mikudagur 26. mai 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
33
Gil. Hann giftist 19.apríl 1891 við
Johanne Sophie Jensen, Annufíu,
f. 6.11 1864, ættað úr Gróthúsinum.
Hon doyði 29. apríl 1905, 40 ára
gomul.
Hans Marius tók skiparaprógv
hjá Jens Mohr í 1896. Hann førdi
fleiri skip sum Dart, Sandoynna,
Prince of Wales, Tjaldrið og Grace.
Í 1909 keypti hann saman við
øðrum motorbátin Skøjten VA 172,
sum var 11 tons til støddar og hevði
6 hk motor.
Í 1909 fóru teir til Íslands at
rógva út. Teir fingu 6-8 oyru pundið
av saltfiski.
Um heystið fóru teir heim
aftur. Tá hevur Hans Marius við
sær Halltóru Helgadóttir f. 2. mars
1888, sum í fólkateljingini fyri 1911
stendur at vera tænastugenta.
Hetta man uttan iva vera sama
Halltóra, sum hann giftist við. Hon
hevur verið 20 ár yngri enn hann.
Í 1911 fer Hans Marius avstað
aftur úr Føroyum. Tá er tað hann
búsettist á Skálum og giftist aftur.
Nógvir landsmenn vitjaðu hann á
Skálum.
Børnini hjá honum í Føroyum
vóru:
Anna f. 1891. Ógift. Hon flutti
til Gásadals at halda hús hjá
Kristoffur Jensen. Tey fingu í 1934
ein son saman, Jens. Hann doyði 14
ára gamal av roykeitran á útróðri.
Maria Elisabeth f. 1892. Doyði 15
ára gomul
Jens Elias f. 1894, gjørdist bert 5
vikur gamal
Hans Niklái f. 1896. Fekk sær
eftirnavnið við Gil. Var ógiftur. Var
til skips og gjørdist seinni skrivari
hjá Sørvágs kommunu. Hann doyði
í 1973.
Elsebeth Sofie f. 1898, gjørdist 5 ár.
Sámal f. 1901. Tað var hann sum
fór við pápanum til Skálar, har
hann druknaði
Bina f. 1903 giftist til Vestmannar
við Hilmari Durhuus (1901-1983),
ættaður úr Garðastovu í Vestmanna.
Tey fingu børnini Hanna, Anny og
Hilbert.
Ættin vitjaði eina ferð
Í ættini í Føroyum verður greitt frá,
at lítið og einki samband hevur verið
við Hans Marius og hansara ætt.
Men einaferð fyri nógvum árum
síðani komu tvey børn hansara til
Føroya at vitja hálvsystrina Binu.
Tey itu Sámal og Johanna, eftir
øllum at døma uppkallað eftir
beiggjanum og ommuni. Í Íslandi
átti Hans Marius eisini dótrina
Margrét, kallað Magga.
Bina greiddi hálvsystkjunum
frá, at hon eftir at pápin var
farin avstað, javnan fór oman á
bryggjuna at vita, um pápin mundi
koma við onkrum skipi.
Tey vita einki um, at Halltóra
einsamøll hevu verið í Føroyum.
Kanska blandar íslendska keldan
við, tá hon kom heim við Hans
Marius, áðrenn tey giftust.
Sivar Højgaard:
Føroyskur
útróðrarmaður
á Skálum
Í bókini hjá Sámal Johansen er ein
frálík lýsing av Skálum frá Sivar
Højgaard av Húsum. Saman við
hansara frásøgn fæst ein frálík
heildarmynd av hesi íslendsku
bygdini, sum eisini er ein partur av
føroyska samleikanum:
Vit vóru fýra í felagnum øll árini.
Vit plagdu at fara við sluppum
til Íslands. Oftast var tað við
Sigurfarinum, sum Jói á Húsum
var skipari á. Við honum fingu vit
bátin og alt viðføri. Hetta var sera
lagaligt, tí fóru vit við postskipi,
vórðu vit settir av á Seyðisfirði,
og haðani var long leið norður til
Skálar.
Á Skálum fingu vit innivist í
einum skúri, sum var so stórur,
at tað vóru rúm í honum til fleiri
bátafeløg. Rúmið vit høvdu var
um 5x5 alin. Ein lítil gongd var til
at hanga klæðir í. Annars var tað
sera trongligt. Ein kabúss var til at
hita rúmið við, men primus høvdu
vit til at matgera á. Seinni batnaðu
viðurskiftini tó eitt sindur. Tá fingu
vit eitt rúm afturat, sum vit brúktu
til at goyma ymist í. Uppaftur
seinni fingu vit komfýr, men hann
var lítið matari enn kabússin.
Keypmaðurin Stefan Jónsson
á Seyðisfirði átti húsini. Hann
hevði eina tíð alt fiskakeyp á
Skálum, og eitt árið róðu 39 bátar
út hjá honum. Ein av hansara
motorbátum plagdi at sigla millum
Seyðisfjørðin og Skálar við allari
útgerð, sum neyðugt var at brúka.
Stefan hevði »Aldufelagið«, sum
tók sær av øllum viðurskiftum hjá
útróðrarmonnunum. Tað var nógv
fólk í vinnu hjá hesum felag, bæði
kvinnur og menn. Felagið lat eisini
konufólk vaska okkara íbúð tvær
ferðir um vikuna, uttan at hetta
kostaði okkum nakað.
Vit lótu fjúrtandu krónu, sum
vit vunnu, í húsaleigu. Hetta var
í hvussu er minni enn á Bakka-
fjørðinum, har teir lótu tíggjundu
hvørja krónu.
Aldufelagið átti stór hús á
Skálum. Hesi hús vóru bæði
krambúðarhús og íbúðarhús hjá
starvsfólkunum, sum vóru har um
summarið, meðan útróðurin fór
fram. Um veturin stóðu húsini tóm,
og tey skuldu ikki vera tespulig
at koma til aftur á vári. Tað vóru
nakrir ótangar á Skálum, sum um
veturin gjørdu seg inn á húsini,
brutu rútar o.a. Her kravdust stórar
umvælingar, áðrenn húsið kundi
brúkast aftur.
Aldufelagið
átti
eisini
stór
fiskahús á Skálum. Har varð
fiskurin flaktur og saltaður. Tey
fyrstu árini seldu vit fiskin sum
ráfisk. Prísurin var um 7 oyru
pundið. Tað var ikki høgur prísur,
men fiskurin var nógvur. Tað var
so íðiliga, vit fingu 3-4.000 pund um
dagin. Seinni fóru vit at flekja og
salta fiskin sjálvir. Vit seldu hann í
Íslandi, og hetta loysti seg væl.
Fingu agn á Skálum
Tær
føroyslu
sluppirnar,
sum
royndu á Eystur- og Norðlandinum
seinast í 20-unum og í 30-unum
brúktu sild til agn. Føroyskir út-
gerðarmenn bygdu frystihús á
Skálum, har teir goymdu agnsild
hjá sluppunum.
Íslendingar fingu kava inn í
húsið um veturin, og tá sildatíðin
kom, varð sild goymd í húsinum.
Henda sild var ikki altíð líka gott
agn, tí ofta kom hon nóg so seint
í ís.
Vit fingu ofta nógva sild, sum
vit seldu til frystihúsið. Tann sildin,
sum vit sjálvir fingu, var betri agn,
tí hon kom skjótari í ís. Tað vísti
seg eisini, at tey skip, sum fingu av
okkara sild, fiskaðu meir. Jú, nógv
ráddi um at hava gott agn.
Ta sildina, sum vit sjálvir brúktu
til agn, goymdu vit í frystihúsinum.
Hetta kostaði 3 oyru fyri hvørja sild.
Men vit fingu ofta meira sild, enn
vit sjálvir brúktu. Avlopið seldu vit
Lendingin á Skálum. Ikki var tað serliga framkomið
Ikki var tað serliga høgligt á Skálum. Man nakar
føroyingur vera á hesum myndum?
Húsamenn á Skálum. Aftast er Sivar Højgaard. Sitandi eru f.v. Ólavur
Johannesen, Geila Jakku og Dánjal Hansen. Frá Geila Jakku og soni
hansara Jóannes finst ein sera drúgv skrivlig frásøgn um teirra lív
til sjós, eisini frá Skálum. Ólavur Johannesen var pápi Jakku, sum
leingi ar sýsluformaður hjá Føroya Fiskimannafelag í Norðoyggjum og
Niclas, sum eitt skifti var formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.
Framhald á síðu 34
Mikudagur 26. mai 2010