mikudagur 26. mai 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Miðvikan
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
15
3. partur
Í hesum síðsta partinum av frá
søgnini frá íslandstúrinum við
Norrønu skal greiðast nakað frá okk
ara søgu í samband við Langanes.
Hetta nesið plagdi ein at undrast
á í skúlanum. Á landakortinum
líktist tað eini dunnu. Longu
sum 14 ára gamal kom eg sum
sluppfiskimaður at kroka undir
Langanesi. Seinni komst eftir tí
týdningi, sum hetta land, hetta nes
og hesin landspartur hevur havt
fyri Føroyar og føroyingar.
Bakkafjørður
Bakkafjørður er beint sunnanfyri
Langanes, og her sæst nesið í
góðum sýni. Bakkafjørður hevur
havt ein avbera stóran týdning
fyri føroyingar. Tí er tað eisini sera
náttúrligt at vitja Bakkafjørðin á
eini ferð sum hesari.
Fyrst var vitjað í Skeggjastaða
kirkju, sum liggur hinumegin víkina
har bygdin er. Hetta kann tykjast at
vera óhøgligt, og fólk hava fyrr farið
í kirkju við báti. Men her hevur
kirkja verið í øldir, og slíkt verður
ikki broytt.
Í kirkjugarðinum fanst eisini
grøv hjá føroyingi, Liða Johanna,
úr Norðragøtu. Hon var fødd í
1859 og doyði í 1944. Hon fekk eitt
barn í Føroyum, fór so til Íslands,
har hon giftist og fekk tvey børn.
Sonurin Jónas kom til og fekk eina
stóra ætt. Onkur er eisini endað
aftur í Føroyum. Ein ommusonur
við konu, sum búði á Vopnafirði,
komu til Bakkafjørðin til føroyska
ferðalagið.
Kaj í Bartalstovu, sum var við
á báðum ferðum, róði út á Bakka
fjørðinum í 1944. Hann minnist
Johannu, sum tá var eitt sindur í
barndømi, hon gekk runt í bygdini
og spurdi eftir »færeyingum.«
Í kirkjuni greiddi presturin
Brynhildur Óladóttir frá kirkjuni
og bygdini. Eftir vitjanina í kirkj
uni bjóðaði prestur saman við
kommunustýrinum til pannukøkur
í skúlanum á Bakkafjørðinum. Síðan
fingu
luttakararnir
møguleika
fyri at síggja umstøðurnar hjá
føroyskum
útróðrarmonnum
í
teimum døgum, táið tað vóru fleiri
føroyingar enn íslendingar í bygd
ini, sum greitt frá í fjør heyst.
Bakkafjørður er nú ikki tað,
sum hann hevur verið. Her búgva
bert 80 fólk. Men hóast hetta er
ikki vandi fyri, at bygdin doyr út í
næstu framtíð. Her eitt flakavirki,
sum gevur fitt av arbeiði. Eisini er
skúli við einum 20 børnum, sum
skuldi kunnað tryggja framtíðina
hjá bygdini. Men neyðugt er at
hava bil, tí ruta finst ikki til bygdina
uttan skúlakoyring.
Presturin Brynhildur er ein sera
virkin kvinna. Umframt at vera
prestur er hon lærari. Hon er eisini
bóndi umframt at hava fýra børn í
aldrinum 510 ár.
Aftaná vitjanina hjá føroyska
ferðalagnum kom prestur eitt
legg til Føroya, har tað gjørdist
møguligt at løna henni eitt sindur
av blíðskapinum aftur. Vitjanin
gekk tó ikki heilt eftir ætlan, tí hon
lá »øskuføst« í tveir dagar.
Frá Bakkafjørðinum var farið til
Vopnafjørðin einar 30 km sunnari,
har hugt var eftir, hvar føroyingarnir
róðu út. Her vóru eisini føroyingar á
staðnum frásøgufólk.
Í Íslandi er eisini
ein Tórshavn
Bakkafjørður er í kommunu við
Thórshøfn, sum liggur norðantil á
Langanesi.
Hvussu stórt Ísland er, og hvussu
lítið fólk er á hesum leiðum sæst av
tí, at kommunan hevur 500 íbúgvar
á einum øki, sum er eins stórt og
allar Føroyar.
Tað er í Thórshøfn at farast
skal í ørindum av ymiskum slagi.
Hetta er eisini galdandi fyri eldru
flokkarnar í skúlanum. Men skal
rættuliga keypast inn má farast
enn longur sum til Akureyri.
Thórshøfn hevur flogsamband til
Akureyrar fimm ferðir um vikuna,
og haðani slepst til Reykjavíkar. Tað
er eisini busssamband til Akureyrar
tvær ferðir um dagin. Hendan
ferðin tekur 5 tímar.
Thórshøfn er ein – sjálvt eftir
føroyskum viðurskiftum – lítil
fiskivinnubygd. Her búgva umleið
400 fólk.
Her er eitt flakavirki við tilhoyr
andi bátum. Á flakavirkinum
arbeiða eini 100 fólk.
Tað kemur nakað av ferðafólki til
Thórshafnar. Hiðani verður eisini
skipað fyri útferðum út á Langanes,
og eftir myndunum at døma er her
avbera vakurt við einum ríkum
fuglalívi. Her er eisini nógv um at
fara, tí Langanes er 40 km langt.
Thórshøfn liggur við Thistil
fjørðin, og er seyðahald grundar
lagið fyri búsetingini. Her er tað
vanligt, at fólk koma langa leið at
luttaka í seyðarakstri.
Skálar
Kendasta pláss hjá føroyingum á
Langanesi man vera Skálar, sum er
uttanvert sunnantil á Nesinum.
Tað er gjørt eitt rættuliga stórt
kanningararbeiði av Skálum. Tað
eru Fanney Kristjansdóttir og Sif
Jóhannesdóttir, sum hava staðið
fyri hesum. Tað var Sif, sum greiddi
føroyska ferðalagnum frá søguni,
og sum eisini gav mær sjálvum
tilfar, sum er grundarlagið fyri hesi
frásøgnini.
Á Skálum róðu nógvir føroyngar
út, upp til 5060 bátar. Skálar vórðu
eisini nógv vitjaðar av føroyskum
skipum, sum royndu á grunnunum
Fiskimannasøgan í Íslandi:
Allir hava krokað undir Langanesi
Langanes er meira enn annað ímyndin av Íslandi hjá føroyskum fiskimonnum. Nesið var markið millum
Eysturlandið og Norðurlandið, so flestu fiskimenn mundu sigla framvið Langanes fleiri ferðir árliga
Ein føroyingur, sum
endaði sínar dagar
á Bakkafjørðinum
var Johanna úr
Norðragøtu. Teksturin
á gravsteininum er:
HER HVÍLIR
JÓHANNA MARIA
JANUSDÓTTIR
FRÁ FÆREYJUM
F. 15.3.1859
D. 2.11 1944
BLESSING SÉ
MINNING HENNARA
Framhald á síðu 16, 33 og 34
Kaj í Bartalstovu t.v. minnist Jóhonnnu frá hansara útróðri á Bakkafjørðinum í 1944. Her er
hann saman ommusoni hennara Julius Jónasson og konu hansara Onnu Benadiktsdóttir
Mikudagur 26. mai 2010