhan, sum eisini var lærari, einaferð skrivaði og kallaði Poetisk bagatellir. ­ Hesar yrkingarnar hjá pápa mínum komu ongan­ tíð út. Eg havi goymt tær hesi mongu ár, men havi síðan latið tær til Land s­ skjalasavnið, har upp run a­ hand ritini nú eru goymd. Hon sigur, at pápi henn­ ara eitt skifti las teologi í Dan mark, men hann helt ikki, at tað júst var hann at skula prædika fyri øðrum. ­ Hann fór síðan at lesa til lær ara í staðin og var leingi lærari við preliminerskúlan á Tvøroyri, leggur hon aftrat. Evnir í vøggugávu Elin Mortensen sigur, at hóast hon er best kend fyri tíðina sum lærari gjøgnum so mong ár, og tær bøkur hon hevur skrivað, so hevur hon altíð yrkt nógv. ­ Men hetta hevur mest ver ið í samband við ymisk høvi og hátíðardagar í familju ni. Í familjuni hjá okk um hevur nógv verið skriv að og yrkt og beiggi mín, Eilif Mortanson, sáli, yrkti altíð – og var óførur yrkjari. Beiggi mín Aksel, sum doyði herfyri, hevur eisini skrivað, og seinni hava vit sæð, at eitt nú bróðir­ dóttir mín, Armgarð Arge, eisini hevur dugað sera væl at skrivað og sett saman. Eg haldi, at vit hava fingið hesi evni í vøggugávu frá pápa mín um, heldur hon fyri. Elin heldur, at Armgarð Arge dugir einastandandi væl at skriva. ­ Eg var rættiliga sannførd um, hvør høvundurin á sinni var til klummuna í Kring­ varpi Føroya. Stutt áðrenn freistin at atkvøða um hetta var úti, stakk tað í meg, at tað óivað var Armgarð, sum hevði skrivað – og rætt varð. Klummur nar søgdu mær tó, at Armgarð eisini hevur ein rættiliga humoristiskan sans, sum Elin Mortensen tekur til. Eingin stúran Spurd, hvussu tað ber til, at hon sum nítiára gomul er so væl fyri, sum hon í veruleikanum er, sigur føðing ar dagsbarnið og høvun d u rin. ­ Tað dugi eg ikki ordiliga at siga, men eitt er, at eg eri ørving ur og suðuroyingur blandað við ættarbondum úr Nólsoy. Annað er, at eg ongan tíð havi stúrt fyri nøkrum. Eg tími ikki at stúra, og eg tími ikki at stúra meg út á sjógv, sum hon tekur til. Elin sigur, at pápi henn­ ara ofta var deknur við Tvøroyrar kirkju, og tá kirkju klokkan ringdi vóru tey í kirkju. ­ Alt var á donskum, men eg helt ongantíð, at kirkjan var keðilig, sum ofta verður ført fram. Hon dylir ikki, at hon er gudrøkin, og at hon gjøgn­ um alt lívið hevur sett sítt álit á eina hægri makt, og hon dylur heldur ikki, at tað er hetta, sum hevur gjørt all an munin, sum hon sjálv tek ur til. ­ Eg livi dagin í dag. Dagur in í gjár er farin, og morgin dagin veitst tú einki um. Við trúnni á Guð er ikki neyðugt at stúra, leggur hon aftrat. Elskar at ganga Hóast høga aldurin, er Elin Morten sen væl gongd, og eygu ni bila ikki til at ganga túrar. ­ Eg elski at ganga túrar og fari gjarna tvær ferðir um dagin oman í býin. Mær dám ar væl at hitta fólk og práta, og tað er ofta á slíkum túrum, eg fái íblástur til tað, eg skrivi – og nú yrki. Okkurt hugskot kemur frá fólki, eg práti við á vegnum, og okkurt hugskot kemur úr náttúruni. Mær dámar væl sosialu samveruna, bæði úti og heima, sigur Elin Morten­ sen. Vit ynskja henni hjarta­ liga tillukku við degnum. Hvør er Elin? Elin Henrietta Elisabeth Mortensen er fødd á Tvør­ oyri 26. mai 1920. For eldr­ ini vóru Johan Morten sen, lærari, ættaður úr Øravík og Cathrina Maria, fødd Nolsøe, av Tvøroyri. Hon tók preliminerprógv í 1936 við Tvøroyrar skúla. Var í Danmark árini 1938­1939, har hon ansaði børnum. Hon starvaðist í handli hjá bróðuri sínum Axeli árini 1939­1946. Var í Bretlandi 1946­1947. Vikarur við Trongis vágs og Tvøroyrar skúla 1947­1963 og var sam­ stund is bókavørður á Tvør­ oyr ar bókasavni. Elin fekk fast starv við Sankta Frans Skúla í Havn í 1963, og her starvaðist hon til 1987, tá hon fór frá vegna aldur. Hon hevur givið út ein hóp av bókum og heftum, bæði einsamøll og saman við øðr um – til lesnað og eins og til skúlaundirvísing. Útgivnar umsetingar eru eisini fleiri í tali. Skaldsøgurnar, sum Elin Morten sen hevur givið út, eru Sanna í summarfrí (1979), Sanna og Marjun (1983), Barn undir krígnum (1990), Ljós ini sloknað – Ung undir krígn um (1996) og Heimbygd mín, Tvøroyri (2001). vilmund@sosialurin.fo ... tá eyguni fóru at bila, fekk eg ikki so væl skrivað nakað serligt longur. Nú skrivi eg yrkingar við einum tusjpenni... ELIN MORTENSEN