mikudagur 26. mai 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Miðvikan
34
Framhald frá síðu 33
til frystihúsið. Prísurin var bestur
fyrstu árini, tá fingu við 25 oyru
stykkið. Í tredivunum vóru ringar
pengatíðir. Tá var ringur prísur fyri
allan fisk.
Úrtøkan var ymisk hesi árini.
Tað mesta vit fingu í part var 1.500
kr. og tað minsta var 700 kr. Vit
kundu ikki láta illa at, tí úrtøkan hjá
okkum var ofta hægri hjá okkum
enn við sluppunum.
Onkur ár tarnaði óveður útróðri
num. Plássið var kyrruvant, og
lendingin var ring. Tað var tungt
at bera fiskin niðan á bakkan. Tí
bygdu vit okkum skúr so niðarlaga,
sum til bar, fyri at tað kundi vera
høgligari at fáa fiskin til høldar.
Vit gjørdu okkum eisini drátt, so at
tað var lagaligari at draga bátin. Vit
gjørdu dráttin soleiðis, at tað bar til
at draga bátin við talju. Hetta lætti
nógv um. Fyri at sleppa at gera
hetta niðri í fjøruni rindaðu vit 20
kr árliga til Aldufelagið, sum átti
ræðið á fjøruni á Skálum.
Einfaldur proviantur
Provianturin hjá okkum var keks,
margarin og sukur. Hetta høvdu
vit havt við okkum úr Føroyum.
So var tað sjálvsagt fiskur og livur.
Ofta høvdu vit steikta ella kókaða
sild til døgurða. Í krambúðini hjá
Stefani Jónssoni var vøra at fáa,
men vit royndu at keypa sum minst.
Aldufelagið hevði motorbát siglandi
við vøru til handilin. Men tað var
ikki so sjáldan, at tað var longri
millum ferðirnar hjá motorbátinum
enn ætlað. Tá var handilin ofta í
uppsetur við vøru. Tá kom tað væl
við, at vit sjálvir høvdu nakað at
taka til. Eitt sindur av skerpikjøti
høvdu vit eisini havt við okkum.
Men tað var ikki hvønndagskostur
sum vituligt er.
Vit nýttu altíð primus at matgera
við. Grýtur, ketlar, kannur og allar
skaffigreiðir áttu vit sjálvir.
Íslendingar, sum róðu út hjá
Aldufelagnum, høvdu konufólk
at halda hús hjá sær. Hetta vóru
ógvuliga fitt fólk, og tað var ikki
sjáldan, tær gjørdu okkum ein beina.
Til dømis var tað ofta leygardagar,
at tær bakaðu okkum ein køkubita
til at hava sunnudagin. Hetta var
forkunnugt at fáa. Vit lótu tær fáa
kalvasprek afturfyri.
Mær dámdi íslendingar væl. Tað
var sjálvandi ójavnt fólk har sum
aðra staðni. Tey flestu vóru óføra
dámlig.
Sungu sum veiðan
hevði verið
Uppiløgudagar varð lítið gjørt.
Vit vældu okkum sjálvsagt um
reiðskapin.
Annars
hvíldu
vit
okkum, tí tað var strævið lív at
rógva út í Íslandi. Vit vitjaðu fólk.
Har vóru eisini nógvir føroyingar, so
mangt var at tosa um. Íslendingar
vóru blíðir og sera tíðindafróðir.
Heiligdagarnir
vórðu
altíð
hildnir. Tá lósu vit lestur og sungu
eisini. Í okkara felag vóru eingir
framúrskarandi sangarar, men vit
royndu eftir førimuni.
Undir liðini á okkum búði eitt
bátafelag, har tað vóru menn sum
dugdu at syngja. Men væl hoyrdist
á sanginum, um vikan hevði verið
ein veiðuvika. Hevði hon verið
góð, var sálmasangurin harður og
dunandi. Var hon vánalig, var ikki
meira enn tað grælaði úr teimum.
Tá ið tað leið móti heimfaring
artíð, hentaðu vit ber, soleiðis sum
allir íslandsmenn plagdu at gera.
Men ójøvn vóru árini eisini her.
Best vóru berini, um kavin lá leingi
út á várið og summarið.
Tað var ikki minni strævið at
rógva út í Íslandi enn at vera til
skips. Men tað var meira friður.
Náttin var friðarligari, og vóru ikki
útróðrarlíkindi, so vóru vit á landi.
Umborð á skipi var eingin friður
uttan bakkdagar, og tá var ofta
eisini ótýdligt.
Føroyingar á
Norðfjørðinum
Ì seinasta parti fregnaðust við eftir
føroyingum sum í gomlum døgum
búðu á Norðfjørðinum. Vit hava nú
fingið meira at vita um teir.
Christianna Cathrina Jacobsen,
ættað úr Mortanstovu í Havn, var
fødd 11. september 1860. Hon verður
tann 27. august 1883 heima við hús
gift við Johan Hendrik Poulsen f. 19.
apríl 1862, úr Skopun. Tá hava tey
longu fingið sonin Sigurd Marius
Poulsen
(18821977).
Tey
fingu
afturat Henriettu Katrinu. Johan
Hendrik doyr longu 18. juli 1884. Tey
náddu ikki at vera gift í eitt ár.
Katrina giftist aftur 18. juli 1884
við Sigmund Lucassen f. 1867. Tá
áttu tey sonin Hans Johan Hendrik
f. 21. mars 1887. Umframt hann fingu
tey í 1889 dótrina Sigrid Christina
Johanna Jensina. Hon doyði longu
í 1891. Sigmund gongur burtur 21.
januar 1889, so Kristianna var bert
29 ára gomul, táið hon er einkja
aðru ferð.
Tá var hon so illa fyri, at hon
visti sær ikki onnur ráð enn at lata
børnini upp í hendurnar á skyld
fólki og fara til Íslands at arbeiða.
Hon giftist við íslendingi á Norð
fjørðinum og eigur hóp av eftir
komarum. Samstundis kom hon í
søguna sum elsta fólk í síni tíð.
Ættin hjá henni í Føroyum er
millum annað tey sum eita Stórá.
Tað er ein áhugaverd frásøgn
hjá Jens Marius Hentze í Kvørnini
nr. 5 um son hennara Sigurð, sum
fekk stóra bót fyri at hava verið
»nasvísur« við sýslumannin Johan
Hendirk Schrøter.
Torkil Fredrik Joensen, Keli
færeyingur,
sum
eisini
var
umrøddur í seinasta parti, var
ættaður úr Havn. Foreldrini hjá
honum vóru Jørgina Christiane
Lindenskov (18071854) og Johan
Fredrik Michael Joensen (1820
1865). Sjálvur var hann føddur 7.
januar 1848. Hann hevur verið heilt
ungur, tá ið hann misti foreldrini,
og í 1870 er hann at finna á
Tvøroyri. Hann sigst at vera komin
haðani til Íslands í 1875. Her er
hann í fólkateljing sagdur at vera
»bátasmiður og bátaútvegsbóndi.«
Hetta seinna man standa fyri
hansara útleiging av skúrum til
føroyingar. Torkil doyr 26. juli 1921,
73 ára gamal.
Brita Black er abbadóttir Jákup
Biskupstøð f. 1867, sum var nógv ár
í Íslandi, eisini á Norðfjørðinum,
har hann bygdi eitt stórt tal av
bátum. Henni er fortalt, at eina
ferð um aldarskiftið kemur Torkil
við eini slupp úr Íslandi á Klaksvík.
Hann hevði ein smádrong við sær.
Kennskapur var, so teir gistu hjá
Jákupi, til teir hildu fram til Havnar.
Drongurin var vist Jóin Vilhelmsen,
sum til á ellisárum var kendur sum
gøtusópari í Havn.
Tað var ikki ókent, at føroyingar
høvdu børn úr Íslandi við sær til
Føroya at vera. Umstøðurnar í
Íslandi vóru so vánaligar, at hildið
var, at hetta var tað besta fyri
børnini.
Brita sigur eisini, at Torkil var
ein kendur lásasmiður, sum kundi
opna peningaskáp, sum aðrir høvdu
givið upp.
Myndin av bátasmiðjum í sein
asta parti var av Eiði. Teir vóru
Johannes og pápabeiggi hansara
Hans Martin í Miklagarði. Johan
nes var á Norðfjørðinum sum
bátasmiður. Tí man myndin vera
komin yvir hagar.
Vit hava frá Torbjørn Joensen í
Kollafirði fingið at vita, at myndin
niðast á 4. síðu í seinastu Miðviku
er tikin umborð á Gerpir í 1957.
Standandi f.v. eru: ókendur, Kjartan
Højgaard, Rituvík, Torbjørn sjálvur,
Per
Gullstein,
Rituvík,
Niclas
Joensen, Kollafjørð. Fremstur er
Johannes Petersen, Rituvík
Ein kend havnarmynd. Jóin kom heim til Føroya
av Norðfjørðinum við Torkil Joensen
Hans Marius Hansen er grivin
í kirkjugarðinum á Skálum
Sonur Kristionnu, Sigurd, bakkaði
ikki fyri bondskari yvirvøld
Komandi partur
verður byrjað ein røð um Stóru Dímun. Vit hava hitt Janus í Dímun,
sum hevur búð í Dímun í nærum 80 ár
Bygdin Skálar um 1940
Mikudagur 26. mai 2010