Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 Sosialurin Oyggjablaðið fyri øll Eitt stig inn í framtíðina Dagstovnur er eitt mál, sum hevur verið fyrireikað í fleiri ár. Undanfarna bygdaráð arbeiddi við tí og fekk millum annað stykki til vega sunnanfyri skúlan á Fossánesi. Tá nýggja bygdaráðið tók við í januar 2009 varð beinanvegin stungið út í kortið, at nú skuldi gongd veruliga koma á arbeiðið við dagstovninum. Ein bólkur við umboði frá kommununi, einum arkitekti og einum námsfrøðingi varð settur at lýsa tørvin og meta um stødd og annað sum er relevant. Síðani settu tey seg í samband við Palla Gregoriussen, sum hevur teknað stovnin. – Her hava vit havt námsfrøðingar og tekniskan ráðgeva inni í myndini, soleiðis at vit fáa ein stovn sum hóskar til okkara tørv, vísir Irdi á. Dagstovnurin verður góðar 800 fermetrar stórur og kann rúma umleið 50 børnum í vøggustovu og barnagarðsaldri, umframt 20 børnum í frítíðarskúlaaldri, t.v.s. úr 1. til 3. flokk. Í sniði líkist hann nógv barnagarðinum á Hamrinum á Argjum, sum Palli eisini teknaði. Í skrivandi løtu verður økið við dagstovnin planerað. Tilboðini uppá sjálva byggingina eru upplatin og kannað, og næsta stig er at ein sáttmáli verður undirskrivaður millum kommununa og byggiharran. – Ætlanin er at nýggi dagstovnurin á Fossánesi skal standa klárur um hálvtannað ár, greiðir Irdi íðin frá. Eiga øki Tey seinnu árini er eitt rættiliga stórt tal av nýggjum sethúsum bygt í kommununi. Serliga í sunnara parti av Hvannasundi og norðanfyri byrgingina í Norðdepli er nógv bygt. – Onkur umsókn liggur haraftrat inni um at fáa byggiloyvi í kommununi og kommunan eigur fleiri grundøki tøk, vísir Irdi Jacobsen á. 30 atkvøður – Tá tað varð heitt á meg um at stilla upp til bygdaráðið, so gekk eg fult inn fyri tí, sigur bygdaráðslimurin, Irdi Jacobsen, sum kom inn við 30 atkvøðum Mynd: Jens Kristian Vang