Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 11 - 17. januar 2002 Nr. 11 - 17. januar 2002 5 - Eingin hevur nakrantíð sagt við meg, at eg kann tað sama halda uppat at gjalda til dagpeninga- skipanina, tí eg havi kortini ikki rætt til nakað, sigur Leila á Lofti, sum rekur fysioterapistovu á Argjum DAGPENGAR Turið Kjølbro Ikki bara listafólk eru við sviðusoð, nú dagpeninga- lógin er broytt. Eisini smærri sjálvstøðug arbeiðs- pláss eru burturvíst úr Sjálvbodnu Dagpeninga- skipanini. Leila á Lofti, sum rekur fysioterapistovu á Argjum, fekk seinasta summar at vita frá Al- mannastovuni, at hon ikki longur hevur rætt til sjúkra- pengar frá Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini, um hon verður sjúk. Fysio- terapistovan er smápartafe- lag, og megnar ikki at gjalda løn til starvsfólk, verða tey sjúk. - Í mínum føri er parta- felagið bara eg. Arbeiði eg ikki, fái eg heldur onga løn. Eg má fáa A-inntøku sambært smápartafelags- lógini og átti tí sum onnur havt rætt til løn vegna sjúku, men havi umframt tað tryggjað meg, helt eg, við eisini at gjalda til Sjálvbodnu Dagpeninga- skipanina. - Smápartafelag stovnaði eg, tí tað sambært ráðgev- ing skuldi gjørt viður- skiftini einfaldari, men eg haldi, at fólk eiga at fáa at vita, tá ið tey tekna smá- partafeløg, hvussu tey eru fyri, um tey verða sjúk. Eingin hevur nakrantíð sagt við meg, at eg kann tað sama halda uppat at gjalda til dagpeningaskipanina, tí eg havi kortini ikki rætt til nakað, sigur Leila á Lofti. Ikki lagt upp fyri Fyri tveimum árum síðani setti Leila á Lofti, sum tá aftur kom í hornatøkur við dagpeningaskipanina, seg í samband við sakføraran hjá sínum fakfelag fyri at fáa greiði á hesum viðurskift- um. - Eg bað sakføraran hjá Føroyskum fysioterapeut- um, um at hjálpa til við hesum principiella máli, tí vit eru fleiri fysioterapi- klinikkir, ið eru skipaðar sum smápartafeløg, men nú er tvey ár liðin, og eg havi onki frætt aftur enn. Um eingin avtala er við arbeiðsgevaran, sigur lógin fyri starvsmenn, at lønmót- takarin skal hava løn frá dagpeningaskipanini, verð- ur hann sjúkur. Dagpen- ingaskipanin heintar síðani peningin aftur frá arbeiðs- gevaranum. - Hetta ber jú ikki til í mínum føri, tí í lønar- og útreiðslupartinum, vit hava samráðst okkum til við Sjúkrakassan, er als ikki lagt upp fyri slíkum. Al- manna- og heilsumálastýrið skal góðkenna sáttmálan, vit arbeiða eftir, so tey vita akkurát, hvørjar umstøður vit arbeiða undir, sigur Leila á Lofti. Vánalig málsviðgerð Leila á Lofti hevur goldið til Sjálvbodnu Dagpeninga- skipanini síðani 1989. - Tá ið kunningin kom frá Almannastovuni, gjørdist eg ikki klókk. Tað er sum um ein kann vænta hvat sum helst haðani. Tíbetur havi eg ikki brúk fyri dag- pengum nú, men eg setti meg beinanvegin í samband við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum við nøkrum spurningum, sum eg ikki havi fingið svar uppá enn. At venda mær til dagpeningaskipanina, kom mær ikki til hugs, tí hvørja ferð eg havi tosað við fólk har, havi eg kent meg ógvu- liga illa. Følt tað sum um tey halda, at eg snýti tey, og tá er okkurt heilt galið. Málsviðgerðin er ikki so- leiðis, at tú følir tey royna at hjálpa tær. Eins og listakvinnurnar, vit høvdu samrøðu við í blaðnum í gjár greiða frá, hevur Leila á Lofti eisini hvørja ferð, hon hevur havt rætt til dagpening, verið noydd at stríðst og strevast fyri at fáa eitt oyra. Fyrstu ferð í 1993, tá ið hon og maðurin ættleiddu fyrsta barnið. Tá var eingin bar- silsgrunnur, men foreldur, sum ættleiddu børn og ikki vóru almenn sett, høvdu heldur ikki rætt til dagpen- ing í barnsburðarfarloyvin- um. - Eg havi verið noydd at leika í hvørja ferð, hóast eg altíð havi havt sjúkraváttan, sum er treytin. Í 1993 tók eg kampin upp, skrivaði til landsstýrismannin, sum hevði økið um hendi, og tað endaði við eftir tógvið stríð, at eisini ikki alment lønt foreldur, sum ættleiða, fáa dagpengar í barnsburð- artíðini. At stríðast við myndugleikarnar er ikki tað, tú hevur bestan hug til, tá ið tú akkurát hevur fingið eitt barn, sigur Leila á Lofti. Gevst ikki Verður Leila sjúk í longri ella styttri tíðarskeið, koma eingir pengar í kassan. - Einasti møguleiki er at fara í bankan og útseta lán. Eg má bara vóna, at eg ikki blívi sjúk. Hon ætlar sær kortini ikki at gevast á hendur nú hon eftir 13 ár er tveitt úr Dagpeningaskipanini. - Eg havi ongantíð verið ein, sum gevi skarvin yvir á hálvari leið, so sjálvandi stríðist eg víðari. Tá ið tú ert sjúkur og illa fyri orkar tú ikki at stríðast. Eg rokni við, at løgtingslimirnir, ið atkvøddu fyri antin hava sovið í tímanum ella eru skeivt kunnaðir, tá ið teir broyttu dagpeningalógina. Við sviðusoð í nýggju dagpeningalógini - Eg rokni við, at løgtings- limirnir, ið atkvøddu fyri antin hava sovið í tímanum ella eru skeivt kunnaðir, tá ið teir broyttu dagpeninga- lógina, sigur Leila á Lofti, fysioterapeutur Føroya Skúlabóka- grunnur hevur givið út heftið “Deutsch schreiben” eftir André Niclasen, lærara í Føroya Studentaskúla ÚTGÁVA “Deutsch schreiben” er ætlað teimum, sum hava fingið eina grundleggjandi undirvísing í týskum. Tað kann verða brúkt í 10. flokki fólkaskúlans, í mið- námsskúlunum og sum sjálvlestur hjá teimum, ið vilja duga betur týskt mál. Her verða tey mest um- ráðandi økini í týskari mállæru viðgjørd við ser- ligum denti á sagnorða- bending, at brúka føllini og at gera setningar. Til hvørt mállærufyri- brigdi eru smá stykkir á føroyskum at umseta til týskt. Glosur eru uppgivnar undir hvørjum stykki at lætta um arbeiðið. Stykkini kunnu verða brúkt til bæði skrivliga og munnliga gjøgnumgongd. Aftast í bókini eru samanhangandi tekstir at umseta, umframt listar við sterkt bendum sagnorðum og frágreiðing- um til mállæruorð við dømum. Einars Prent hevur um- brotið, prentað og heft. “Deutsch schreiben” er 74 blaðsíður og fæst í bóka- búðunum fyri 96 krónur. Skrivligt týskt - Tá viðgerðin var í tinginum um broyt- ingarnar í dagpen- ingaskipanini var ongin ivi um, at pol- itiski viljin var at betra um umstøður- nar hjá teimum, sum vóru knýtt at hesi skipan, sigur Annita á Fríðriksmørk, ting- kvinna, sum undrast yvir, at fólk, sum onga aðra trygging hava í sambandi við sjúkra- fráveru eru koyrd úr skipanini DAGPENGAR Turið Kjølbro Týsdagin setti Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna, skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í al- manna- og heilsumálum viðvíkjandi dagpeningar- skipanini, sum varð broytt seinasta summar. Ting- kvinnan vil hava at vita, hvussu nógv fólk hava fingið boð um, at tey eru koyrd úr dagpeningaskip- anini síðani løgtingslógin nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m. kom í gildi. Eisini vil hon hava at vita, hvør orsøkin er til, at tey eru koyrd úr skip- anini, hvussu hesi fólk, sum eru koyrd úr skipanini, eru tryggjað inntøku, um tey gerast sjúk. Hon vil eisini hava at vita, um lands- stýrismaðurin hevur orðað tær reglur og tær kunn- gerðir, sum í lógini standa at skula koma í gildi, og um ikki, nær hetta verður gjørt. Í viðmerkingum til fyri- spurningin sigur tingkvinn- an, at hon hevur fingið upp- lýst, at talan er serliga um fólk, sum eru sjálvstøðugt vinnurekandi og sum hava lítið virki, ið seinastu átta mánaðirnar eru koyrd úr dagpeningaskipanini - At vera knýtt at dag- peningaskipanini hevur stóran týdning fyri hesi fólk, tí tey standa á berum, um tey av eini ella aðrari orsøk gerast sjúk og ikki kunnu forvinna til lívsins uppihald hetta tíðarskeið. Tey eru so fá — og tosa vit um sjálvstøðugt vinnurek- andi, er oftast talan um ein- staklingar. Tí er tørvurin so mikið størri hjá hesum arbeiðsplássi at vera knýtt at eini skipan, sum kann tryggja arbeiðsfólkið løn vegna sjúku, um tað skuldi gjørt neyðug. Tað var ein tryggleiki hjá hesum at vera limir í skipanini, sum tey goldu til mánaðarliga, verður sagt í viðmerking- unum. Klípini í samfelagnum Annita á Fríðriksmørk heldur, at samgongan eigur at gera alt fyri at birta upp undir møguleikan hjá smá- um virkjum og sjálvstøðug- um vinnurekandi at verða verandi virkin í sínum arbeiði. - Hetta eru tey klípini í samfelagnum, sum hvør í sínum lagi eru við til at menna og uppbyggja okk- ara vinnuførleika og sam- leika, og sum við tógvið stríð hava fingið tað virk- semi at koyra, sum tey brenna fyri og sum tey van- liga leggja nógv størri orku í enn, hvat hetta kastar av sær av fíggjarliga. Oftast er tað áhugin, sum drívur verkið hjá hesum smáu fyritakandi runt um í land- inum, og tí er tað stórt spell, um hesi ikki hava møguleika fyri at tryggja sítt lítla virksemi fyri sjúkradagar, sum kunnu stinga seg upp inn í millum. - Hesi hava sum er ongan annan møguleika at tryggja seg fyri sjúkrafráveru, og tí er tað sera óheppið um hesi verða koyrd úr tí skipan, sum tey sjálvi annars hava rindað til, og sum virkar sum ein trygd fyri arbeiðs- plássið. - Tá viðgerðin var í tingi- num um broytingarnar í dagpeningaskipanini var ongin ivi um, at politiski viljin var at betra um um- støðurnar hjá teimum, sum vóru knýtt at hesi skipan. Men síðani er so tað hent, at fleiri fólk, sum vóru lim- ir í skipanini, eru koyrd út. Og tað er at undrast yvir, tá hugsað verður um, at hesi onga aðra skipan hava at tryggja sítt virksemi fyri sjúkrafráveru. Í lógini er í sjey greinum orðað, at landsstýrismaður- in skal gera reglur og kunn- gerðir. Og hesar eru eisini avgerandi fyri, hvussu lóg- in sum heild kann umsitast. Annita á Fríðriksmørk vil tí fegin vita, hvat røkist fyri hesum reglum og kunn- gerðum. Annita á Fríðriksmørk: Vil hava at vita, hví fólk eru koyrd úr Dagpeningaskipanini - Tað er sera óheppið at sjálvstøðug vinnurekandi verða koyrd úr tí skipan, sum tey sjálvi annars hava rindað til, og sum virkar sum ein trygd fyri arbeiðsplássið, sigur Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna - Tá ið man roynir at klára seg sjálva og hevur bygt eitt arb- eiðspláss upp, átti onkur annar útvegur verið enn forsorgar- hjálp. Tí má eg bara skúgva tankan um at eg kann gerast sjúk, til viks, sigur Unnur Jensen, sum rekur tannlæknastovu í Havn DAGPENGAR Turið Kjølbro - Tíbetur havi eg bert havt brúk fyri dagpengum eina ferð øll hesi ár, og hóast tað eg fekk haðani var ógvuliga lítið, var tað kortini betri enn einki, sigur Unnur Jen- sen, tannlækni í Havn. Hon hevur havt einstak- lingavirki í eini tíggju ár, men stovnaði fyri tveimum árum síðani smápartafelag og fór tískil uppí Sjálv- bodnu Dagpeningaskipan- ina. Men seinasta summar, eftir, at nýggja dagpeninga- lógin kom í gildi, fekk hon at vita frá Dagpeninga- deildini á Almannastovuni, at hon ikki longur hevur rætt til útgjald, verður hon sjúk. - Tá ið tú einsamøll rekur eitt privat virki, sum eg eina tannlæknastovu, ert tú sjálv inntøkukeldan. Eg kann ikki biðja klinikk- genturnar arbeiða fyri meg. Verði eg sjúk, steðgar inn- tøkan til alt virkið, men lønir til arbeiðsfólkið og fastar útreiðslur annars skulu gjaldast kortini. Dag- pengar til mín sjálvs í sjúk- rafráveru kunnu kortini ikki vigast upp ímóti øllum teimum útreiðslunum, men í besta føri partvíst mín egna tørv. Tískil ber tað rætt og slætt als ikki til hjá mær at vera heima vegna sjúku. Verði eg sjúk, má eg sum skjótast til arbeiðis aftur og eisini royna at heinta tað inn aftur, sum er mist, sigur Unnur Jensen. Tung ábyrgd Tað er ein ógvuliga stór ábyrgd at vera einasta inn- tøkukeldan á einum arb- eiðsplássi. Unnur Jensen sigur, at tað als ikki ber til at leggja upp fyri løn undir sjúku á útreiðslusíðuni á einum lítlum virki, tá ið út- reiðslurnar eru so nógvar. - Eg royni at skúgva tank- an, at eg kann gerast sjúk, til viks. Tað er ógvuliga tungt. So leingi tað gongur væl, hugsar tú kanska ikki so nógv yvir tað. Eg kann aldri verða heima sjúk við góðari samvitsku, tá ið tað gongur út yvir alt arbeiðs- plássið. Hon hevur kortini einki boð uppá, hvussu ein trygg- jar seg á bestan hátt. Enn er í Føroyum ikki møguleiki at tekna trygging fyri alt virkið, har allar útreiðslur- nar eru innroknaðar einum útgjaldi, verður inntøku- keldan sjúk. - Ein slík trygging hevði gjørt allan munin, men at arbeiða fram ímóti eini betri trygging, hevur víst seg at verða ógvuliga tungt og krevjandi. Øll, sum hava privat virki við bert einari inntøkukeldu, hava somu kor. Tað ber ikki til í mínum føri at fáa nakran annan at gera arbeiðið fyri teg. Virki, har onnur kunnu á- taka sær arbeiðið hjá tí, sum verður sjúkur, eru øðr- vísi fyri, sigur Unnur Jen- sen. At forsorgarhjálp er ein- asta hjálpin, hon kann fáa, verður hon sjúk, heldur Unnur Jensen, vera heilt burturvið. - Tá ið man roynir at klára seg sjálva og hevur bygt eitt arbeiðspláss upp, átti onkur annar útvegur verið enn forsorgarhjálp. Tað er rættiliga mannmink- andi. Tá er virkið longu farið fyri bakka. Í veruleik- anum eru smá privat arb- eiðspláss verri fyri, enn onnur, tá ið tað ræður um løn undir sjúku. Forsorgarhjálp er mannminkandi C M Y K 5 4