Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Ein stoypibilur kemur koyrandi spakuliga eftir bygdarvegnum í Kunoy. Hann hevur júst avgreitt ørindi síni norðarlaga í bygdini, har kunoyingar eru í ferð við at stoypa sær nýggja og rættiliga stóra rætt. Henda rættin hoyrir til haga­ partin Fyri Norðan sum ber 178 áseyðir. Her verður í framtíðini møguleiki til at reka seyðin og har­ aftrat at kunna býta hann sundur í fimm rúm í rættini. Hetta er ein rættiliga praktisk loysn, serliga hjá teimum ið eiga nógvan seyð. Her fáa teir ein møgu­ leika at kunna skilja seyðin sundur í hesi fimm rúmini. Arbeiðnum við rættini gongur rættiliga væl. Longu dagin eftir skuldi stoypibilurin koma aftur við næstu lastini. At hjálpa til við hesi stoyp ingini var Jógvan Suni farin ein túr á rættina. – Vit miða eftir, at rættin verður klár at taka í nýtslu fyrst í juli mánaði, tá klippingin kemur fyri, greiðir Jógvan Suni íðin frá. Gomul rætt Tað var vist uppá tíðina, at menn tóku seg saman um at fáa sær eina rætt, her norðan fyri ytsta býlingin í Kunoy. Í rættiliga mong ár hava teir havt eina gamla rætt, sum í dag má metast at hava sæð sínar bestu dagar. – Ein maður var her í gjárkvøldið, og hann pástóð, at henda gamla rættin stavar heilt afturi frá mið­ øldini. – Líka veit eg, um tað er rætt ella ikki. Eg veit bara, at hon er púra óbrúkilig í dag, sigur Jógvan Suni, og vísir m.a. til at hon er alt ov lítil. Aðrastaðni í Oyggjablaðnum í dag er mynd av hesi rættini. Og her gongur sjón fyri søgn um, at henda rættin man hava sæð sínar bestu dagar. Tí gongst sum ætlað, verður hon neyvan brúkt aftur í bræði. Næsta byggistig Teir hava í nøkur ár arbeitt við hesi nýggju rættini, og nú er so líkt til at hon verður veruleiki skjótt. – Rættin er 144 fermetrar til stødd ar, og er tí rættiliga stór, stað­ festir Jógvan Suni. – Vit gjørdu tað við vilja, soleiðis at tað skuldu vera góðar umstøður at arbeiða inni í henni. Í fyrstu atløgu verður bert talan um eina vanliga rætt, eins og so mangar aðrar. Men einaferð í framtíðini verður vónandi farið undir eitt »byggistig« aftrat. Møguleiki er nevniliga eisini at inniloka rættina, soleiðis at menn kunnu fáa sær eitt hús í erva. – Vónandi verður tað veruleiki um ikki so langa tíð, sigur Jógvan Suni Michaelsen. Rættilig Rætt Kunoy – Sjálvur havi eg bara nakrar fáar seyðir. Men nú vil eg gera mítt til, at vit allir kunnu fáa eina góða rætt, sigur Jógvan Suni Michaelsen í Kunoy. rætt Nøkur ár eru liðin, síðani teir byrjaðu at rigga til hesa nýggju rættina. – Hon verður væntandi klár til klippingina, sigur Jógvan Suni Michaelsen Mynd: Jens Kristian Vang Ein maður var her í gjár­ kvøldið, og hann pástóð, at henda gamla rættin stavar heilt afturi frá mið øldini