Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 11 - 17. januar 2002 Nr. 11 - 17. januar 2002 3 Um níggju tíðina í gjár- kvøldið fekk eg deyðs- boðini av mínum góða vini, Johan Niclasen úr Hesti. Hann andaðist á lands- sjúkrahúsinum beint eftir midnátt mánakvøldið eftir stutta songarlegu hesuferð. Hann gjørdist sjeyti. So væl var millum okk- um, at eg varð uppringdur av einum bróðursoni hans- ara, og hann gav mær boð- ini, sum eg hoyrdi til tey allar nærmastu. Slíkt fløvar og kenslurnar eru flógvar fyri tí deyða, sum nú liggur lík og verður gjørdur klárur til seinastu ferðina her á fold. Sálin er langt síðan farin á flog mót vestri og hon stevnir nú móti tí landi, sum hugur Johans stóð til alt lívið, og sum hann var fullvísur í at síggja ein dag, landið har ævinleikin er veruleiki hjá tí sum trýr. Og eg lá beint undir hon- um, tá hann doyði. Liggi sjálvur innlagdur á B6 fyri ein minni skavank og eg visti av ongum, Men eg vitjaði hann ikki og segði honum ikki farvæl, eg visti ikki at hann lá á B8. Soleiðis skuldi hetta verða og soleiðis verður. Johan, við sera vánaligari heilsu í mong Harrans ár, fekk fleiri dagar her á fold enn so mangur annar, nógv frískari enn hann. Við søgdu hvørjum øðr- um farvæl stutt undan jól- um í fjør í sjálvari jóla- vikuni. Tað er ikki ein mánaður síðan. Eg var úti og gjørdi ein samrøðu við hann um Ísrael og hví hann var so heitur talsmaður fyri hesum landi, sum fer so harðliga fram í hesum døg- um. Tað gjørdist til ein hugnaligan dag við óførum blíðskapi og nógvum góð- um práti. Tá vit søgdu farvæl niðri á bakkanum í Hesti beint oman fyri havnalagið, var tað ein køld hond eg tók í. Følin og sjúkur sá hann út, men eg hugsaði, soleiðis hevur hann sæð út so ofta, og eg gleddi meg til at heilsa upp á hann aftur í summar. Nú heldur hann til á heitari leiðum og har setir sólin ongantíð. Meðan vit skulu gjøgnum hendan veturin, og enn er myrkt, so er Johan komin til æviga summarlandið, har ferða- maður enn ongantíð er komin aftur og har alt er gott. Tað er við virðing, at eg í hesum fátæksligu reglum, sigi vinmanninum Johan í Hesti farvæl. Hann stríddist fyri sínum og hann hevði nógvar vinir. Men hann stríddist ikki bara fyri sín- um, hann hevði eina turka- trúgv upp á hetta land, Føroyar, og hetta fólk, føroyingar, og hann var eisini fullvísur í, at einaferð fór at verða friður í Ísrael. Hann ivaðist ikki, tí skriftin segði so, og Johan var ikki ein maður, sum setti spurn- artekin til skriftina. Hann var væl inni í henni og hann trúi hvørjum komma í Halgubók. Nú er lívsfjørðurin rógv- in, Johan, eftir vantar bert at flyta teg fyri seinastu ferð yvir Hestfjørð, inn í havnina, sum tú stríddist so manniliga fyri, og niðan í kirkjugarðin. Men fyrst eitt legg inn í vøkru hvítu kirkj- una í Hesti, ið eftir hvat eg havi hoyrt, goymir eitt satt listaverk av grótarbeiði innan fyri spekkingina, so vakurt, at tað stendur einki aftan fyri Amtmannsborg- ina. Og í kirkjugarðinum fara tínar jarðisku leivdir at hvíla til einaferð, til tann eina dag, og hvussu alt tá fer at henda havi eg ikki skil fyri, men tað hendir til tað góða, tí trúði tú og tí trúgvi eg. Tankar mínir eru hjá tykkum, Hermandu og systrini, og so tí velduga skara, sum stóð Johan nær, og sum hóast sorgina kann fáa eitt smíl á varrar, tá tey hugsa um, hvussu nógv Johan hevði at geva, tá hann var okkara millum. Lat okkum minnast hann sum var, spilllivandi og fittur, og ikki sum nú, nú hann liggur í hvítu kistuni og sál hans í góðum hond- um fyri handan. Meðan eg ynski frið yvir minni tínum, Johan, kemur hetta ørindið fram fyri meg úr vakra sálmi Grundtvigs, “At sige verden ret farvel”. “Men kommer døden førend du (Jesus) kom da i løn, og kom i hug, hvor mørkt det er i graven! Omstraal mig, saa jeg glemmer den, salv øjet paa din syge ven, saa jeg kan de Guds-haven! vinarliga Jústinus Leivsson Eidesgaard Johan Niclasen úr Hesti til áminnis Tað gleðir meg, at øll eru nøgd við vitjanina hjá Anders Fogh Rasmussen, tí hesum hava øll áhuga í, sigur Frank Jensen, fyrrverandi løgmála- ráðharri, sum tó ikki heldur, at forsætis- ráðharrin borðreiddi við einum nýggjum politikki mótvegis Føroyum FØROYA-POLITIKKUR Magnus Dam Christiansborg – Tað, sum Anders Fogh Rasmussen gjørdi í Føroy- um, var bara at staðfesta, at nýggja stjórnin heldur fram við politikkinum hjá und- anfarnu stjórnini. Tað held- ur fyrrverandi løgmálaráð- harrin, Frank Jensen, úr danska Javnaðarflokkinum. Hann hevur ilt við at fáa eyga á nakran nýggjan politikk mótvegis Føroy- um, soleiðis sum løgmaður og varaløgmaður hava sagt. Teir halda báðir, at vitjanin hjá Anders Fogh var eitt avgerandi gjøgnumbrot og ein stórur sigur fyri polit- ikkin hjá landsstýrinum. – Tað er at fegnast um, at føroyingar – eisini and- støðuflokkarnir – eru nøgd- ir, og at samstarvið millum Føroyar og Danmark er gott, men eg havi ilt við at síggja hetta sum annað enn eitt framhald av tí, sum undanfarna stjórnin og landsstýrið samdust um. Frank Jensen vísir millum annað á, at tað var við hon- um sum løgmálaráðharra, at landsstýrið og stjórnin avtalaðu at seta gongd á ar- beiðið at yvirtaka løgregl- una og rættarskipanina, og tí er einki nýtt í tí, at Anders Fogh Rasmussen sigur, at hetta arbeiðið heldur fram. Framvegis breið semja Undanfarna stjórnin hevði breiðan stuðul í Fólkating- inum fyri politikkinum hjá sær mótvegis Føroyum. Líkt er til, at hendan breiða semjan framvegis er at finna í Fólkatinginum, hóast val hevur verið. Frank Jensen vísir á fel- agslýsingina hjá løgmanni og forsætisráðharranum, har tað stendur, at stjórnin vil samstarva um yvirtøkur innanfyri grundlógina og ríkisfelagsskapin. – Hetta er tað, sum und- anfarna stjórnin fleiri ferðir hevur borið fram, og tí taka vit undir við hesum, sigur Frank Jensen – At landsstýrið so sær hetta sum eitt avgerandi gjøgnumbrot, tað havi eg tað fínt við, leggur Frank Jensen afturat. Fyrrapartin í dag skal Anders Fogh Rasmussen á fund við 21-mannanevnd- ina viðvíkjandi Føroyum hjá Fólkatinginum, har eitt nú Frank Jensen er limur. Forsætisráðharrin er biðin um at koma á fund við nevndina at greiða frá vitjanini í Føroyum. Lisbeth L. Petersen er eisini limur í Føroyanevnd- ini, og tað sama er Lars Emil Johansen úr Siumut, sum er partur av Norður- atlantsbólkinum, har Høgni Hoydal og Kuupik Kleist eisini eru limir. Á fundin- um fer forsætisráðharrin at leggja fram úrslitini av vitjanini í Føroyum, og nevndarlimirnir fáa høvi at seta spurningar og annars geva til kennar, um teir taka undir við kósini hjá stjórn- ini. Gott at øll eru glað C M Y K 3 2 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo