mikudagur 26. mai 2010síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86
Sosialurin
Ítróttur
Perlufríspark
knekkaði B68
vodafonedeildin Øssur Hansen
spældi seinastu tjúgu minuttirnar
av dytinum við Margáir. Hann
heldur at B68 hópurin er tunnur
og tolur illa skaðar og leikbann
Tróndur Arge
– Tann størsti munurin á lið
unum í dag er at teir hava
leik arar, ið kunnu avgera
dystir. Tað vísti millum ann
að Arnbjørn Hansen. Vit
hava havt nakrar skaðar at
dragast við og hava vit eisini
fingið tvey leikbann. Tað
sæst aftur, tí hópurin hjá
okk um er tunnur. Tað skal
ikki verða nøkur umbering
fyri at innsatsurin er ov
vána ligur. Hann var til deils
góður í dag, men vit vóru ov
ódesi plineraðir óti endanum
av dystinum.
B68 hevur nú bara fingið
eitt stig í teimum seinastu
fýra dystinum og tað sæst
aftur á stiga talvuni. B68 er nú
bara fýra stig frá botnliðnum
á ein um sjeynda plássi.
– Tapið í dag merkir at vit
fyrst og fremst mugu hyggja
niður eftir og so taka tað
har frá. Vit hava mist nakrar
góðar leik arar frá í fjør og
leggur tú so leik bann og
skað ar omaná, so eigur tað at
síggj ast á liðnum, sig ur Øssur
Hansen.
Komandi dysturin hjá B68
er á Sandi ímóti B71.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur
egil mArni
gerT Alex
pæTur krisToffur
hAns p sorin gudmund
Arnbjørn
keiTA jónleif
pól j jóhAn p
André remi
niclAs poul
oddur jóhAn d
vlAdA
EB/Str. - B68 3-0 (0-0)
1-0: hans pauli samuelsen, 51.
2-0: Arnbjørn hansen, 66.
3-0: Arnbjørn hansen, 84.
Dómari: Dagfinn Olsen
EB/Streymur: Tróndur Vatnhamar - Gert Hansen, Egil á
Bø, Marni Djurhuus, Alex dos Santos (Leif Niclasen, 20.) -
Gudmund Nielsen (Arnar Dam, 72.), Pætur Dam Jacobsen,
Sorin Anghel (Daniel Udsen, 66.), Kristoffur Jakobsen,
Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen
Gult kort: Kristoffur Jakobsen, Marni Djurhuus,
Sorin Anghel, Pætur Dam Jacobsen
B68: Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen, Jóhan Dávur
Højgaard, Oddur Højgaard, Niclas Joensen - Jóhan Petur
Poulsen, Remi Langgaard (Eli Simonsen, 47.), André
Olsen, Pól Jóhannus Justinussen - Jónleif Højgaard
(Øssur Hansen, 66.), Keita
Gult kort: Remi Langgaard, Oddur Højgaard
nr. lið
dyStir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
Stig
1 ÍF
9
5
3
1
14
7
+7
18
2 HB
9
5
3
1
17
13
+4
18
3 NSÍ
9
5
1
3
18
9
+9
16
4 Víkingur
9
4
3
2
18
15
+3
15
5 EB/Streymur
9
4
2
3
15
11
+4
14
6 B36
9
3
4
2
16
15
+1
13
7 B68
9
3
1
5
17
20
-3
10
8 FC Suðuroy
9
1
3
5
11
18
-7
6
9 AB
9
1
3
5
12
20
-8
6
10 B71
9
1
3
5
9
19
-10
6
Føroyska Vodafonedeildin
Merkist
at hópurin
er tunnur
Øssur Hansen:
B68 veteranurin,
Øssur Hansen
Mynd: Álvur Haraldsen
vodafonedeildin Hans Pauli Samuelsen er í serflokki, tá
tað kemur til tekniskan bóltførleika í føroyskum fótbólti.
Víkamaðurin vísti fleiri ferðir sínar dygdir, tá hann dribblaði
framvið bæði einum og tveimum mótstøðuleikarum. Hans
Pauli skoraði eisini perlufrísparkið, ið knekkaði toftamenn
Tróndur Arge
Tað var dysturin, ið skuldi finna
avbjóðarin til oddaliðini í Voda
fonedeildini, sum var leiktur við
Margári í gjár. Dysturin var bara
tjúgu minuttir gamal, tá Alex Dos
Santos hjá EB/Streymi mátti av
vøll inum við álvarsamum skaða í
øsklini. Hann varð koyrdur beint
á lands sjúkrahúsið til kanningar.
Tað var lítið, sum skilti liðini í fyrra
hálv leiki. Bæði liðini høvdu hvør
sín stóra møguleika, men í báðum
førum bjargaðu málmennirnir.
– Sigurin hevur stóran týdning
fyri okkum. Nú kunnu vit aftur
bjóða av í oddinum. Vit fóru eitt
sind ur niður við flagginum eftir
tapið ímóti B36, men vit strídust
í dag og hildu málið reint, tað var
týdn ingar mikið, sigur Hans Pauli
Samuelsen.
B68 hevði lotið undan í fyrra
hálvleiki og høvdu lættari við at
um seta deyðbóltar til vandastøður,
men bara tí einu ferðina var veruliga
brúk fyri Tróndi Vatnhamar í EB/
Streyma málinum. Tróndur stóð
annars ikki at byrja inni á dómara
seðlinum, men í evstu løtu mátti
Rene Tórgarð geva avboð vegna
skaða.
– Eg haldi at munurin í dag var
vit fingu mál fyrst. Síðani glapp tað
fyri teir og vit fingu mál nummar
tvey og trý. Tað var avgerandi at vit
fingu mál fyrst, sigur Hans Pauli
Samuelsen.
Tá seinni hálvleikur var góð ar
fimm minuttir gamal kom av gerð
andi málið, ið knekkaði B68. Ein EB/
Streyma leikari verður feldur stutt
uttan fyri brotssteigin eitt sindur
úti í høgru síðu. Við høgra beini
sendi Hans Pauli bóltin upp um
mann garðin og í tvørstongina og
inn. Ein perla av einum frísparki,
ið knekk aði toftamenn og setti lív
í sunda lagsmenn.
– Eg royndi bara at fáa bóltin
uppum múrin og so langt upp sum
eg kundi og tað eydnaðist. Eg og
Alex Dos Santos hava vant fríspørk
eitt sindur í ár, kanska ov lítið, men
veðrið hevur ikki orduliga verið til
tað. Tá veðrið er gott so venja vit
tað, sigur Hans Pauli.
Hans Pauli var ein støðug hóttan
ímóti toftamonnum. Fleiri ferðir
dribblaði hann framvið bæði einum
og tveimum toftamonnum.
– Viðleikarnir kenna meg eftir
hondini. Eg eri ikki tann, sum stríð
ist mest. Eg haldi meg mest til at
dribbla og tað álopskenda og tað
haldi eg teir skilja. Eg eri fegin um
at hava tað rolluna á liðnum, sigur
Hans Pauli Samuelsen at enda.
Hin stóri leikarin í dystinum
var Arnbjørn Hansen, ið skoraði til
bæði 20 og 30. Tá tjúgu minuttir
vóru eftir sendi Kristoffur Jacobsen
Gudmund Nielsen avstað í høgru.
Gudmund legði síðani innfyri til
Arnbjørn Hansen, ið skoraði trygt.
Tíggju minuttir seinna skoraði
Arnbjørn aftur. Hesa ferð uppá
frálíkt mót álop. Sendur avstað
oman í vinstru síðu, dregur hann
framvið tveimum toftamonnum,
áðrenn hann sendur bóltin flatt inn
við nærmastu stong.
Við sigrinum eru sundalagsmenn
nú klárir at bjóða oddaliðunum av.
trondur@sosialurin.fo
munurin í dag var, at vit
fingu mál fyrst. Síðani glapp
tað fyri teir, og vit fingu mál
nummar tvey og trý
Bóltsnillingurin, Hans Pauli Samuelsen, vísti seg enn einaferð sum frísparksserfrøðing
Mynd: Álvur Haraldsen
EB/Streymur 3
B68
0