hósdagur 17. januar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 11 - 17. januar 2002
Nr. 11 - 17. januar 2002
7
Yngri sum eldri fólk í
Føroyum kring alt
landið fáa nú at
møguleikan at taka
eina útbúgving sum
fjarlesandi á lærdum
háskúla í Aberdeen.
Eftir trý ár og 10-12
tímum um vikuna,
kanst tú kalla teg
master í leiðslu og
fyrisiting. Útbúgving-
ingarmøguleikin er
úrslit av samstarvið
millum BP, Føroya
Handilsskúla og
Robert Gordon
University í Aberdeen
ÚTBÚGVING
Heri á Rógvi
Handilsmaðurin í Svínoy,
húsmóðurin í Nólsoy og
seyðamaðurin
suðuri
í
Sumba hava nú, eins og
restin
av
føroyingum,
møguleika at taka eina út-
búgving á lærdum háskúla í
Aberdeen, uttan at fara
útum dyrnar.
Tað einasta, sum krevst,
er: Universitetsútbúgving
ella tilsvarandi útbúgving,
útbúgving frá øðrum góð-
kendum lærustovni, eitt nú
lærari ella hægri handils-
skúli ella viðkomandi yrk-
is-, handils- ella aðra før-
leikagevandi arbeiðsroynd-
ir á einum stigi, ið heimilar
fráviki frá vanligu upptøku-
krøvunum.
Ella sagt við øðrum orð-
um: Ein ógvuliga stórur
partur av føroyska vinnu-
lívinum og arbeiðsføraskar-
anum hevur møguleikan at
søkja og sleppa inn.
Fjarundirvísing
Í fyrstu atløgu verða 20 før-
oyingar tiknir upp og eftir
trý kunnu hesir, um teir eru
áhaldnir og gera tað sum
krevst, kalla seg fyri master
í leiðslu og fyrisiting.
Útbúgvingin er løgd til
rættis sum parttíðarundir-
vísing við fjarlestri. Talan
er sum sagt um eina master
útbúgving í virkisleiðslu
við heitinum Management
Studies Course.
Útbúgvingin er á einari
deild á Robert Gordon Uni-
versity í Aberdeen, ið kall-
ast fyri Univation. Hetta er
ein deild, ið skipar fyri fjar-
lestri um allan heim, og nú
eru túrurin eisini komin til
Føroya.
Tey lesandi í Føroyum
fáa alt tilfarið sendandi, og
við stuðilinum frá BP, so
kemur tað ikki at kosta
nøkrum nakað at taka út-
búgvingina.
Í Føroyum verður tað
Føroya Handilsskúli, sum
kemur at hjálpa teimum
lesandi við ymiskum.
Talan er um eina viður-
kenda útbúgving á lærdum
háskúla í Aberdeen, sum
føroyingar
ókeypis
fáa
møguleikan at taka eina út-
búgving. Tá talan er um
lærdan háskúla, so merkir
hetta eisini, at talan er um
eitt høgt støði. Tað verður
mett, at tey lesandi skulu
nýta einar 10-12 tímar um
vikuna fyri at fylgja undir-
vísingini og klára próvtøk-
urnar. Tað er sostatt tey les-
andi sjálvi, ið leggja sín
lestur til rættis.
Tær próvtøkur, ið vera
fyri tey lesandi, vera allir
skrivligar. Undirvísingin er
skipað soleiðis, at tey les-
andi taka eitt skeið við ein-
ari lærugrein í senn. Tá ið
ein lærugrein er liðug, so
verður farið til próvtøku.
Tilsamans eru átta læru-
greinir; fýra á hvørjum av
teimum fyrstu tveimum
árunum. Triðja árið verður
nýtt til eina høvuðsritgerð.
Próvtøkurnar verða allar
fyriskipaðar
á
Føroya
Handilsskúla og, eins og
undirvísingartilfari, verða
hesar eisini á enskum máli.
Næmingar verða innskriv-
aðir á Virtual Cambus hjá
Robert Gordon University
og ígjøgnum hesa skipan
verður eisini møguligt at
koma í samband við veg-
leiðara í Aberdeen. Um-
framt verður tað eisini skip-
að fyri skeiðum á Føroya
Handilsskúla, har tey les-
andi kunnu samskifta við
hvønn annan og ein lærara.
Hesar dagarnar verða lagdir
við byrjanina og endan av
einum skeiði.
Samstarv
Sum partur av loyvinum hjá
BP í Føroyum, so hevur fel-
agið eisini bundið sig til at
stuðlað føroyska samfel-
agnum við førleika menn-
ing og øðrum í sambandi
við kollvetnistilgongdina.
Hjarnar Djurhuus, stjóri
fyri BP í Føroyum, sigur, at
BP hevur lagt stóran dent á
at stuðla útbúgving og
venjing, sum byggir á
handilsliga og tøkniliga
vitan og kunnleika.
Hann metir harumframt
hetta vera at gott at høvi at
stuðla, tí hetta gevur møgu-
leikar hjá øllum at útbúgva
seg, uttan mun til, hvar í
landinum tú býrt. Eisini tey,
sum kanska ikki hava
møguleikan at ganga til
undirvísing til ávísar tíðir,
hava nú møguleikan at fáa
eina góða útbúgving.
Hjarnar sigur harum-
framt, at BP vónar ein tílík
útbúgving fer at gera sítt til
at økja um áhugaverdar og
lønandi starvsmøguleikar
hjá fólki, ið annars ikki
hevði havt høvi at tikið lut í
hægri lestri.
Elsa Maria Holm Olsen,
deildarstjóri
á
Føroya
Handilsskúla, sigur, at upp-
gáva Føroya Handilsskúla
verður at tryggja, at tey les-
andi fáa so góðar umstøður
at lesa fjarlestur í sum gjør-
ligt. Føroya Handilsskúli
verður binandi liðurin mill-
um tey lesandi og Robert
Gordon University.
Stjórin
fyri
Føroya
Handilsskúla,
Ragnar
Magnussen, sigur harum-
framt, at hetta hóskar væl
saman við teimum ætlan-
um, sum Føroya Handils-
skúli hevur sett sær. Ætlan-
in er nevniliga, at innanfyri
eitt ávíst áramál, skal Før-
oya Handilsskúli kunna
bjóða útbúgvingar á bache-
lor (BS) stigi.
Lýsingar verða setta í
bløðini í næstum, har søkt
verður eftir umsóknum.
Sjálv útbúgvingin byrjar 4.
mars. Skipað verður fyri
kunnandi fundi áðrenn, fyri
øllum teimum, ið hava
áhuga.
Allan dagin í gjár (miku-
dagin) vóru fólk í ferða-
vinnuni í Føroyum á evnis-
degi í Norðurlandahúsin-
um. Heitið á evnisdegnum
var ferðavinna og økis-
menning. Luttøkan var eis-
ini rímiliga góð, og fleiri
fyrilestrar vóru eisini á
skránni.
Millum
helt
Bergur Olsen, fuglafrøð-
ingur fyrilestur um burða-
dygga ferðavinnu og fugla-
lív. Tórálvur Weihe tosaði
eisini um skelting.
Eisin útlendskir gestir úr
Hetlandi og Danmark vóru
við á evnisdegnum.
Evnisdagurin endaði við
einum panelfundi. Tað eru
Ferðaráð Føroya og Vinnu-
málastýrið sum í felag
skipa fyri degnum.
Lesið meira um evnisdagin
í Sosialinum í morgin.
Fjarlestur til yngri og eldri
Evnisdagur um økismenning
Heilt fitt av fólki var á evnisdegnum um ferðavinnu og
økismenning í Norðurlandahúsinum
mynd: Jens Kristian Vang
Elsa Maria Holm Olsen, deildarstjóri á Føroya Handilsskúla, Stjórin fyri Føroya Handilsskúla, Ragnar Magnussen, og Hjarnar
Djurhuus frá BP hava góðar vónir um hetta nýggja útbúgvingar tilboðið, ið tey skipað fyri í felag við lærdum háskúla í Skotlandi
Mynd: Jens Kristina Vang
Her skrivað Ragnar Magnussen og Hjarnar Djurhuus undir
upp á samstarvsavtaluna teirra millum.
Fleiri ferðir hetta
valskeiðið er tað hent,
at landsstýrisfólk
hava lagt frá sær og
tikið sæti aftur á
tingi. Tey hava tá
fingið bæði lands-
sstýris- og løgtings-
løn. Hetta skal ikki
bera til longur
POLITIKARALØNIR
Eirikur Lindenskov
– Tað kann ikki vera rætt, at
føroyski skattaborgarin skal
gjalda sama persóni fulla
løgtings- og landsstýris-
mannaløn.
Tað heldur Alfred Olsen,
løgtingsmaður Sambands-
floksins, sum hevur skotið
upp at broyta lóg um sam-
sýning og eftirløn lands-
stýrismanna. Løgtingið fer
á fundi í dag at viðgera
uppskotið.
Í viðmerkingunum til
uppskotið
vísir
Alfred
Olsen á, at tað fleiri ferðir
eru farnar fram útskiftingar
í landsstýrinum hetta val-
skeiðið, og at løgtingið
hevur verið noytt at játta
pening á eykafíggjarlógum
fyri at gjalda hesar dupult-
lønir, tí landsstýrismaður,
sum fer frá, hevur rætt til
løn í hálvt ár, samstundis
sum hann – um hann er
valdur tingmaður og tekur
aftur sæti á tingi – eisini
hevur rætt til fulla ting-
mannaløn.
Við hesi grundgeving
skjýtur sambandstingmað-
urin upp at broyta lógina.
Annars varð henda lógar-
broyting framd, tá løgtingið
í mai í fjør samtykti broyt-
ingar í lóg um løn og sam-
sýning landsstýrismanna.
Men av tí mikla rumbli,
sum stóðst av málinum,
bakkaði løgtingið og tók av
aftur lógina, áðrenn hon átti
at koma í gildi, 1. januar í
ár.
Tískil varð bakkað aftur
til lógina, sum varð samtykt
í 1992 og lýst at koma í
gildi 8. januar 1993.
Tingmenn skulu bara hava eina løn
14. desember 1998 fer John Petersen frá sum
landsstýrismaður og Jørgen Niclasen tekur við. John
Petersen varð valdur tingmaður, men tók ikki sæti á
tingi.
28. mars 2000 fer Signar á Brúnni frá sum
landsstýrismaður og tekur aftur sæti á tingi. Hann
fær landsstýrismannaløn í hálvt ár samstundis sum
hann fær tingmannaløn.
14. juni 2001 leggur Tórbjørn Jacbosen frá sum
landsstýrismaður. Hann varð ikki valdur á ting
18. august 2000 leggur Finnbogi Arge frá sær sum
landsstýrismaður. Hann varð ikki valdur á ting í
1998, men av tí at Bjarni Djurholm loysir hann av
sum landsstýrismaður, tekur Finnbogi Arge tí sæti á
tingi – og fær bæði landsstýris- og tingmannaløn.
26. februar 2001 fer Helena Dam á Neystabø frá
sum landsstýriskvinna. Hon tekur aftur sæti á tingi,
og hon fær bæði løgtings- og landsstýrisløn.
Verður lógin ikki broytt, kunnu allir núsitandi
landsstýrismenn og løgmaður fáa dupulta løn, verða
teir valdir á ting aftur á løgtingsvalinum komandi –
um teir altso ikki halda fram í landsstýrinum.
Enn einaferð skulu tingmenn
viðgera lønarviðurskiftini hjá
landsstýrismonnum.
Hesaferð er tað Alfred Olsen
úr Sambandsflokkinum, sum
skjýtur upp, at tá
landsstýrismaður tekur sæti
aftur á tingi, skal hann ikki
fáa dupulta løn í hálvt ár…
TINGFUNDUR
Eirikur Lindenskov
Á tingfundinum í dag eru
tvey onnur mál til við-
gerðar, umframt málið um
landsstýrismannalønirnar.
Á skránni er fyrsta við-
gerð av uppskotinum hjá
Hans Paula Strøm úr Javn-
aðarflokkinum um løg-
tingslóg um marknaðarfør-
ing. Saman við hesi við-
gerð er eisini fyrsta við-
gerð av uppskotinum hjá
Hans Paula Strøm úr Javn-
aðarflokkinum um brúk-
aranevnd. Málini verða
viðgjørd undir einum og
verða
beind
í
vinnu-
nevndina.
Tingfundurin í dag byrj-
ar klokkan 13:30.
Broytingar í
landsstýrinum
síðani 15. mai 1998
Signar á Brúnni, Finnbogi
Arge og Helena Dam á
Neystabø hava fingið
landsstýrismannalønir í
tilsamans eitt ár, samstundis
sum tey hava fingið
tingmannaløn. Um hetta skal
ber til næstu ferð,
landsstýrismaður fer frá, skal
tingið taka støðu til í dag
RUSK
Irf
Gráu posarnir til rusk, sum
skal brennast, verða bornir
út tvær ferðir um árið.
Hvørt húski fær eina rullu
við 26 gráum posum hvørja
ferð. Harafturat fær hvørt
húski 12 hvítar posar til
pappír og papp til alt 2002
og fyrstu mánaðarnar av
2003.
Gráu posarnir
At vera rusksavnari er hart
og stundum ónosligt ar-
beiðið. Í teimum størru økj-
unum tekur hvør innsavnari
umleið 1000 gráar posar,
sum viga góð 11 kg hvør,
um
vikuna.
Harafturat
ganga teir minst 40 km um
vikuna við einum bundi av
posum uppi á sær, soleiðis
at teir kunnu leggja ein
nýggjan posa eftir seg, har
teir hava tikið ein.
IRF arbeiðir við eini ætl-
an um at betra um arbeiðs-
umstøðurnar hjá innsavnar-
unum. Fyrsta stigið er at
minka um arbeiðið við at
bera tómar posar út til
hvørt húski. Hetta verður
gjørt á tann hátt, at hvørt
húski fær eina rullu við 26
ruskposum tvær ferðir um
árið. Fyrra rullan verður
borin út í viku 3 í ár og skal
hon í einum vanligum hús-
arhaldi røkka frá og við
viku 3 til og við viku 28.
Á posarnar er prentað, at
hetta eru posar frá IRF og
teir eru til rusk, sum skal
brennast.
Innsavnararnir
taka bert posar, sum eru frá
IRF. Ein gráur posi verður
tikin frá hvørjum húski um
vikuna. Ávís húski kunnu
fáa undantak at lata tveir
gráar posar um vikuna.
Hevur eitt húski meira rusk
eina viku enn hóskandi er
at lata í ein gráan posa,
eigur tað at verða latið á
bingjuplássið í kommununi
ella at bíða til eina seinni
viku.
IRF fer seinni at arbeiða
við at fáa flestu ruskstativ
til gráu posarnar at standa
betur í tráð við tað, sum er
fyriskrivað í Reglugerð um
ruskinnsavning frá Ar-
beiðseftirlitinum.
Kann
hvør av okkum stytta
gongdina, sum ruskpos-
arnir skulu berast við t.d. 5
metrum, ber hvør innsavn-
arari 11 kg einar 5000
metrar stytri hvørja viku
ella einar 250 km stytri um
árið. Víst verður annars til
kunningarsíðurnar
fyri
mars og apríl í júst út-
komna IRF-kalendaranum.
Vert er longu nú at kanna
eftir, um ruskstativið stend-
ur á hóskandi stað í mun til
reglugerðina.
Hvítu posarnir
Tær komandi vikurnar fær
hvørt húski í IRF-kommun-
unum ein stakk við 12 hvít-
um posum. Ein hvítur posi
verður heintaður frá hvørj-
um húski fimtu hvørja
viku, so 12 posar eru til alt
2002 og fyrstu mánaðarnar
av 2003.
Byrjað verður at bera
posar út í Øki III, Norð-
oyggjar, í viku 3. Síðani
verða posarnir bornir út í
Øki IV, Vágar, Sandoy,
Nólsoy og Skúgvoy, í viku
4 og Øki V, Suðuroy, í viku
5. Tá eru allar kommunur,
sum eru limir í IRF, við í
skipanini um endurnýtslu
av pappíri. Í viku 6 fáa
kommunurnar í Øki I í
Eysturoynni og í viku 7
kommunurnar í Øki II í
Eysturoynni
og
Norð-
streymoynni nýggjar hvítar
posar.
Eisini her verður víst til
IRF-kalendaran, kunning-
arsíðuna innanfyri perm-
una, og kunninarsíðuna fyri
maimánaða.
IRF broytir útberingina av ruskposum
Tingfundurin í dag:
Landsstýrislønir
og brúkaramál
á skránni
C
M
Y
K
7
6