Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 Sosialurin Ítróttur Stjørnan koyrt venjaran hondbóltur – Fíggjarliga eru harðar tíðir, og vit høvdu tíverri ikki ráð at hava Morten Hust Petersen sum venjara. Tí noyddust vit at siga samstarvið upp, sigur formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson Hilmar Jan Hansen Morten Hust Petersen, sum saman við Stjørnuni fyri tveim­ um mánaðum síðani end aði kappingarárið í kvinnu hond­ bólti sum greipuvinnari, er ikki longur venjari hjá Stjørnuni. Hann hevði annars sáttmála fyri komandi kappingarárið eisini, men henda sáttmála hev ur Stjørnan nú sagt upp. – Tað eru vánaligar tíðir, og vit máttu spara onkrastaðni. Venjarin er tann dýrasti part­ urin hjá okkum, so tí royndu vit fyrst at samráða okkum til eina minni útreiðslu, men tá tað ikki bar til, mátti vit siga sáttmálan upp við Morten Hust Petersen, sigur Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni. – Vit hava lagt samstarvið niður í øllum góðum, og vit kunnu bara bera honum tað besta. Arbeiðið hjá honum kundu vit ikki seta ein fingur á, og hann fekk jú kvinnurnar til bæði føroyameistarar og steypa vinnarar. Tað er útilok­ andi av fíggjarligum orsøkum, at vit máttu siga sáttmálan upp. Sum skilst á formanninum í Stjørnuni, er hetta stórt sæð einasta broytingin hjá greipu­ vinnarunum, nú tað skjótt fer at stunda til eitt nýtt kapp­ ingarár. Spælararnir verða stórt sæð teir somu, hóast kanska okkurt lítið skifti kann verða har eisini. Mugu út at leita – Við hesum hava vit so sjálv­ andi fingið ein trupulleika, tí vit nú ongan venjara hava. Vit hava ikki verið úti og leitað eftir einum avloysara, men tað noyðast vit helst at gera. Hin­ vegin er hetta ikki ein størri trupul leiki enn so, at tað ber til at loysa hann, sigur Kristoffur Ragnarsson. Fyrrpartin royndu vit at fáa fatur í Morten Hust Petersen, men hann var upptikin á fundi. Men við heimasíðuna hjá Kring varp inum váttar hann, at hann ikki kundi góðtaka, at hann skuldi næstan niður í hálva løn, tí nógv tíð og orka fer til venjarastarvið. Morten Hust Petersen kom sum venjari til Klaksvíkar í fjørvár, har hann avloysti venj­ aran síðstu trý árini, Henrik Gerster. Undan venjara starv­ inum hjá Stjørnuni hevði Morten Hust Petersen í tvey ár vant besta mansliðið hjá VÍF. hilmarjan@sosialurin.fo Vegna fíggjarliga trongstøðu hevur Stjørnan sagt upp samstarvið við venjaran, Morten Hust Petersen, sum annars eisini hevði sáttmála hetta komandi kappingarárið Mynd: Álvur Haraldsen KoYrdur enn føroyskur fótbóltur. Eg havi nú eisini roynt at staðið á mínum egn um beinum. Tað er ikki lætt at koma til eitt nýtt land har tú ongan kenn ir. Tú skalt gera alt sjálv, vaska klæðir, gera mat og keypa inn. Tað nyttar einki at skriva alt á ein inn­ keypsseðil til mammu og babba, sig ur Mona við einum smíli Týska landsliðið í kvinnufótbólti hevur í fleiri ár verið ímillum tey bestu í heiminum. – Støðið er eitt heilt annað enn í Føroyum. Tann størsti munurin er konditiónin. Tað er einki við at ein ikki er í form ella sníkir seg undan renning. Allar skulu verða væl fyri likamliga. Vit høvdu tveir venjarar og millum annað høvdu vit níggju vøllir at velja ímillum, tá vit skuldu venja. Teir høvdu ymiskt undirlag. Onkur var betri tá tað regnaði og aðir tá tað var sól, sigur Mona. Lívið uttan fyri fótbóltin kann verða hart, og fleiri ferðir hava vit hoyrt um spælarar, ið tosa um ein­ semi tá teir fara av landinum. – Eg var so heppin at eg búði saman við tveimum øðrum leik­ ar arum, og eg gekk í skúla við síðuna av, so eg kendi meg sjáldan einsamalla. Faktist var tað deiligt at kunnu fara og fáa sær ein kaffimun og lesa eina bók í frið og náðum, sigur Mona Mona vann sær skjótt fast pláss á liðum. Fyrst sum áleypari og síð­ ani sum høgri vongur. Í átta dyst um skoraði hon trý mál. Eg havi altíð lagt nógv fyri tá tað kemur til fótbólt og verið seriøs. Eg royni at venja nógv og ikki minst eta rætt, tað er týdningarmikið. Og so mást tú trúgva uppá teg sjálva og ikki lata niðurtúrarnir fáa teg niður við høvdinum, sigur Mona um krøvini at gerast fótbóltsspælari í Týsklandi. Eisini í Týsklandi hava miðlarnir fingið áhuga fyri føroyska áleyp­ arunum í Karlsruhe. Í størsta fót­ bóltskvinnu blaðnum, Frauenßball Magazin, er ein grein um Monu og hennar lív í Karlsruhe. Fyribils hevur Mona valt at takka fyri seg í Karlsruhe. – Eg komi heim at gera student liðugt og spæla við AB. Eg havi framvegis hug at royna meg sum fótbóltsleikara og nú veit eg eisni hvat skal til, sigur Mona at enda. trondur@sosialurin.fo Mona í dysti fyri Karlsruhe Myndir: privat Tað er einki við at ein ikki er í form, ella sníkir seg undan renning