Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 Sosialurin Mentunarnáttina er framsýning við fleiri listafólkum, sum sýna fram málningar og vatnlitsmyndir í Listaglugganum, Dr. Jakobsensgøta 15. Listafólkini sum framsýna eru: Frits Johannesen, Olivur við Neyst, Torbjørn Olsen og Zacharias Heinesen. Framsýningin er opin frá kl. 16.00-22.00. Listagluggin mentunarnáttina Mentunarnáttina er listaframsýning í Listaglugganum Diamantbrúdleyp Grundlógardagin 5. juni hava Nanny og Franklin Henrik sen, Klajksvík, dia mant brúdleyp. Dagurin verð ur hildin á Klaksvíkar Sjó mansheimi kl. 16 fyri inn bodnum. Konfirmatión Sunnudagin 30. mai verður Teitur Niclas sen, sonur Anju Ja cob sen og Jón Niclassen, fermdur á Aal kirke í Oksbøl. Dagurin verð ur hildin heima í Vest parken 85, 6840 Oks bøl. Silvurbrúdleyp Tann 1. juni hava Elsba og Eivind Danielsen verið gift í 25 ár. Dag urin verður hildin 3. juli í B36 húsinum kl. 19. Tey sum vilja há tíðarhalda dagin sam an við okkum, verða vinarligast biðin um at siga frá á tlf. 321932 ella 224802 í seinasta lagi 20. juni. Hósdagin 27. mai Spareribs / Kókað neytakjøt Fríggjadagin 28. mai Milliónbúffur / Medistari / Rullusteik Leygardagin 29. mai Nakkafillét Mánadagin 31. mai Fiskafrikadellur / Stokt flesk Týsdagin 1. juni Krebinettir / Høsnarungabringa Mikudagin 2. juni Stoktur fiskur / Kjøtfrikadellur Rógvi Nybo – Nýggja KT-skipanin er trygg. Avbjóðingar hava ver ið við umleggingini, men hesar eru rættaðar og øll dáta er komin upp á pláss og trygdin í lagi, staðfestir Eik Banki í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar í morgun. Men tíðindaskrivið er ikki meira enn komið inn, so hava vit enn eitt feskt dømi um, júst hvussu ótrygg henda skipanin er hjá fyritøkum og brúkarum at vera í. Ein brúkari av Heima- greiðsluni hjá Eik Banka vísti okkum í morgun á, at tá hann í gjárkvøldið fór inn á Heimagreiðsluna hjá sær, hevði hann brádliga atgongd til kontoir, sum hann als ikki kendist við, og har tað stóðu rættiliga fitt av peningi. – Tað vísir seg at hetta er ein væletablerað fyritøka, sum eigur hesar kontoirnar, og at eg knappliga havi at- gongd til bæði lán og pening hjá hesari fyritøkuni, sigur brúkarin, sum Sosialurin kennir samleikan hjá. Skipanini feilar einki Tá hesin ítøkiligi trupulleikin verður lagdur fram fyri Marner Jacobsen, stjóra í Eik Banka, vil hann fyrst sleppa at kanna málið. – Í hesum førinum er talan um ein manuellan feil, altso ein feilur frá einum starvsfólki og ikki við skip- anini, er svarið, stjórin í Eik Banka kemur við. Marner Jacobsen greiðir frá, at henda skipanin er bæði forsvarlig og trygg, og at hesin manuelli feilurin einki hevur við trygdina í skipanini at gera. – Men vit hava havt, og tað mugu vit viðganga, vit hava havt øgiliga stórar innkoyringartrupulleikar. Og tað er soleiðis, at tá mann byrjar upp á eina nýggja skipan, so mugu øll venja seg við hana. Eisini tey, sum skulu hjálpa kundunum og vegleiða teir. Og tað gevur nakrar avbjóðingar, og tað er so tað, sum vit hava roynt at lætt um, so nógv sum gjørligt, og vit gera alt, vit kunnu, fyri at lætta um hjá kundunum. Vit mugu nokk siga, at vit hava undirvurderað, hvussu stór avbjóðingin bleiv við serliga brúkaraupplivilsinum hjá kundunum, sigur Marner Jacobsen. Hann vísir eisini á, at tá tú skiftir skipan, fer tað altíð at verða ein mánaður ella tveir, sum verða ein innkoyringarfasa, bæði til at kundarnir og starvsfólkini verða von við at nýta skip- anina. Kennið tykkum trygg Marner Jacobsen stendur fast við, at tað er eingin skip- an í heiminum, sum riggar 100 prosent, men at tað eru eingir grundleggjandi trupul- leikar við hesari skipanini, og at kundarnir kunnu kenna seg púra tryggar við at nýta nýggju KT-skipanina, sum bankarnir herfyri tóku í nýtslu. Ótryggur tryggleiki Spruningurin er bert so, hvussu tryggar kundarnir hjá bankunum, bæði fyritøkur og einstaklingar, skulu kenna seg, tá fjølmiðlarnir næst an dag og dagliga síðan um legg- ingina fáa nýggj dømi um, at fólk ikki hava atgongd til egnar kontoir, sam stundis sum onnur hava atgongd til bæði pengar og lán hjá fyri- tøkum og einstak lingum. Og tað óansæð, um talan er um feilir í skipanini ella manuellar tastifeilir. rogvi@sosialurin.fo Fekk fría atgongd til kontoir hjá fyritøku KT-Umlegging Enn eitt grefligt dømi um feilir í samband við umleggingina av netbankunum er komið fram. Hesaferð fekk ein kundi brádliga atgongd til kontoir hjá fyritøku, har hundraðtúsundavís krónur stóðu á. – Manuellur feilur, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Eik Fleiri kundar hjá bankunum hava í seinastuni havt líknandi mynd á skerminum, har helvtin ella kanska ongin av kontunum eru teirra egnu. Eitt sindur óheppið, kanska serliga tá fleiri hundraðtúsund krónur hanga í leysari luft