mikudagur 26. mai 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86
18
Sosialurin
Oyggjablaðið
Samanlegging – men ikki enn
Hvannasund – Tað var einki ivamál um, hvat fólk hildu um at leggja saman við Klaksvík
akkurát tá í 2008. Men eg haldi, at stemningurin er broyttur nakað í dag, sigur Irdi Jacobsen,
bygdaráðslimur í Hvannasunds kommunu. Málið kemur helst á skrá um eitt ár ella so
Snorri Brend
Ein mikudag í september mánaði
hetta árið fóru fólk í Hvannasunds
kommunu til fólkaatkvøðu. Enda
málið var at avgera framtíðina hjá
kommununi.
Spurningurin var, um tey ynsktu
samanlegging við Klaksvík ella ikki.
Tá upptalt var vísti tað seg, at av
teimum 278 sum vóru á vali, søgdu
Irdi Jacobsen og 207 onnur nei til
upp skotið.
Við hesum datt arbeiðið nið ur
fyri, og er ikki uppafturtikið síð
ani.
– Eg haldi ikki, at fólk beinleiðis
vóru ímóti eini samanlegging. Men
kanska var málið ikki nóg væl lýst,
ella var tíðin bara ikki búgvin til
eina samanlegging beint tá, sigur
hon.
Bygdaráðið í Hvannasundi hev
ur ikki síðani havt hetta málið til
við gerðar. Men tað verður helst
eina ferð í framtíðini.
– Eg vænti, at vit fara at taka
mál ið fram aftur um 12 ár, metir
Irdi.
Eingin ivi
Tá málið um ætlaðu saman legg
ingina við Klaksvík var fyri, fylgdi
Irdi eitt sindur við orðaskiftinum.
Her hevði ein partur av bygda
ráðnum arbeitt við at gera eitt
upp legg um økt samstarv millum
Hvanna sund og Klaksvík á mong
um ymiskum økjum.
Í hesum sambandi kom fram,
at ein meiriluti í bygdaráðnum við
varaborgarstjóranum á odda, ynskti
hesa samanleggingina, meðan borg
ar stjórin als ikki var hugaður fyri
hesum.
Áðrenn málið skuldi endaliga av
greiðast í bygdaráðnum, varð hildin
ein borgarafundur, eins og neyðugt
var at hoyra fólksins rødd, hvørt tey
vóru áhugað í eini samanlegging
ella ikki.
Men tá til stykkis kom, var als
eingin ivi, tí ein sera stórur partur
– sløk 75 prosent – av teimum ið
greiddu atkvøðu, søgdu nei til
spurn ingin.
– Eg haldi ikki, at málið var nóg
búgvið, sigur hon.
Goymd hóttan
Sum so mong onnur var Irdi eis ini
á umrødda borgarafundi. Framm
anundan hevði hon onga greiða
støðu til hetta málið. Men øðrvísi
var við fundarlok.
– Tá tók eg avgerð um, at hetta
kundi ein ikki soleiðis bara fara
inn í. Her vóru alt ov nógvir leysir
endar, vísir Irdi á.
– Tað vóru eisini onkrar goymdar
hóttanir, um at »taka tit ikki við
hesum tilboðnum her og nú, ja so
fáa tit einki, tá tað einaferð verður
aktuelt«.
– Nei, slíkan politikk dámar mær
ikki. Eg haldi, at tá tosað verður
um samanlegging av kommunum,
so eiga samráðingarnar at vera á
jøvn um føti, – og ikki sum um, at
ein kommuna verður løgd inn undir
eina aðra, sigur Irdi.
Broyting í
Fólkaatkvøðan var í september
mán aði 2008, og nakrar fáar mán
aðir seinni var so valið, sum broytti
bygdaráðið í Hvannasunds komm
unu rættiliga nógv.
Av teimum fimm limunum í
gamla bygdaráðnum, var bert ein
teirra eftir – Veronika Petersen,
sum síðani gjørdist borgarstjóri í
komm ununi.
Nýggja bygdaráðið hevur ikki
havt málið uppi at venda, og Irdi
veit sjálv ikki hvat hinir bygda ráðs
limirnir halda um samanleggingar í
framtíðini.
Beint eftir atkvøðugreiðsluna
kom fram, at fíggjarstøðan í Klaks
víkar kommunu var vánalig, men
í dag hevur kommunan á mangar
mát ar fótað sær aftur.
– Eg trúgvi tí eisini, at tá tíðin
kem ur til tað, so verður tað tann
rætta loysnin at kommunurnar
leggja saman, sigur Irdi.
snorri@sosialurin.fo
Tað vóru eisini onkrar goymdar hóttanir, um at »taka tit ikki við hesum
tilboðnum her og nú, ja so fáa tit einki, tá tað einaferð verður aktuelt«
– Tá tíðin kemur til tað, er tann rætta loysnin at kommunur leggja saman. Men ikki enn, slær Irdi Jacobsen, bygdaráðslimur í Hvannasunds kommunu fast
Mynd: Jens Kristian Vang
BÍÐa