Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 22 Sosialurin Oyggjablaðið Eitt stað Norðdepil – Her er nógv gjørt fyri at barnafamiljurnar skulu trívast. Tað er eisini stuttligt at sita í einum bygdaráði, har øll eru samd um at raðfesta trivnaðin sera høgt, sigur Irdi Jacobsen, sum varð vald inn í Hvannasunds kommunu á seinasta vali. – Hetta skal vera ein góð kommuna at búgva í, eisini í framtíðini. Snorri Brend Við sínum 430 íbúgvum hevur Hvannasunds kommunu nærum alt tað, sum vanlig fólk seta sum krav til staðið, har ein skal búgva: Her eru arbeiðspláss, fram­ komin og nýliga útbygdur skúli, dagrøkt, nýggjur dagstovnur er á veg, handil, eitt virkið felagslív og eisini samkomulív. – Ja, her er í øllum førum nakað at koma til og nakað at savnast um hjá øllum, sigur 32 ára gamla Irdi Jacobsen. Meðan summar bygdir á meg­ inøkinum uppliva tað øvugta, hevur henda kommunan arbeitt miðvíst, fyri at skapa bestu um­ støður og karmar fyri trivnað og búseting. Ikki kann sigast annað enn, at tað hevur givið úrslit. Fólkatalið hevur ligið rættiliga støðugt tey seinastu árini, á um­ leið 430. Og tað hendir, hóast mong munnu aftra seg við at bú­ seta seg her, orsakað av teimum ótíðarhóskandi tunlunum á Borð­ oynni. – Summar kommunur royna í eini desperatari roynd at lækka skattaprosentið og at hækka barnafrádráttin fyri at draga fólk til. Men eg haldi, at tá alt kemur til alt, so er hetta ikki tað sum fólk ynskja fyri at búseta seg á einum plássi. – Í 2010 vilja fólk heldur hava tænastur og fasilitetir, og hetta er nakað sum vit vilja arbeiða við, sigur Irdi Jacobsen. Heilhjartað Fyrsta setan hjá Irdi Jacobsen í bygdaráðnum í Hvannasunds komm unu – sum umfatar bygd­ irnar Hvannasund, Norðdepil, Depil, Norðtoftir og Múla – hevur nú vart í skjótt hálvtannað ár. Frammanundan seinasta kommunuvali var tíðin í bygda­ ráðnum rættiliga nógv merkt av ósemjum millum limirnar, sum á mangar mátar gingu í tveimum bólkum. Haraftrat varð hildin ein fólkaatkvøða um samanlegging við Klaksvík stutt undan valin­ um. – Nú vita vit, at tá bygdaráðsval er, er tað ofta soleiðis, at fólk als ikki verða spurd eftir, um tey yvir­ høvur eru áhugað í at koma á ein lista. Tá eg bleiv spurd hugsaði eg, at um eg segði ja til hetta, so vildi eg eisini ganga fult inn fyri tí. Og tað meti eg eisini at eg havi gjørt. – Hetta var ein nokkso turbu­ lent tíð at koma inn í bygdaráðið, men eg haldi at arbeiðslagið í kommunustýrinum hevur verið ógvuliga gott heilt frá byrjan av, greiðir Irdi frá. Einki at bíða við Undan valinum gjørdi Irdi ein faldara, har hon segði frá nøkrum av málunum sum hon ynskti at fremja, um hon varð vald í bygda­ ráðið: Málið um dagstovnin var sjálv­ andi ovast á listanum, eins og hjá nærum øllum hinum sum bjóðaðu seg fram. Eitt annað av hesum var at fáa settan ein frítíðarskúla á stovn í kommununi. Og tað málið er longu loyst. Málið bleiv reist um hesa tíðina í fjør. Bygdaráðið tók undir við tí, og tað bleiv gjørd ein kanning millum fólk, um tørvur var fyri slíkum tilboði. – Vit sóu beinanvegin, at stór undirtøka var fyri tí, so her var einki at bíða við: Farast skuldi í gongd sum skjótast, og nú kunnu vit gleðast um, at frítíðarskúlin byrjaði á nýggjárinum. – Og tað vísti seg tá, at undir­ tøkan í roynd og veru var nógv størri enn mett, vísir hon á. Her er í øllum førum nakað at koma til og nakað at savnast um hjá øllum Í 2010 vilja fólk heldur hava tænastur og fasilitetir (enn lágt skattaprosent)