Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 42 Sosialurin Ítróttur Týskland gjørdi meg sterkari kvinnufótbóltur Fyri fýra mánaðum síðani steig 18-ára gamla Mona Breckmann út í tann stóra fótbóltsheimin. Hon skifti tryggu umstøðurnar á Argjum út við tað ókenda í Karlsruhe í Týsklandi. Hvussu er tað at flyta av landinum í fótbóltsørindum og hvussu kom Karlsruhe í samband við Monu. Hvørjum støði er kvinnufótbóltur í Týsklandi á, og hví rópa allar genturnar »Leo« tá tær fáa bóltin? Tróndur Arge Mona hevur altíð lagt nógv fyri í fótbóltinum og í fjør var tað hon, sum tvær ferðir gjørdi munin, tá AB sigraði á KÍ. Millum annað skoraði hon bæði málini í steypafinaluni, tá AB vann 2-1 á KÍ. – Tað heila byrjaði í Portugal í 2008, tá eg var við U-19 landsliðnum. Vit spældu ímóti Rumenia og lands- liðsvenjarin hjá teimum bjóðaði mær at koma til Rumenia at spæla. Tað lá ikki fyri, men eitt ár seinni fekk eg so eitt tilboð frá Karlsruhe, sum hevur rumenskan venjara, ið hevði tosað við rumenska U-19 lands liðsvenjaran, sigur Mona. Mona gekk í 1.g í Hoydølum tá, men valdi at taka av tilboðnum um eina royndarvenjing. – Kappingini í Føroyum hevði ligið still í eina tíð, so ergvar bangin um formin hjá mær. Hetta var í novembur mánað, men tað gekk nógv betri enn eg hevði væntað, sigur Mona um royndarvenjingina Eftir royndarvenjingina kemur Mona aftur til Føroyar, men tað er skjótt boð eftir henni úr Karlsruhe, ið spælur í triðbestu deildini. Seint í januar mánað fer Mona av landinum og setir kós ímóti Týsklandi til eina nýggja fótbóltsmentan og eitt nýtt lív. – Tað var undarligt at koma til eitt nýtt felag og ókendar um- støður. Eg var bangin og nervøs, men samstundis spent. Teir fyrstu dag ar nar við vóru hinar genturnar ikki serliga opnar fyri mær, og eg tosaði fyri tað mesta við venjaran, men hann hevði sjálvandi eisini onn ur ting at taka sær av. Tað var eitt hart tíðarskeið og ikki altíð líka stutt ligt, men samstundis var tað ein avbjóðing, og eg kom at kenna meg sjálva væl, sigur Mona. Í einum av teimum fyrstu dyst- unum kom Mona út fyri einari stutt ligari hending. – Til venjing rópa allar genturnar, »Habe ich«, sum merkir »eg havi«. Tá eg so í dystinum fái bóltin rópi eg »Habe ich«, men tá kemur dómarin rennandi yvir til mín og stillar seg heilt tætt við meg og sigur, at um eg sigi; »Habe ich«, so dømir hann fríspark til hin partin. Eg bleiv í øðini og skilti einki. Seinni fekk eg at vita, at eg skuldi siga »Leo« tá eg fekk bóltin. Eg havi framvegis ikki funnið útav hví, sigur Mona flenn- andi. Mona hevur nú verið í Týsklandi í fýra mánaðir, men hvat er so komi burturúr? – Eg eri komin at kenna eina heilt aðra fótbóltsmentan. Týskur fót bóltur er nakað heilt annað Eg fekk at vita, at eg skuldi siga »Leo« tá eg fekk bóltin. Eg havi framvegis ikki funnið útav hví Týska kvinnufótbóltsblaðið, Frauenßball, hevði eina grein um Monu og hennara fótbóltslív í Karlsruhe Mynd: Álvur Haraldsen