hósdagur 17. januar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 11 - 17. januar 2002
Nr. 11 - 17. januar 2002
9
Frá 1. januar í ár fara
allar nýggjar, lógar-
ásettar tannrætting-
arviðgerðir av børn-
um í Tórshavnar
kommunu fram á
Sertannlæknastovuni
hjá Bergtóru
Hanusardóttur
BARNATANNRØKT
Eirikur Lindenskov
TÓRSHAVN: Samstarvið
er fingið í lag, nú Ásla
Poulsen, tannlækni á Tann-
læknastovu
Tórshavnar
kommunu, hevur ynskt at
minka um arbeiðsbyrðuna
hjá sær. Ásla Poulsen hevur
seinastu árini verið tann av
tannlæknunum hjá Skúla-
tannlæknanum í Tórsgøtu,
ið saman við donskum ráð-
geva, mestsum burturav
hevur tikið sær av tannrætt-
ingunum hjá børnunum.
Hon fer tó at gera tær við-
gerðirnar, ið eru byrjaðar á
Tannlæknastovu Tórshavn-
ar kommunu lidnar har.
Bergtóra Hanusardóttir
er útbúgvin sertannlækni í
ortodonti og hevur havt ser-
tannlæknastovu í Havn síð-
ani 1975.
Sambært avtaluni part-
anna millum fer Bergtóra
Hanusardóttir í samstarvi
við tannlæknarnar á Tann-
læknastovu
Tórshavnar
kommunu miðvíst at kanna
børnini fyri tannstøðu-
skeivleikar og at meta um
viðgerðartørvin hjá tí ein-
staka barninum sæð við
sertannlæknaeygum. Sam-
røður, neyvari kanningar og
neyðugar viðgerðir fara
síðani fram á Sertann-
læknastovuni við Tinghús-
vegin.
Samstarvið er byrjað, og
tey fyrstu 40 børnini eru
longu á veg í viðgerð.
Bergtóra og Skúlatannlæknin samstarva
Bergtóra Hanusardóttir, sertannlækni, skal taka sær
av einum parti av arbeiðsbyrðinuni hjá Áslu Poulsen,
skúlatannlækna í Havn
Útróðrarbáturin
Ægir úr Havn, sum
nakað fyri jól sigldi á
Kirkjubønes, er givin
upp av tryggingini.
Skipið verður nú lýst
til sølu, og eigararnir
eru farnir at leita eftir
øðrum skipi
TRYGGING
Tryggingin hevur gjørt av,
at Ægir verður ikki aftur-
gjørdur. Eigarin er nú farin
at hyggja at øðrum skipi.
Útróðrarbáturin Ægir úr
Havn fekk so stóran skaða,
tá hann sigldi á Kirkju-
bønes nakað fyri jól, at
tryggingin nú metir tað
vera ov dýrt at gera hann
aftur. Tí er skipið lýst til
sølu, og tann, sum heldur
seg kunna brúka tað til eitt-
hvørt kann so bjóða.
Sum fiskiskip verður tað
neyvan nýtt aftur, tí veiði-
og fiskiloyvi fara at verða
flutt yvir á annað far, sum
eigararnir hava í hyggju at
fáa sær ístaðin fyri tað, sum
nú er vrak.
Sosialurin hevur tosað
við eigaran, sum er uttan-
lands í løtuni og leitar eftir
øðrum skipið. Hann sigur,
at hann hevur gott eyga á
einum báti á umleið somu
stødd sum Ægir, men vil
ikki siga meira, tí enn er
eingin handil gjørdur.
ej
Ægir er vrak
Les Bíbliuna upp
á eitt ella tvey ár
Forlagið Rhema
hevur givið bíblu-
lesiætlan
BÍBLULESIÆTLAN
Heini Niclasen
Stutt fyri jól gav forlagið
Rhema út eina lesiætlan
á 16 síður. Lesiætlanin
er gjørd soleiðis, at tú
kanst
lesa
bíbliuna
gjøgnum upp á eitt ella
tvey ár. Bóklingurin er
prentaður í 2000 ein-
tøkum, og kostar 20
krónur. Hann fæst í
f l e s t ø l l u m
bókahandlum. Higartil
er seld ca. 1300 eintøk.
Tað er Fríðtór Debes,
sum hevur lagt til rættis.
Hestprent hevur staðið
fyri
prentingini,
og
permuna hevur Britt
Rasmussen gjørt.
Tann, ið upprunaliga
hevur gjørt lesiætlanina,
er R. M. Mc. Cheyne.
1.300 eintøk eru longu seld av Bíbliu-lesiætlanini, sum
forlagið Rhema hevur givið út
– Í føroyapolitikk-
inum er uppgávan hjá
Fogh ólíka lættari enn
hon var hjá Nyrup,
sigur Jógvan Mørk-
øre, samfelagsfrøð-
ingur í kjalarvørr-
inum á vitjanini hjá
danska forsætisráð-
harranum í Føroyum
FORSÆTIS-
RÁÐHARRAVITJAN
Áki Bertholdsen
Í Føroyapolitikkinum hjá
donsku
stjórnini
hevur
Anders Fogh Rasmussen
havt eina ólíka lættari upp-
gávu
enn
undanmaður
hansara Poul Nyrup Ras-
mussen, hevði.
Tað heldur Jógvan Mørk-
øre, samfelagsfrøðingur í
kjalarvørrinum á vitjanini
hjá danska forsætisráðharr-
anum í Føroyum.
Hinvegin
dugir
hann
heldur ikki at síggja tað
stóra
gjøgnumbrotið
í
føroyska fullveldispolitikk-
inum eftir donsku forsætis-
ráðharravitjanina í Føroy-
um fyrr í vikuni afturímóti
støðuni sum valdaði áðrenn
fólkatingsvalið.
– Tann størsti munurin er,
at Fogh er ikki Nyrup, sigur
Jógvan Mørkøre.
– Tað, sum Fogh sigur, er,
at føroyingar kunnu yvir-
taka tað, vit vilja. Men tað
er onki nýtt, tí tað hava vit
kunna alla tíðina. Nakað
annað tilboð hevði hann
ikki við sær til Føroya.
Annars dugir samfelags-
frøðingurin ikki at síggja
nakað nýtt í útspælinum hjá
Anders Fogh Rasmussen.
Lættari uppgáva
Annars
heldur
Jógvan
Mørkøre, at tað er ongin
orsøk hjá Anders Fogh
Rasmussen at gera seg
ósamdan við føroyingar.
– Hann hevur havt eina
ólíka lættari uppgávu enn
undanmaður hansara hevði.
Poul
Nyrup
Ramussen
hevði ikki meiri enn sett
seg í forsætisráðharrastólin,
fyrrenn “føroyatrupulleik-
arnir”
komu
omanyvir
hann.
– Tað er onki at ivast í, at
hetta kom óvart á hann, tí
áðrenn hevur neyvan vitað
tað stóra um Føroyar, og tí
er ein tíð gingin, áðrenn
hann rættiliga hevur fótað
sær í føroyaspurninginum.
Jógvan Mørkøre hugsar
bæði
um
loysnina
av
bankamálinum, kvotaskip-
an, umskiping av fiski-
vinnuni o.s.fr, sum hann
kom at hanga uppá.
–Tað er onki at ivast í, at
danskir embætismenninir
hava havt nakað frítt spæl
av tí at tað er komið so
óvart á forsætisráðharran.
Men síðani hevur hann
eisini verið noyddur at
verja tær loysnir, sum tá
vóru gjørdar.
Jógvan Mørkøre sigur, at
síðani kom eisini kravið frá
føroyingum um ein full-
veldissáttmála.
Sostaatt kann staðfestast,
at Poul Nyrup kom ikki væl
frá byrjanini og tað hevur
merkt viðurskiftini ímillum
Føroyar og Danmark øll
árini. Øll hesi málini
gjørdu, at viðurskiftini
ímillum Føroyar og Dan-
mark blivu ómetaliga spent.
– Nú Anders Fogh Ras-
mussen kemur hendavegin,
kann hann vaska sínar
hendur og turka tær uppí
Poul Nyrup Ramussen og
vísa til, at tað vóru sosial-
demokratarnir, sum stóðu
fyri tí politikkinum.
Anders Fogh Rasmussen
følir seg neyvan bundnan
av tí og tí kann hann tosa
øðrvísi enn Poul Nyrup.
– Hann hevur tosað um
eina nýggja byrjan, men tað
einasta nýggja, hann hevur
“bjóðað” okkum er, at tónin
skal verða betri í viðurskift-
unum ímillum Føroyar og
Danmark.
– Tað
eydnaðist
so
kanska, tí sjáldan hevur
verið betri lag á føroyskum
politikarum enn nú meðan
Fogh var í Føroyum.
Samfelagsfrøðingurin
minnir eisini á, at danski
forsætisráðharrin hevur eitt
fólkating at halda seg til og
heimildirnar frá Fólkating-
inum eru ikki broyttar. Taka
føroyingar
loysing,
er
skiftistíðin framvegis fýra
ár.
– Men tað er eisini vert at
leggja sær í geyma, at før-
oyingar hava broytt kós í
fullveldismálinum.
– Frá at krevja ein full-
veldissáttmála, hava vit nú
lagt á linari bógv orsakað
av tí stívrendu kósini hjá
Nyrup og tosa nú ístaðin
um at tøma heimastýris-
lógina og líðandi við at
yvirtaka
málsøki
fyri
málsøki, til onki er eftir.
– Tí er tað ongin orsøk
hjá Anders Fogh at gera seg
ósamdar við føroyingar. So
leingi føroyingar eru nøgdir
við at yvirtaka innanfyri
ríkisfelagsskapin, er ongin
orsøk hjá Fogh at leggja
upp til stríð við føroyingar.
– Eg tulki støðuna hjá
Fogh soleiðis, at hann
metir, at yvirtøkur innan-
fyri ríkisfelagsskapin, hótta
ikki ríkisfelagsskapin á
nakran. Tvørturímóti økir
tað um sannlíkindini fyri, at
tað hendir ikki meir- í
hvussu so er ikki í hansara
stjórnartíð og hvat hendir
aftaná, fer hann ikki at gera
til sín trupulleika nú.
– Tí kann uttan himpr
tosa um eina nýggja byrjan
í viðurskiftunum við Før-
oyar. Men eg haldi ikki, at
vit kunnu leggja so nógv í
tað, tí tað einasta, hann
hevur boðað frá, at danska
stjórnin fer at samstarva
við føroyingar, vilja teir
yvirtaka og yvirtaka máls-
øki hava vit kunnað alla
tíðina.
– Hann kann loyva sær at
taka tað, sum tað kemur.
væl er í Føroyum og so
kann eitt annað landsstýrið
koma til, sum setir ferðina í
fullveldisgongdini niður.
– Hinvegin er tað ongin,
sum veit, hvussu hann
hevði reagera, um føroy-
ingar aftur fóru at seta krav
fram um ein fullveldissátt-
mála. Vit vita heldur ikki,
hvussu hann hevði borið
seg at, um hann var í
Nyrupsa støðu frá byrjan
av. Hann hevur eina væl
lættari uppgávu.
– Men tann spurningurin
er ikki frammi nú, tí før-
oyingar hava skift kós í
fullveldismálinum frá krav-
inum um ein fullveldis-
sáttmála til at yvirtaka so
líðandi eftir heimastýris-
lógini.
– Tað einasta, sum kann
broyta støðuna, er um
tjóðveldisflokkurin fer at
streingja á aftur fyri at
framskunda
fullveldis-
gongdina.
– Og vit eiga ikki at føla
okkum viss í, at stríð ikki
aftur fer at taka seg upp
ímillum
føroyingar
og
danir, tí eitt er, hvat Fogh
sigur nú, men kemur tað til
skarpskeringar,
noyðist
hann eisini at taka atlit fyri
støðuni hjá embætisfólki og
teimum ymsu ráðharranun-
um í stjórnini.
Ein trupulleiki
Jógvan Mørkøre ger eisini
vart við, at tað er stórur
munur á at kunna og at
vilja. Higartil hava vit bara
hoyrt mest um, hvat før-
oyskir politikarir kunnu,
men lítið og onki um, hvat
teir vilja.
– Tí er tað mest áhuga-
vert, hvat vit sjálvir vilja.
– Hendan støðan, sum nú
er, kann verða ein trupul-
leiki hjá politisku flokkun-
um í Føroyum, ikki minst
teimum, sum plaga at
profilera seg í spurningin-
um um ríkisfelagsskapin, tí
nú tykist at vera lítil munur
á flokkunum. Víst verður á,
at eftir forsætisráðharra-
vitjanina eru bæði fólka-
flokkurin,
sambands-
flokkurin, javnaðarflokk-
urin, sjálvstýrisflokkurin
og tjóðveldsflokkurin stak
væl nøgdir við úrslitið.
– Men áhugavert er tað,
hvat sambandsflokkurin og
javnaðarflokkurin
siga.
Higartil hevur sambands-
flokkurin mest sagt, hvat
hann ikki er ímóti longur,
men hann hevur sagt lítið
um, hvat hann vil. Javn-
aðarflokkurin fer helst at
leggja seg bleytt í miðjuna.
Í tjóðveldisflokkinum er
ein ávísur spenningur, tí
hann hevur flutt seg so
langt og tað eru røddir í
flokkinum frammi um at
venda aftur til gomlu
støðuna og krevja fólka-
atkvøðu upp á fýra ára
skiftistíð. – Tað støðuna má
flokkurin gera upp við seg
sjálvan til komandi val.
Men tað støðuna hava teir
slept, so venda einaferð
afturat, er ikki lætt.
Spurningurin
er
so,
hvørjá ávirkan hetta fer á
komandi løgting eftir valið
í vár.
Hann væntar, at spurn-
ingurin um ferðina í yvir-
tøkunum verður høvuðs-
evni í valstríðnum.
– Men eftir seinsatu
veljarakanningunum
at
døma, er tað als ikki óhugs-
andi, at vit fáa eitt løgting
við fýra flokkum við tað, at
bæði
miðflokkurin
og
sjálvstýrisflokkurin ikki fáa
umboðan aftur á tingi.
– Verða tað bara fýra
flokkar, er tað ikki vist, at
allir teir fimm eykavaldu
tinglimirnir verða brúktir
og at vit tí fáa eitt Løgting
við færri enn 32 limum.
Men siga vit, at vit tað
vera 32 tingmenn, kundu
veljarakanningarnar bent á,
at vit fáa eitt Løgting við 7
umboðum fyri fólkaflokk-
in, 7 fyri sambandsflokkin
og at javnaðarflokkurin og
tjóðveldisflokkurin fáa 9
tinglimir í part.
– Hendir tað, kann fólka-
flokkurin ikki vænta at fáa
løgmann og tað er væl-
hugsandi, at flokkurin tekur
seg aftur og fer í andstøðu
og letur vinnararnar sleppa
framat.
–Vinna javnaðarflokk-
urin og tjóðveldisflokkurin
valið, vænti eg, at teir báðir
kasta saman.
Men vinnur javnaðar-
flokkurin valið og kann
velja ímillum eina sam-
gongu við tjóðveldisflokk-
inum ella sambandsflokk-
inum, er støðan øðrvísi.
Ein møguleiki er eisini,
at fólkaflokkurin og tjóð-
veldisflokkurin halda fram,
men fáa javnaðarflokkin
upp í afturat fyri at fáa
meirilutan.
Hinvegin trýr samfelags-
frøðingurin lítið upp á eina
samgongu ímillum javn-
aðarflokkin og fólkaflokk-
in, tí hóast javnaðarflokk-
urin fær eitt gott væl, skal
fólkaflokkurin megna at
venda gongdini frá veljara-
kanningini og fáa eitt gott
væl.
Men kanska gera teir
smáu flokkarnir ein vørr og
fáa umboð á ting, og so er
aftur ein heilt onnur støða.
Óneyðugt hjá Fogh at gera
seg ókláran við føroyingar
– Anders Fogh Rasmussen veit, at so leingi Landsstýrið heldur seg til sjálvstýrissamtyktina er ríkisfelagsskapurin ikki í vanda. Tí
hevur hann onga orsøk til at gera seg ósamdan við føroyingar. Meiri leggi eg ikki í tað, hann hevur sagt um viðurskiftini ímillum
Føroyar og Danmark, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur
C
M
Y
K
9
8