mikudagur 26. mai 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86
Sosialurin
Oyggjablaðið
SUMMARSÓL
RUDDILIGT
SÚKKLA
VEÐRAR
GAMLARÆTT
Ein vøkur kvøldarmynd,
tikin suður úr byrgingini
um Hvannasund. Fyrr um
dagin hevði veðrið verið
lítið hugaligt, men út á
seinnapartin blíðkaði hann
veðrið. - So vakurt kann tað
altso vera í Hvannasundi
Var tað ikki fyri óruddið í hesi ánni í
Kunoy, hevði myndin verið fullkomin.
Tað átti at verið so lætt at fingið alt
tað, sum ikki eigur at vera í eini á, beint
burtur. Tað hevði verið tað ruddiligasta
Seinnapartin mikudagin var av besta veðri í Hvannasundi.
Eftir loknan skúladag var bara eitt at gera: Út við súkkluni
Menn í Kunoy hava stóran áhuga í seyðahaldi. Her
eru tveir teirra komnir á ta gomlu rættina norðarlaga
í bygdini, har nakrir veðrir verða sleptir
Tað er ikki bert í Kirkjubø at tey hava eina gamla rætt. Her í
Kunoy er eisini ein gomul rætt, sum hevur verið í brúki inntil
nú. Henda rættin, sum sigst stava heilt afturi frá miðøldini,
verður í summar avloyst av eini nýggjari og størri