Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 30 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Tað er mikudagur í Norðdepli, men her í handlinum hjá Maibritt er ikki nógv fólk og keypir. Klokkan er ikki fýra enn, og fólk flest hava neyvan fingið frí frá arbeiðum sínum. Og tey sum eru til arbeiðis í Klaksvík eru ikki komin til húsa enn. Ein løta gongur áðrenn fyrstu kundarnir koma innar í handilin. Onkur verður spurdur um sam an­ legging av kommunum, meðan ein teirra, Annika Brynjar, fær ein heilt annan spurning: – Hvat tað merkir at hava ein handil her? Eg haldi, at tað er eitt stórt pluss fyri bygdirnar her í økinum, slær hon rimmarfast. Fólkið í kommununi kenna til tíðir við einum handli í bygdini, og kenna somuleiðis til tíðir við ongum handli. – Tá eingin handil var hoyrdi ein nógv um, hvussu keðiligt tað var. Nú er tað bara super, sigur hon. Strævin tíð Eins og mong onnur av bygdar­ fólkum hennara, er Annika av teirri sannføring, at tað lættir sera nógv um hjá teimum at ein handil er her. – So sleppur ein frá at fara so langan veg sum til Klaksvíkar, um ein ætlar sær til handils, slær hon fast. Frammanundan Fossábúðini var ein annar handil í Norðdepli. Hann lat tó aftur fyri nøkrum árum síðani, og eitt skifti var sostatt ikki møguleiki at keypa matvørur og annað í bygdini. – Hetta var ein strævin tíð, minn­ ist Annika Brynjar aftur á. Nærmastu handlar vóru tá handl arnir í Klaksvík, handilin á Viðareiði – ella um eina valdi eina meiri eksotiska loysn, tann lítli handilin í Árnafirði. Á heysti í 2007 bórust kortini tey tíðindi í bygdunum kring Hvanna sund at ein handil fór at lata upp aftur í Norðdepli, í nánd av skúlanum. Og stutt eftir lat Maibritt Sivert­ sen upp Fossábúðina, sum hevur verið opin líka síðani. Positivt Fossábúðin telist ikki millum størstu handlarnar í landinum, men her fær ein kortini ein stóran part av teim vørunum, sum krevjast til eitt vanligt húsarhald. – Ja, eg haldi at úrvalið av vørum er rættiliga gott, slær Annika fast. – Serliga tá ein hugsar um, hvussu lítil handilin er. Hon fær sjálvandi ikki allar vør­ urnar í lokala handlinum, og er tí viðhvørt noydd at fara til handils í Klaksvík. Tað er kortini ein stórur fyri­ munur við at fara til handils her í Norðdepli: Ein hittir onnur fólk, og fær altíð eitt gott prát við onkran av hinum kundunum. – Ja, tað er absolutt positivt. Tí so fær ein kanska eisini tey nýggjastu tíðindini við í keypinum, sigur Annika Brynjar við einum brosi. Tann lokali handilin Norðdepil – Eg haldi, at tað er ótrúliga gott at hava ein handil her í bygdini, sigur Annika Brynjar úr Hvannasundi. Mikudagin var hon til handils í Fossábúðini. HANdil – Fossábúðin er lítil, men her fær man tað mesta, sigur Annika Brynjar (høgrumegin), sum her keypir frá Maibritt Sivertsen Mynd: Jens Kristian Vang So fær man kanska eisini tey nýggjastu tíðindini við í keypinum