Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 12 Sosialurin Kjak Tað at meginparturin av før­ oyskum húsarhaldum og virkj um skuldu taka eina nýggja skipan í nýtslu sam ­ stundis, hevur havt við sær ein sera stóran tørv á veg­ leið ing og hjálp. Tørvurin hev ur verið so stórur, at pen ingastovnarnir tíverri ikki hava havt orku at svara øll um fyrispurningum. Pen­ inga stovn ar nir harm ast um, at hetta hevur verið til ampa hjá kund um. Tilvenjing til netbankan Netbankin og Telefontænast­ an eru nýggjar og øðrvísi enn tær gomlu skipanirnar, og tí hava kundar havt trupult við at rita seg inn fyrstu ferð. Pen ingastovnarnir hava síð ­ ani umleggingina havt tele­ fon irnar opnar til kl. 22.00 fyri vegleiðing, og eisini eru lærufilmar og vegleiðingar tøkar á heimasíðunum hjá peningastovnunum. Nú tvær vikur eftir umleggingina hava 60% av kundunum tikið Netbankan í nýtslu. Bókingar uttan avsendara – verður bøtt Serliga vinnukundar hava gjørt vart við, at teir ikki síggja hvørjum flytingar eru frá, tá teir fáa gjøld inn frá kundum. Í gamla Net ­ bank anum var tað so leiðis, at kontu navnið hjá av send­ aranum stóð í bók ingar­ yvir litinum. Í nýggju skip­ anini eru upp lýsingar um avsendara eisini tøkir, bæði sum útgreining í bók ing ar­ yvirlitinum, og á kontu av­ ritinum, sum eru tøk í skjala­ goymsluni. Í einstøkum før um manglar tó avsendari, og arbeitt verður við at betra hetta. Víðkað atgongd til kontuavrit – er rættað Í einstøkum førum hava brúk arar, sum í gomlu skip­ anini høvdu fingið fulltrú til at síggja avrit av ávísum kontum hjá virkjum og stovn um, t.d. foreldur, sum hava fulltrú til flokskontu hjá skúlaflokkinum hjá børn ­ um sínum, av misgáum fing­ ið víðkað loyvi til at síggja avrit av øðrum kont um hjá virkinum/stovninum. Tal­ an var um eitt mistak í um­ leggingini, sum nú er rætt­ að, og tað er tí ikki møgu ligt longur hjá hesum brúk arum at síggja annað enn tað, tey hava fulltrú til. Týdn ingar­ mik ið er tó at hava í huga, at ongin hevur fingið atgongd til at gera flytingar av kont­ um hjá øðrum, sum við­ kom andi ikki eigur at hava at gongd til, og longu framm­ an undan hevði atgongd til. P-tal á kvittanum – er rættað Í farnu viku kom fram, at P­talið hjá einstøkum sjálv­ tøkukundum stóð á kvitt­ anini, hesir fingu úr sjálv tøk­ unum. Orsøkin var, at p­tal av misgáum var komið at standa á lønarbókingini hjá lønmóttakarum og er hesin feilur nú rættaður, soleiðis at hetta ikki kemur fyri í framtíðini. Vert er at geva gæt ur, at kundin bert hevur sæð sítt egna P­tal, og ikki P­tøl hjá øðrum kund um. Góð skipan – sum kann gerast enn betri Nýggja skipanin er ein trygg, nútímans og vælvirkandi skipan, sum 54 bankar í Dan­ mark, 83 bankar í Noregi og 3 bankar í Svøríki nýta til at nøkta tørvin hjá 3,6 milliónum viðskiftafólkum og 9.500 starvsfólkum. Skip­ anin hevur víst í verki, at hon er kappingarfør við altjóða bankaskipanir. Í Føroyum hava avbjóð­ ingar verið fyrstu tíðina, og arbeitt verður av øllum alvi at loysa nevndu trupulleikar, og við at gera skipanina enn betri. Vit biðja okkara kundar halda okkum til góðar hesa fyrstu tíðina. Tíðindaskriv frá Felagnum Føroyskir Peningastovnar Nýggja KT-skipanin er trygg – men krevur meiri tilvenjing enn væntað Fjølmiðlarnir hava hesar seinastu tvær vikurnar viðgjørt trupulleikar, sum eru íkomnir í sambandi við umleggingina av KT- skipanini hjá peningastovnunum. Tøkniligi parturin av umleggingini hevur gingið væl, øll data eru komin upp á pláss, skipanirnar eru góðar og trygdin er góð. Tá tað er sagt, so hava kundar okkara merkt munandi avbjóðingar við at taka Netbankan, og í ein ávísan mun Telefontænastuna, í nýtslu. Meðan eg siti við stovu vind­ eygað og hyggi út á fjørð, fer Ritan fram við boyuni úti fyri Tinganesi á síni fleiri og túsundi ferð til Nólsoyar. Eg siti og stúri ikki sørt fyri, tá ið hon fer seinasta túrin út hagar, tí í Tinganesi hava tey gjørt av, at taka hana frá nólsoyingum og flyta hana norður í Norðoyar at sigla í staðin fyri at byggja svínoyingum og fugl oy ing­ um eitt nýtt skip. Nú meðan eg eri við hetta, at byggja skip her á landi, sær út til, at her má einki henda í so máta. Í staðin fyri at tað var so sjálvandi at farið undir at bygt okkum eitt nýtt fiskirannsóknarskip, sum er púra klárt frá tekni­ borðinum, so hendir hvørki eitt ella annað. Eg skilji ikki slíkan politikk, og tað eru tað nógv við mær, ið heldur ikki skilja eitt petti av. Nú aftur til Rituni. Eg minnist so væl tá ið John bróðir sat í køkini og teknaði fyrsta útkastið til Rituna. Fyrst skuldi sjálvandi hav­ ast í huga longd og breidd, og út frá tí var skjótt komið til útsjóndina, eina útsjónd, sum var eitt John Smith­ design. Hann hevði ein linjusans fyri skipum, sum var sera vakur, og sjálvandi eisini var prakt iskur og hóskiligur til enda málið. So fór hann í holt við inn­ rættingina. Maskin rúm ið og brúgvin fingu síni pláss, og so plássið til ferðafólkið. Tann endaliga tekningin varð latin landsstýrinum, og Ritan bleiv bygd í Monn­ ickendam í Hollandi eftir hesi tekningini í 1971. Sjálvandi vórðu aðrar útrokningar gjørdar, sta­ bili tetur og annað, og úr­ slitið var, at tað neyvan hevur verið bygt betri sjó­ skip enn Ritan til okkara strandferðslu. Eg haldi ikki, eg fari skeivur, tá ið eg sigi, at hon hevur fæst avlýs­ ingar fyri veður enn hini strandfaraskipini. Hon er nú 39 ára gomul, og hóast tað, hevur hon enn dám av einum nútímans skipi. Hesa løtuna við vind­ eygað er Ritan farin niðan um Skansatanga á veg aftur út í Nólsoynna. Klokkan er farin av tíggju um kvøldið, og hon er á síni tíggjundi ferð aftur og fram síðan klokkan hálvgun sjey í morg un. Eg spyrji bara: Er betri ferðasamband enn við Rituni nakra aðrastaðni í allari verðini, og við betri skipi? Nú loysir hon aftur í Nólsoy – klokkan er hálv­ gum ellivu – enn er ljóst, og tað er dýrdarveður, so hon sæst koma út ígjøgnum innsiglingina í Nólsoy. Um tjúgu minuttir leggur hon at á Bursatanga eftir ein arbeiðsdag upp á sekstan tímar. Tað er ikki bara í dýrd ar­ veðri, hon siglir hesar tíggju túrarnar, men í øllum veðri hvønn dag. Við øllum góðynskjum við eydnu til Ternuna, sum nú fer at røkja rut una millum Nólsoy og Havn­ ina. Saknur verður í, tá ið Rit an ikki sæst í Nólsoyar­ firði longur. Tøkk til Rituna T. M. Smith