Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 Sosialurin Rigmor Dam Fyrr í mánaðinum var ráðstevna um skúla byrjan, sum Mentamálaráðið skipaði fyri. Endamálið við ráðstevnuni var at varpa ljós á, hvønn týdning ein vælskipað skúlabyrjan hevur fyri læring, menning og trivnað hjá børnum. Kortini snúði stórur part­ ur av tiltakinum seg um fyrimunir og vansar við at senda børn í skúla sum 6 ára gomul. Til høvið hevði lands stýris­ kvinnan bjóðað umboðum úr hin­ um norðurlondunum at greiða frá um teirra skipan. Umboðini talaðu øll fyri at senda børnini skúla sum 6 ára gomul – ongin var boð­ in við at tala ímóti. Tað vóru ikki vísundaligar grundgevingar fyri at senda børnini í skúla sum 6 ára gomul, men argumentið var, at børn ini hungra eftir at læra og at flestu londini í OECD eru farin yvir til at senda børnini í skúla sum 6 ára gomul. Børn skulu spæla Í røðuni, sum landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neysta bø, helt á ráðstevnuni um skúl a byrjan staðfesti hon eisini, at ver andi skúlaskipan hevur tørv á at verða umskipað, so hon í størri mun hósk ar til natúruna hjá barninum. ­ Leikur og læra eru ikki and­ sagn ir, men treyta hvørja aðra – kanska alt lívið. Børnini hava rætt til bæði leik og læru, sama um tey eru eitt ár, ella um tey eru tíggju ár, segði hon, og vísti á, at tað eigur at bera til, at laga eina skipan til, sum tek ur støðið í barninum – eisini tí 6 ára gamla. Børn eru ikki íløt Men tað krevur vitan, gransking og orða skifti at broyta dagstovna­ og skúla skipanina. ­ Sjálv haldi eg tað vera rætt at lækka skúlaaldurin niður í 6 ár, skilt á tann hátt, at forskúli skal gerast eitt tilboð fyri til øll børn, segði landsstýriskvinnan, sum eisini hevði gjørt sær nakrar tank­ ar um, hvussu forskúlin skal verða skipaður. Og hvussu vit trygg ja okkum neyvt samstarv – kanska enntá samskipan ­ millum dag­ stovna økið, frítíðarskúlin og fólka­ skúlin. ­ Hvussu tyggja vit okkum, at báð ar skipanirnar fata barnið sum eitt tilfeingi, sum eitt menniskja við egnum førleikum, og ikki bara sum eitt ílat, sum vit skulu stoyta førleikar niður í. Vit eiga sjálv andi at byggja á tað besta frá barna­ garðssiðvenjunum ­ og frá skúl a­ siðvenjunum, segði lands stýris­ kvinnan millum annað í røðuni. Nógvir fótonglar Og hon remsaði eina rúgvu av forði­ num, ella fótonglum, sum vit mugu fáa bilbukt við, áðrenn vit kunnu bjóða 6 ára gomlu børnunum í skúla: Ov smáar kommunur, ógreitt býti millum land og kommunur, stirv in lóggáva, stirvið tíma­ og læru greinabýti, tveir ymiskir starvs bólkar, tvey ymisk fakfeløg, ser stovn a økið og, at vit skulu ikki vera bangin fyri broytingum. Endamálið við ráðstevnuni var at byrja eitt orðaskiftið, sum skal enda við einari semju um, hvussu brúgv in millum dagstovn og skúla skal byggjast, og at brúk er fyri bæði lærar um og námsfrøðingum og kanska øðrum starvsfólkabólkum við – bæði á dagstovnaøkinum, í frí tíð ar skúlanum, í fólkaskúlanum og innan sernámsfrøðiliga økið. Vit mega ikki gloyma, at málið skal loys ast úr sjónarhorni barnsins, segði landsstýriskvinnan. rigmor@sosialurin.fo Øll mugu lyfta í felag Lærarar og peda go gar mugu upp finna eitt skúla tilboð, sum hóskar til nútíðar­ sam felagið Asta í Toft, leiðari fyri Miðstovnin í Gundadali, mælir staðiliga frá, at senda 6 ára gomlu børnini í skúla. Hon hevur sum so onki ímóti forskúla, men hon heldur, at vit eiga at bíða í nøkur ár, til vit hava snikkað tað rætta tilboðið til tey 6 ára gomlu saman. Ikki minst í dag, har foreldrini í alt størri mun eru burtur frá børnunum, sum so verða latin upp í hendurnar á profesionellum pedagogur og lærarum. - Sum samfelag hava vit skyldu til at taka hetta í størsta álvara, so skúlatilboðið ikki bara verðu traditionell innlæring, men eisini eitt tilboð til tað heila menniskja, sigur Asta í Toft. Hon heldur, tað vera umráðandi at fáa pedagogarnar við, so innskúlingin verður eitt gott upplivilsi fyri allar partar. Eitt innskúlingstilboð, sum fevnir um børn úr 5 upp í 11 ár – ella úr barnagarði og nøkur ár inn í skúlan, har pedagogar og lærarar eru saman um børnini. - Traditionella skúlatilboðið tekur hvørki atlit til tey 6 ella 7 ára gomlu. Tí skulu pedagogar fylgja við og leiða børnini yvir um ta djúpu gjønna, sum tíverri er millum stovn og skúla í løtuni, sigur Asta í Toft. Í skipanini ímyndar hon sær, at lærararnir taka sær av sjálvari undirvísingini, meðan pedagogarnir eru har til tann menniskjaliga partin. At vera tann vaksni, sum hevur tíð at lurta, práta við, at troysta og at leiðbeina børnunum í sínamillum samskiftinum eisini Samskipað innskúling InnskúlIng Landsstýriskvinnan í Mentamálum ímyndar sær, at vit samskipa innskúlingina við at byggja á tað besta frá barnagarðssiðvenjunum ­ og frá skúlasiðvenjunum og rutinan er nøkunlunda í lagi. Hetta hendir fyrst og fremst í spæli, til dømis í rolluspæli um 6 ára aldur. Tí hevur tað alt at siga, at 6 ára gamla barnið fær árið millum 6 og 7 at mennast málsliga í saman við yngri børnum, sigur Asta í Toft. Skúlin er ein hóttan Í hesum sam bandi fílist hon hvassliga á karmarnar í før oyska fólkaskúlanum. ­ Í løtuni eru karmarnir ein bein­ leiðis hóttan móti menningini hjá børnum, vísir hon á. Og hon tekur fram dømi um skúlatímarnir á 45 minuttir, turrgeldu spæliøkini uttan dura og so hetta við at sita still og arbeiða við støði í einari bók – øll í senn. ­ Børn hava ikki gott av at sita inni á reyvini, staðfestir hon. Her forklárar hon, hvat tey hava upplivað í Miðstovninum í Gunda dali eftir at børnini í 1. flokki hava fingið fleiri tímar í skúlanum seinastu árini. ­ Børnini eru nógvar ferðir troytt ari, tá tey koma til okkara aftan á skúlatíð. Tey orka ikki at spæla og tað er ikki hugsingur um at fara túr við teimum, til dømis í møl ina ella í plantaguna, sigur hon. Eisini upplivað tey, at børn­ ini eru í ringari lag, og at fjúsið er nógv styttri enn fyrr. Tey eru meira frust rer að, kon fliktur nar eru fleiri og tey krev ja nógv meira av teim­ um vaksnu. ­ Hetta sig ur mær so mikið sum, at tað tænir ong um enda máli, at geva børn unum meira av tí, sum fólka skúl in hevur at bjóða. Tey skulu hava eitt betri, meiri fjøl­ broytt og liv andi tilboð, tí børn skulu vera glað og nøgd – eisini aftan á skúlatíð! Umsorgan í hæddina Sum pedagogur sær Asta trivnaðin og natúrligu menningina hjá børn­ unum sum sítt arbeiðsøki. Í sam­ bandi við tey 6 ára gomlu, er tað serliga umsorganarparturin, sum hon ber ótta fyri í verandi skúla­ skipan. Í orðinum umsorgan liggur hetta við at lurta, lofta, hava tíð, at troysta, at skilja, at vilja barnið, at tora tað og at vera til staðar í nú'in um saman við barninum. Ikki minst í dag, har foreldrini í alt størri mun eru burtur frá børnunum, sum so verða latin upp í hendurnar á profesionellum pedagogur og lærar um. ­ Sum samfelag hava vit skyldu til at taka hetta í størsta álvara, tí ein stór ábyrgd liggur á okkara herð um. So skúlatilboðið kann ikki bara vera traditionell innlæring, men eitt tilboð til tað heila mennisk ja, sigur Asta í Toft. ­ Børn hava brúk fyri vaksnum, sum tey kunnu hava álit á, kunnu rokna við og rokna út! Hungra eftir at læra Men kortini viðgongur Asta í Toft, at børnini læra eitthvørt í føroyska skúla num, eisini hóast hesin sami skúlin lá næstniðast í Pisa kann ing­ ini herfyri. ­ Hetta prógvar bert tað, sum vit vita: At drívmegin at læra er íbygd í børnum. Driftin og hugurin til lærdóm er so stórur, at tey læra næstan óansæð, hvat vit bjóða teim um, tí tey finna altíð upp á okkurt spæl, tá tey kunnu, sigur Asta. Og hon tekur hattin av fyri lærar unum, sum virka innan skúlans gátt. ­ Bæði lærarar og næmingar klára seg hóast alt. Men tað er bara upp á tross! Hon ímyndar sær, hvussu fan t­ ast isk úrslit kundu spurst burtur úr, um skipanin og karmarnir vóru meira nútíðarhóskandi. ­ Men viðhvørt hevði eg eisini ynskt, at lærararnir vendu nøsini 180 stig, og hugsaðu meira um, hvus su til ber at laga skúlatilboðið betri til barnið, sigur Asta í Toft. Lærarar valdast Hon heldur, at børnini kundu lært nógvar ferðir meira enn vit ímynda okkum í dag, tí fortreytirnar kundu ver ið so nógv betri gagnnýttar. Her hugsar hon um nýggjastu tøkn ina, náttúruna, globaliseraðu heims­ myndina, miðlarnar og allar dygd­ ir nar vit hava at bjóða her á landið. ­ Tað eru sjálvandi eisini góð­ ir lærarar. Men tað kann ikki vera rætt, at vit sum foreldur og samfelag skulu góðtaka, at skúla­ gongdin hjá barninum veldst um, hvørjar lærarar barnið fær, sigur Asta Í Toft, sum heldur, at sjálv skipan in má vera soleiðis, at øll børn fáa allarbesta skúlatilboðið. ­ Í løtuni lúgva vit fyri børn un­ um, tá vit billa teimum inn, at tað verð ur fantastiska spennandi at fara í skúla. Tí tað passar ikki! rigmor@sosialurin.fo Asta í Toft, leiðari fyri Miðstovnin í Gundadali Mynd: Álvur Haraldsen Børn skulu vera glað og nøgd – eisini aftan á skúlatíð! Helena Dam á Neystabø