Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 44 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen So nærkast aftur tíðin, tá bæði føroyskir og útlendskir súkkl arar eftir fimm døgum fara at kappast kring landið. Hesa ferð verður stóra súkklukappingin frá 21. til 25. juli, og súkklað verður í Klaksvík, Eysturoynni, Suðuroynni, Vágum og Streym oynni. Hetta er fimtanda árið, at Tórs­ havnar Súkklufelag skip ar fyri kappingini, ið hesi árini hevur havt heitið Stat oil Kring Føroyar. Tað fer kapp ingin aftur at eita í ár, men tó er tal an um ein nýggjan høvuðs­ stuð ul hesa ferð, Statoil Faroes, ið fæst við oljuleiting í føroysk um øki og er partur av altjóða olju­ felagnum, Statoil. Í gjár var tíðindafundur í Kaffi­ húsinum á Bryggjubakka, har Geyr Gilsteinsson, formað ur í Tórshavnar Súkklufelag, og Louisa A. Fjalsbak, umboð fyri Statoil Faroes, skrivaðu undir nýggja samstarvs­ og stuðuls­ sáttmálan, sum fyribils er galdandi fyri kappingina í ár. Sostatt fær kappingin nýtt búmerki og nýggjar litir, men líkist annars sær sjálvari. – Vit eru sera glaðir fyri, at vit hava fingið í lag samstarv við Statoil Faroes, sum verður okkara høvuðsstuðul í ár. Báð ir partar eru nøgdir við ta avtalu, vit hava gjørt, so nú verður spennandi at royna hetta samstarvið, sigur Geyr Gil­ steinsson. – Kappingin er aftur í ár skip að sum liðkapping, sam stundis sum einstaklingar eis ini kunnu kapp ast. Hetta varð roynt við sera góðum úrsliti í fjør, og tí verður við spenn­ ingi sæð fram til, hvussu tey ymsu liðini verða mannað. At stórur út­ lendskur áhugi er fyri kapp ingini, ger tað ikki minni spenn andi at skipa fyri. Nógvar tilmeldingar Higartil hava longu 27 súkkl arar meldað seg til, og tað er óvan liga nógv, tá framvegis næstan tveir mánaðir eru eftir til kappingina. Av teimum 27 eru 18 danskir súkklarar og restin eru so føroyingar. Men vænt andi koma eisini nakrir íslend ingar aftrat, umframt fleiri før oyingar. – Vit vita, hvussu tað er, at summi altíð koma í síðstu løtu, men tí hava vit eisini pláss fyri. Men so skal eisini sigast, at tað hjálpir sjálv­ andi okkum sum fyrireikarar sera væl, um súkkl arar boða frá í góðari tíð, at teir ætla sær við, sigur Geyr Gilsteinsson. – Hóast kappingin er sær sjálvari lík, verða onkrar broyt ingar. Millum annað fara vit ikki í Sandoynna, men í Vágar í staðin. Somuleiðis verður súkkl ingin í Suðuroynni í ár fríggja dag og ikki leygardag, sum hon plagar at vera, tí við at flyta eitt sindur um upp á tað heila, fæst meira burtur úr tí frí tíð og hvíld, súkklararnir eisini hava brúk fyri hasar dag arnar. Byrjað verður við prologi í Klaks­ vík mikukvøldið 21. juli, og síðani verður hildið fram 110 kilometra longum teini úr Havn til Runavíkar hós dagin, 77 kilometra langa Suður­ oyar teininum fríggjadagin, 30 kilo ­ metra longum einkultstarti í Vág um leygardagin og at enda Streym oyar­ teininum sunnu dag in, sum er 109 kilometrar. hilmarjan@sosialurin.fo Statoil Faroes stuðlar súkklunum súkkling Tá stóra súkklukappingin kring Føroyar verður í juli mánaði, verður tað við nýggjum høvuðsstuðli, Statoil Faroes, og tí eitur kappingin aftur hesa ferð Statoil Kring Føroyar. Hetta er fimtanda árið, at Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri kappingini Sáttmálin við nýggja høvuðsstuðulin hjá súkklukappingini, Statoil Kring Føroyar, varð undirskrivaður í Kaffihúsinum á Bryggjubakka seinnapartin í gjár. Frá vinstru Geyr Gilsteinsson, formaður í Tórshavnar Súkklufelag, og Louisa A. Fjalsbak, umboð fyri Statoil Faroes Mynd: Hilmar Jan Hansen Hilmar Jan Hansen Fyrsti dysturin á Liechten stein­ ferð ini hjá flogbólts kvinn­ unum verð ur ímóti Kypros fríggja dagin 4. juni, síð ani verð ur spælt ímóti Skot landi leygar dagin 5. juni og at enda ímóti Liechtenstein sunnu dag­ in 6. juni. Landsliðsvenjarin, Kristian Mikk elsen, hevur úr fýra fel­ øgum tikið út 12 kvinnur til undan kapp ingina, har tað ræð­ ur um at gerast numm ar eitt ella tvey, so liðið kann sleppa víðari til endaumfarið, sum verð ur í Luxembourg næsta ár. Úttiknu spælararnir eru Anja Sonnedóttir Danielsen, Karina Pouls dóttir Debes, Rakul Dalsgaard Jakobsen og Birita Joensen úr Fleyr, Birgit Guttesen, Margit Gaard Joensen, Eina Stephania Kalsø og Sofía Purkhús úr Mjølnir, Helga Guttesen og Karin Mikkelsen, SÍ, og Gudrid Nolsøe og Katrin Petersen úr TB. Føroyska kvinnulandsliðið hev ur fyrr møtt øllum trimum lond unum, spælt verður ímóti. Tá EM­undankapping var í Føroyum fyri tveimum árum síðani, vunnu Før oyar 3­1 á Skotlandi, men taptu 0­3 fyri Liechtenstein. Jan skal døma Umframt kvinnurnar, ið fara avstað, fer eisini altjóða flog­ bóltsdómarin, Jan Hentze, til somu kapping í Liechtenstein, har hann skal vera dóm ari í bólki A frá 4. til 6. juni. Í dyst­ inum millum Skotland og Kypros verður hann fyrsti dóm ari, og í dystinum millum Liechten stein og Kypros annar dómari. Hetta er ikki einasta altjóða av bjóðing hansara í næsta mán aði, tí eisini frá 17. til 19. juni skal hann døma í bólki A í EM­undan kappingini fyri smá­ tjóðir hjá monn um, sum verður í Andorra. Tá verður hann fyrsti dómari í dysti millum Skot land og Kypros, og ann ar dóm ari í dysti millum Andorra og Skotland. Við í hesi seinnu kapp ingini er eisini føroyska mans lands­ liðið, hvørs venjari er Romica Øster. Før oysku flog bólts­ menn inir eru í bólki saman við Kypros, Skotlandi, Írlandi og Andorra. hilmarjan@sosialurin.fo Kvinnur og dómari avstað flogbóltur Í døgunum frá 3. til 7. juni fer kvinnulandsliðið í flogbólti til Liechtenstein at spæla EM- undankapping ímóti Kypros, Skotlandi og Liechtenstein, og somuleiðis skal altjóða flogbóltsdómarin, Jan Hentze, døma dystir í hesi somu kapping Kvinnulandsliðið í flogbólti, sum fer til EM-undankappingina í Liechtenstein. Aftast frá vinstru: Birgit Guttesen, Birita Joensen, Anja Sonnedóttir Danielsen, Karina Poulsdóttir Debes, Sofía Purkhús, Gudrid Nolsøe og Helga Guttesen. Fremst frá vinstru: Rakul Dalsgaard Jakobsen, Katrin Petersen, Margit Gaard Joensen, Eina Stephania Kalsø og Karin Mikkelsen Á flog súkklAÐ ViÐ stAtoil