mikudagur 26. mai 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86
Sosialurin
Oyggjablaðið
s
n
50%
Fólkatalið í Kunoyar
komm unu liggur í dag
á 152 íbúgvum. Hetta
er nakað minni enn um
somu tíð í fjør, tá 160
fólk búðu í kommununi -
76 í Haralds sundi og 84 í
Kunoy.
Hinvegin vísa hagtølini
eisini eina áhugaverda
gongd, at Kunoyar
komm una er hon, sum
hevur havt tann størsta
prosent vísa vøksturin
av íbúgv um seinastu 25
árum: Soleiðis búðu bert
101 fólk her í 1985. Tað
vil so aftur siga, at vøkst-
urin hevur verið eini 50
prosent síðani tá. Tann
stóri og ósvaraði spurn -
ing urin er, um bygd un um
hevði verið lív lag að, um
ikki tvey sera stór fram-
brot innan samferðsluna
vóru framd: Byrgingin um
Haraldssund og tunnilin
til Kunoyar.
Ein eigur sjálvandi ikki
at gloyma, at kommunan
hevur gjørt sítt til at tey,
sum ynsktu at seta búgv
her, fingu møguleika til
tað.
Ein kunoyingur tók í
eini samrøðu við Sosial in
til, at vóru hesi fram-
brotini ikki framd júst
tá, so vóru bygdirnar
minkaðar burtur í einki.
– Ja, so vóru vit í somu
støðu sum t.d. Skúvoy
er í ídag, segði hesin
maðurin.
Nærdemokrati’ið
hvørvur
Aðrastaðni á síðuni verður greitt eitt
sindur frá fíggjarstøðuni í Kunoyar
kommunu, sum er nakað væl betri
fyri enn mangar aðrar.
At kommunan er so mikið væl
fyri fíggjarliga, hevur uttan iva
eisini gjørt sítt til, at nógv fólk
ikki ynskja at leggja saman
við aðrari størri kommunu, í
hesum føri Klaksvíkar komm
unu.
Tað er kanska so sum
John Damberg sigur: – Í
dag hava vit pengar á bók.
Men um vit fóru saman við
aðrari kommunu, so høvdu
vit fingið skuld ístaðin.
Hann vísir til aðrar
sam anleggingar
kring
land ið, t.d. í Sundalagnum,
har fleiri kommunur hava
fing ið skuld at dragast við,
í sam bandi við avgerðina um
at fara uppí eina størri komm
unu.
– Ístaðin fyri at hava eina
sterka eind, er hetta heldur vorðið
til eina skuldarbundna eind, sigur
hann avgjørdur, og slær líka so fast fast,
at hann als ikki er fyri eini samanlegging
við Klaksvík.
– Ein atkvøða í Kunoyar kommunu
hevur nógv størri ávirkan, enn ein atkvøða í
Klaksvíkar kommunu. Fara vit uppí her, so missa
vit alt tað sum eitur nærdemokrati.
– Eg veit ikki, hvussu lætt tað er at fáa fatur
á borgarstjóranum í Klaksvík. Mín telefon, hon
svarar í øllum førum alt samdøgrið, sigur John
Damberg, sum framvegis bíðar eftir avgerðini um,
hvussu landsstýrið hugsar sær at kommunurnar
skulu skipast í framtíðini.
TRIVNAÐUR
– Fólkatalið í Kunoyar kommuna er
vaksið við 50 prosentum seinastu 25 árini,
staðfestir borgarstjórin, John Damberg,
sum her er avmyndaður frammanfyri
nýggjastu sethúsini í Haraldssundi, hagar
fólk fluttu inn fyri ikki so langari tíð síðani
Mynd: Jens Kristian Vang
Ein atkvøða í Kunoyar kommunu
hevur nógv størri ávirkan, enn ein
atkvøða í Klaksvíkar kommunu