mikudagur 26. mai 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Alt úr hAvin
Norðdepil – Alt skal arbeiðast undan í dag, tí vit goyma einki til ímorgin, sigur Sigrun
Sivertsen, sum er arbeiðsformaður á fiskavirkinum Norðfra. Hon býr í Hvannasundi, og
hevur arbeitt á virkinum í grannabygdini, hinumegin sundið seinastu 13 árini
Snorri Brend
Klokkan er farin at nærkast fýra,
og arbeiðsfólkini á virkinum eru
so smátt farin at fyrireika seg til
»fyraften«.
Tað ræður um at fáa allan
fiskin frá hond í dag, soleiðis at
tey kunnu byrja fullkomiliga av
nýggjum morgunin eftir.
Inni á virkinum rokast Sigrun
Sivertsen við at geva seinastu
boðini til arbeiðsfólkið. Í morgin
verður aftur ein arbeiðsdagur.
– Ja, her er altíð okkurt at gera.
Tað er gott nokk ikki hvønn dag
at øll eru til arbeiðis. Í dag eru vit
bara 20, greiðir hon frá.
Sjálv var Sigrun 13 ár, tá hon
fyrstu ferð kom til arbeiðis á virk
inum. Í dag hoyrir hon til tann
eldra endan: Starvsfólkini eru í
dag millum 17 og 67 ár.
Ein sirena hoyrist nú inni á
virkinum, sum eitt tekin um at
enn ein góður arbeiðsdagur er av
á Norðfra.
Tey munnu helst gleða seg at
fáa eina fríløtu. Veðrið var ikki
so gott, tá tey fóru til arbeiðis
klokkan 8 í morgun. Nú skínur
sólin bæði oman og niðan.
– So leingi eg orki
Áðrenn Sigrun kom higar á Norð
fra at arbeiða í 1997 aftur, hevði
hon roynt ymiskt, m.a. verið á
háskúla og hevði haraftrat arbeitt
á Roykivirkinum í Klaksvík.
– Tá so virkið lat upp her, prøv
aði eg at søkja um arbeiði, og eg
fekk tað eisini. Glað var eg, tí hetta
var eisini meiri høgligari hjá mær,
greiðir Sigrun frá.
Á Roykivirkinum í Klaksvík
arbeiddi Sigrun mest við laski,
har tey m.a. skóru laks í porsjónir
og royktu laks. Men her norðuri
var øðrvísi.
– Eg byrjaði í saltfiskinum, men
síðani tá hava teir bara vaksið um
framleiðsluna. Ja, eg havi faktist
arbeitt í øllum teimum ymisku
framleiðslunum á virkinum.
– Og í dag eri eg arbeiðsfor
mað ur á virkinum, og geri alt
fyrifallandi arbeiði, sigur tann 56
ára gamla Sigrun. – Hetta er eitt
fantastiska gott arbeiðspláss. Eg
ætli mær í øllum førum at verða
her, so leingi sum eg orki.
»Alt godt fra havet«
Tað hevur verið rættiliga støðugt
arbeiði á virkinum. Nú vit eru
komin fram ímóti endan av mai
mánaði, er tað serliga eitt einstakt
fiskaslag ið tey arbeiða við.
Tey hava nevniliga arbeitt
rætti liga nógvan upsa í seinastuni.
Hann verður skorin í porsjónir
og verður síðani singlefrystur
og pakkaður í serstakar papp
containarar, tey kalla.
Fáa tey fatur á hýsu, verður hon
eisini arbeidd undan, annaðhvørt
hon endar sum 5 punds pakkar
ella at flakið verður raspað.
– Og so gera vit eisini tær væl
smakkandi
frikadellurnar
og
fiska bollarnar. Ja, tú veit: »Alt
godt fra havet«, sigur hon við ein
um brosi.
Tað mesta fer til útheimin,
men líkt er somuleiðis til at føroy
ingum dámar væl tær mongu
framleiðslurnar frá Norðfra í
Norð depli.
Norðfra hevur gjørt tað møgu
ligt hjá fólki at bíleggja vørur
umvegis heimasíðu teirra, og at
fáa vørurnar út til viðskiftafólkini
kring alt landið.
– Eg rokni bara við, at fólki
man dáma okkara vørur. Eg veit
so í øllum førum, at vit selja nógv
– eina forferdiliga rúgvu, slær
Sigrun Sivertsen fast
snorri@sosialurin.fo
VÆl GAGNAST
– Fólki dámar okkara framleiðslu, bæði
føroyingar og útlendingar, sigur Sigrun
Siversen, arbeiðsformaður á Norðfra
Mynd: Jens Kristian Vang
Vit selja nógv – eina
forferdiliga rúgvu
Eg ætli mær at verða her,
so leingi sum eg orki
Í fínari klæðum
Arbeiðsfólkini eru vanliga eini 30 í tali, men mikudagin í farnu viku vóru tey 20.
Tey flestu koma úr bygdunum rundan um virkið, onkur av Viðareiði og onkur úr
Árnafirði, men eingin úr Klaksvík.
Av hesi orsøk kennast tey sera væl, og kunnu eisini práta saman um alt, tá eitt
høvið býðst til tað, m.a. í matsteðginum.
Tá tey eru til arbeiðis ganga tey sum vituligt er í kitli og við húgvu á høvdinum. Men
eftir loknan arbeiðsdag er øðrvísi.
– Tað er næstan so, at tá man møtir hinum arbeiðsfólkunum í býnum, so kennir man
tey nærum ikki aftur beinanvegin. Tá ganga tey í fínari klæðum enn her, sigur hon
við einum brosi.
Og so fáa tey eisini eitt lítið prát har. Jú, samanhaldinum bilar einki.