Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Miðvikan 16 Framhald frá síðu 15 har norðuri. Kom óveður á høgætt komu skipini ofta inn til Skálar at kroka. Her plagdu skipini eisini at koma eftir posti. Føroyingarnir plagdu eisini at keypa seyð frá bóndunum, so teir kundu fáa eitt sindur av feskum kjøti. Afturfyri lótu teir salt og aðrar vørur. Her plagdu føroyingar eisini at avreiða livur. Skálar hava verið bygdar síðan landnámið. Í fleiri øldir vóru her bóndagarðar, sum hoyrdu til kirkj­ una. Her var gott at liva, eisini tí at tað bar væl til at hava seyð her. Sjógvurin gav eisini nakað av sær sum rekavið, fisk inni við land og nógvan fugl. Men í 1910 kom ein maður sum kallaðist Thorsteinn Jónsson higar úr Seyðisfirði. Við sær hevði hann ein róðrarbát, fiskireiðskapi og tríggjar aðrar menn. Teir byrjaðu so fiskiskap í samstarvi við bóndan á staðnum, Jóhann Stefanssom. Summarið eftir kom Thorstein aftur við timbri at byggja hús. Hann fekk sær eisini fleiri bátar, byrjaði livrabræðing og opnaði ein handil. Fiskivinnnan helt á at menna seg inntil 1930­ini, so hvørt fleiri mans komu við teirra bátum at rógva út. Meðan tað í 1910 bert var ein bátur á Skálum, var fólkatalið í 1920 komið uppá 67 í níggju húsum. Í 1924 var fólkatalið komið uppá 117 umframt alt fólkið, sum kom her at vinna á sumri. Táið fremmandir útróðrarmenn komu, kundi fólkatalið tvífaldast. Millum hesar vóru eisini føroyingar og teir fáa tað ummæli, at teir klár­ aðu væl upp við íslendingarnar. Frystihús og íshús Næsta stig var at byggja íshús at goyma ís at køla agnið við. Slíkum var tað eisini nógv av í Føroyum. Eitt frystihús, serliga til frysting av sild, varð bygt í 1923, og var hetta annað frystihúsið í Íslandi aftaná Vestmannaoyggjar. Síðani varð eisini bygd ein bryggja, sum gjørdi tað lættari at lossa og lasta. Fiskurin var fluttur á skinnarum inn á virkið, so framkomið var tað. Tað sum eisini skapti virksemi var saltfiskavirking. Teir flestu menn á Skálum vóru fiskimenn. Her fiskaðu teir á sumri, meðan teir fóru aðra staðni at fiska um veturin. Eins og í Føroyum høvdu húskini eisini eina ella tvær kýr og nakrar seyðir. Tað var jarðarmóður á Skálum, men eingin lækni, prestur ella kirkja. Skúli var í onkrum av húsunum. Tað var trupult at ferðast á landi til Skálar. At ganga frá Thórshøfn tók einar sjey tímar. Ein rutubátur legði viðhvørt at á Skálum. Sambandið til restina av heiminum var fyrst og fremst við báti til Seyðisfjarðar, hagar fiskur og lýsi var sent. Sosiala lívið í bygdini var ofta lívligt, tá ið uppiløga var nakrar dagar. Tað plagdi at vera dansur, og harmonikuspælarar plagdu at koma úr Skoravík norðantil á nesinum. Ofta spældu teir alla náttina. Eitt skifti var eisini kaffistova í bygdini. Tað hendi seg eisini, at tað var filmur ella sjónleikur í bygdini. Størsti trupulleikin á Skálum var lendingarviðurskiftini, har tað í flestu støðum var 10­12 metra høgur bakki. Í tveimum støðum var tó møguligt at fara upp úr fjøruni við byrðu á bakinum. Í 1929 varð gjørd ein roynd at bøta um lendingarviðurskiftini á Skálum. Men úrslitið gjørdist tað mótsatta, og gamla lendingin varð oyðiløgd. Um somu tíð gjørdust betri møguleikar at fiska á øðrum leiðum, so hvørt bátarnir fingu motor. Men hesir bátar kundu ikki koma inn í havnina á Skálum. Undir heimskreppuna fyrst í 30­ unum fullu fiskaprísirnir nógv, eins og fiskagongdin nærindis Skálar minkaði nógv. Hetta skundaði undir minkingina í fólkatalinum. Undir krígnum fingu fyrst bretskir og síðan amerikanskir hermenn eina eygleiðingarstøð her. USA bygdi eina radarstøð í 1942, eins og teir bygdu bygningar í amerikanskum stíli, sum framvegis eru til. Undir seinna heimsbardaga róku minur á land við Skálar. Tvær av teimum brustu og skaddu fleiri bygningar. Tað summarið fluttu fýra familjur, og tey, sum vóru eftir, fluttu í 1946. Í 1948 flutti ein familja til Skálar at bóndast, men hon flutti burtur aftur í 1955, og síðan tá hevur eingin búð har. Tað kom ikki vegur til Skálar fyrr enn í 1960, tá eingin búði eftir. Men vegurin hevur gjørt tað møguligt at gera Skálar til eitt væl umtókt ferðamannamál. Føroyingur á Skálum Ein føroyingur, Hans Marius Hansen, búsettist fast á Skálum, og hann fekk nógvar eftirkomarar. Millum keldurnar til umrøddu lýsing av Skálum eru eisini abba­ døtur hansara. Tí er hansara søga so væl lýst, at hon er eisini við í faldara, sum er gjørdur um Skálar, ætlaður vitjandi. Í hesum faldara er eitt kort við 37 toftum. Hesar hava allar sítt navn. Húsini vóru eins og í Føroyum ofta upkallað eftir fólkunum, sum búðu í teimum. Søgan hjá Hans Marius verður mett at vera áhugaverd av fleiri orsøkum. Millum annað tí, at hann var roknaður fyri at vera ein framburðsmaður. Hann velti bø upp úr haga, sum eftir øllum at døma ikki hevur verið vanligt har á leiðini. Hann hevði við sær ymsar siðir úr Føroyum. Hansara eftirkomarar minnast sumt arbeiði, sum ikki skuldi gerast sunnudagar, sum at tað ikki mátti hoyggjast ella bindast og so framvegis. Hetta kann so ikki hava verið tað vanliga í Íslandi. Hans Marius tosaði allar dagar eina blanding av føroyskum og íslendskum. Hann helt sum frá leið, at danskt hevði ávirkað føroyska málið ov nógv. Hans Marius kom at hava trupulleikar at skilja sínar egnu landsmenn. Hann verður endurgivin fyri at hava sagt: »Hasir helvitis danir. Nú læra teir føroyingar danskt, so teir eru givnir at tosa føroyskt!« Hansara abbabørn undraðust yvir tey orð, sum hann nýtti, og sum vóru ókend í íslendskum. Dømi var, at hann segði »flúgvari« heldur enn »flugvélar.« Marius misti fyrstu konuna og fleiri børn av sjúku, meðan hann búði í Føroyum. Av teimum børnum, hann átti eftir, blivu tey trý Anna, Bina og Hans Niclas verandi eftir í Føroyum, meðan sonurin Sámal fór við til Íslands. Men so óheppið var tað, at hann druknaði í lendingini á Skálum, sum tað skilst, tá ið teir komu hagar. Hans Marius kundi tó ikki góðkenna, at sonurin var deyður. Hann legði seg undir liðuni á honum í tvey samdøgur í vón um, at Sámal fór at rakna við aftur, um hann varð hildin heitur. Marius fór ongantíð aftur til Føroya at vitja børnini, hann átti her. Men tað sigst, at seinna kona hansara Halltóra, sum var ein avgjørd og viljasterk kvinna, fór eina ferð til Føroya at vitja tey. Sagt verður um húsini hjá Hans Marius á Skálum, kallað Øfund, at tey vóru gjørd av flagi, sum ikki hevur verið óvanligt tá, men forsíðan á húsinum var timbur. Á Skálum var eisini kirkjugarður, sum varð vígdur í 1924. Her eru 20 gravir, og Hans Marius er tann seinasti, sum er grivin har. Hetta sigur í hvussu er, at Hans Marius er blivin heilt gamal maður. Tá stóðu »líkini uppi,« sum tað var kallað, til prestur kom. Hans Marius lá á eini hurð í eini viku. Tá kom kistan, og hann kundi verða jarðaður. Kirkjugarðurin liggur væl sunn­ anfyri bygdina, so kisturnar vórðu førdar hagar við rossi. Halltóra var eisini ófør. Eina ferð gekk hon allan vegin til Húsavíkar at fáa handilsloyvi til Hans Marius. Hann hevur tískil eisini fingist við onkra vinnu. Meira um Marius Í síni bók Sørvágur og Sørvingar II skrivar Sonni Jacobsen m.a. um Hans Marius: Hann var føddur 4. august 1868, ættaður úr húsinum Norði við Vitjað varð eisini á Vopnafirði. Á myndini sæst plássið, har føroyingar róðu út frá Langanes, eitt nes nógvir føroyingar kendu Hesi góvu føroysku gestunum eina góða vælkomu á Bakkafjørðinum. F.v. Sif Jóhannesdóttir, Bjørn Guðmundur Bjarnsson, umboð fyri kommununa, og Brynhildur Óladóttir Mikudagur 26. mai 2010