mikudagur 26. mai 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Kundu saKtans
læKKað sKatti
Kunoy Tað er hugaligt at koyra gjøgnum tær báðar bygdirnar í Kunoyar kommunu. Onkur vildi helst
hildið, at hetta vóru tvær bygdir har fólk hvørki støðaðust ella ynsktu at seta búgv. Men so er ikki.
– Vit eru faktist tann kommunan sum er vaksin mest seinastu 25 árini, sigur John Damberg, borgarstjóri
Snorri Brend
Í Kunoy eru eitt rættiliga stórt tal
av sethúsum bygd tey seinastu
árini. Og í Haraldssundi er ikki
so øgiliga langt síðani, at fólk
fluttu inn í nýggj hús á Leitisvegi.
Annars tykist stígur vera komin
í:
– Vit hava í øllum førum merkt
tað til kreppuna, at tað sær út
til, at fólk fáa ikki so lætt lán til
sethús. Tí er ikki sama ferðin
yvir byggingini beint nú sum
tað einaferð var, staðfestir John
Damberg.
Hann leggur tó aftrat, at grund
øki eru tøk í báðum bygdunum.
Og gongur tú ein bygdatúr í
Kunoy sært tú, at her er grivið út
fyri enn einum sethúsum.
– Tey flestu sum flyta higar
hava okkurt tilknýti til bygdina.
Og tá tey byggja í Kunoy, fáa tey
eisini eitt fantastiskt útsýni við í
keypinum, sigur hann brosandi.
Fráflyting
At hamarsløgini gella og ein sær
at eini sethús so líðandi fáa skap,
skapar sum vera man bjartskygni
og trivna í eini bygd.
Uppgávan hjá kommununi
hevur í hesum sambandi verið at
tryggja, at fólk altíð hava kunnað
fingið grundøki, um tey vóru
áhugað í tí.
Hóast fólkatalið hevur ligið
rættiliga støðugt í Kunoyar komm
unu tey seinnu árini, merkja tey
eisini nakað til fráflytingina til
størri pláss ella meginøkið.
– Men hetta fáa vit sum komm
una ikki gjørt so øgiliga nógv við.
Uttan kanska líka tað at lækka
skattin, sigur John Damberg.
At fólkatalið minkar er sjálv
andi ein støða sum neyvan hóvar
fólki væl, men sum tykist vera ein
trendur kring oyggjarnar.
– Uppliva tey ikki eisini tað
sama í Klaksvík?, spyr borgar
stjórin í Kunoy. – Tað vísir seg,
sum um at tey ungu hava ilt við at
støðast á teimum smærru pláss
unum.
Lækka skattin
Í dag hevur kommunan eitt
skatta prosent uppá 18. Men stóð
tað til John Damberg hevði hann
ynskt sær eitt munandi lægri
skattaprosent.
– Eg haldi sjálvur, at 18 prosent
er so ríkiliga høgt, slær hann
fast.
John hevði dámað betri, um
ein lækkaði skattaprosentið heilt
niður í 16, eins og tað var áður.
Hann roknaði eitt sindur uppá
tað við hansara egnu inntøku sum
grundarlag. Og hann kom fram
til, at tað var rættiliga nógvar
túsund krónur bíligari at búgva í
Haraldssundi enn í Klaksvík.
Tað var annars her at tað lá,
fram til fyri eini tveimum árum
síðani, tá avgerð varð tikin um
at hækka tað við heili tveimum
prosentum. Gjørdi ein tað sama
aftur nú, hevði tað verðið enn ein
góð orsøk hjá fólki at búð her ella
búsett seg her.
Kommunan er rímiliga væl fyri
fíggjarliga, við rættiliga fitt av
peningi standandi á bók – tað sum
svarar til eina hálva álíkning.
– Og sum fíggjarstøðan er nú,
skuldi avgjørt verið møguleiki fyri
eini lækking, sigur hann, og vónar
at bygdaráðið kann taka hetta
málið uppaftur enn einaferð.
– Fólk tíma neyvan at búseta
seg í eini kommunu, har tey verða
knokkroytt í skatti, staðfestir
John Damberg, borgarstjóri.
snorri@sosialurin.fo
Vóru hesi frambrotini
ikki framd júst tá, so vóru
bygdirnar minkaðar burtur
í einki. Ja, so vóru vit í somu
støðu sum t.d. Skúvoy er í
ídag