Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 Sosialurin Oyggjablaðið Eitt av heitu evnunum í Hvannasunds kommunu fyri tveimum árum síðani var, hvørt kommunan skuldi leggja saman við Klaksvíkar kommunu. Tá vóru bæði hildin borgarafundur um málið og ein fólkaatkvøða, har fólk søgdu avgjørt nei til samanlegging. Fyri at hoyra fólksins rødd í hesum máli – og fyri at vita, um fólk hava somu hugsan í dag sum í september 2008 – hittu vit trý fólk, ið vóru farin til handils í Fossábúðini í Norðdepli. Spurningurin var hesin: Skal Hvanna sunds komm una leggja saman við Klaks víkar kommunu? Trý í handlinum – Ja, tí at Norðoyggjar hoyra saman … Gunnar Simonsen, Norðdepil Ja, sjálvandi. Kanska ikki beint nú, men seinni. Laicy Zachariassen, Hvannasund – Tað skal í øll um førum verða so leiðis, at tað verður líka fyri báðar komm unurnar, so leiðis at ikki alt endar í Klaksvík. Anja Osvaldsdóttir Kamp, Hvannasund Orð: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Lýsingarinntøkur eru ein týðandi partur av tilveru­ grundarlagnum hjá føroysku fjølmiðlunum, og tí leita vit støðugt eftir nýggjum hættum at menna hendan partin av fyritøkuni. Tí er tørvur á fólkum, sum duga at fáa og ikki minst arbeiða víðari við góðum hugskotum. Fremsta uppgávan hjá marknaðarleiðaranum er at hava ábyrgdina av allari vanligari lýsingaavgreiðslu og ­samskipan. Í hesum er roknað dagliga samskipan av lýsingum, sum skulu í Sosialin og strategi fyri inn­ heintan av nýggjum lýsingum, eins og tilrættisleggjan av arbeiðs­ og mannagongdum á marknaðardeildini. Eisini er tað uppgávan hjá leiðaranum at vera partur av arbeiðnum at menna fyritøkuna. Herundir at seta saman nýggj produkt á lýsingarøkinum. Løn verður ásett sambært avtalu. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, so er bert at senda eina umsókn við frágreiðing um útbúgving og royndir til okkum. Ynskir tú at fáa meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jonhard Hammer á tel. 223369. Tað ber sjálvandi eisini til at senda teldupost á jonhard@sosialurin.fo. Umsóknarfreistin er 1. juni 2010. Skrivlig freist at senda til: Sosialurin Att.: Jonhard Hammer Postsmoga 76 FO – 110 Tórshavn Sosialurin hevur seinnu árini vaksið um virksemið frá at vera eitt tíðindablað, til at verða størsta fjølmiðla- fyritøka í landinum. Konsernin umfatar Sosialin, Rás2 og tíðindaflutningin á heimasíðunum á portal.fo, sum er fremsta heimasíðan í Føroyum. Í dag starvast tilsamans um 40 starvsfólk í konsernini. StarvSlýSing Tórsgøta 1 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Søluleiðari Til søludeild okkara søkja vit eftir nýggjum leiðara, sum kann virka fyri framhaldandi menning av inntøkugrundarlag okkara