Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87 12 Sosialurin Kjak Fyri stuttum kom fram, at danir nú krevja, at før­ oyingar, sum søkja inn á hægri læristovnar í Dan­ mark, skulu hava danskt og danskar uppgávur í førleikagevandi læru grei­ num á føroyskum mið­ námsskúlum. Hetta hevur ongantíð áður verið kravt, og er helst ein avleiðing av ”Kongeriget Danmark, for så vidt angår Færøerne” – takka veri m.ø. Fólkaflokkinum, sum mitt á nátt atkvøddi fyri hesum myrkursins gern­ ingi. Mentamálaráðið setti ongan spurning við málið, men ætlaði í ber ari undirbrotligheit at gjøg­ numføra donsku krøvini. Men tá so Høgni Hoydal gjørdi vart við seg og talaði at, leyp Edmund Joensen frá, og dálkaði Høgna út á allar grovasta hátt, við einum lesarabrævi ”Danin er f….”, (fái meg ikki at endurgeve yvirskriftina), sum má metast at verða eitt sera ósømulig yvirskrift og til lítlan sóma fyri ein fyrrverðandi løgmann og løgtingsformann at brúka. At málið snúði seg um eitt afturstig fyri føroyska málið, viðgjørdi hann als ikki, men nýtt heldur høvi at dálka Høgna Hoydal út. Sum sambandsmaður hevur hetta heldur ikki hansara áhuga og er hetta honum tí so líkt, sum frá fyrsta degi av hevur stríðst ímóti føroyska málinum, og øllum sum føroyskt er. Ja, sjálvt ídag er ágangurin kyknaður upp aftur, frá hesari síðuni og er øðiligur á føroyska málinum, so tað brýtur í bæði borð. Høgni hevði tí ikki annað val, enn at kalla danska undirvísingarráharran í samráð, men hetta sigur Edmund er púra óneyðugt. Sjálvandi sigur hann tað. Avtalan, sum føroyskir og danskir mynduleikar hava gjørt á hesum økinum, heldur hann vera í lagi, altso at eitt av førleikakrøvunum skal vera danskt, hóast allir næmingar hava mótmælt hesum. Danir siga, at før­ oyska málið knappliga ikki er nóg gott til víðari lestur í Danmark. Slík krøv hava teir ikki sett hinum norðurlendsku tjóðunum, men Edmund heldur, at hetta er púrasta í lagi. Ein kann tí spyrja, hvat ger Edmund Joensen í Fólkatinginum? Fyri føroyingar arbeiðir hann í hvussu so er ikki, og so seint sum í tíðindunum í Rás 2 ídag, viðgekk hann, at hann er partur av donsku stjórnini. Eg fari tí at heita á sambandsveljarar, hugsi tykkum væl um, næstu ferð tit fara á fólkatingsval, um at velja ein, sum arbeiðir fyri føroyskum áhuga­ málum, og ikki ein sum rennur ørðindir fyri danir. Gott í teg Høgni, og takk skalt tú hava fyri, at tú ikki letur seg tøla, men at tú alla tíðina er á varðhaldi, men beikst má tað kennast, at ein føroyskur fólkatingslimur er okkara størsta hóttan bæði so og so. Ein ósømu­ ligur fólka­ tingsmaður! Kai Vágfjall kv@olivant.fo Tað er at fegnast um, at Her­ geir Staksberg birtir alment orðaskifti um hugtakið »frælsi«, sum sanniliga er nógv misnýtt. Hergeir hevur sítt frælsi til at siga og skriva, tað hann vil. Men harmiligt at hetta frælsið verður nýtt til at leggja Tjóðveldi und­ ir vanligar fordómar og at skjóta okkum hugsanir, mein­ ingar og ætlanir í skógvarnar, sum eru beint øvutar av tí, ið vit stríðast fyri. Hesum kundi verið slopp­ ið undan, um Hergeir hevði ómakað sær at kannað og lisið, hvat flokkurin leggur í hugtakið »Veruligt frælsi« – og hvønn politikk Tjóðveldi orðar fyri hetta hjartamál okkara. Skal tí endurgeva nakað av tí, sum flokkurin hevur orðað um hugsjónina og málini aftanfyri hjartamálið: »Veruligt frælsi«. Og hvør kann sjálvur meta um, hvørt flokkurin eisini hevur víst og vísir síni mál í verki. Frælsi er ikki at sleppa frá Alt ov leingi hava vit latið frælsi vera ein spurning um at sleppa undan at viðgera tey torføru málini. Vit hava latið frælsi vera ein spurning, sum vit bara kunnu senda av landinum til onnur at tala sær av. Vit hava latið frælsi verið ein spurning um framíhjárættindi og ser ­ skipanir í politisku avgerð un­ um, heldur enn at skipa eitt samfelag við rættartrygd og opinleika, har fólk og vinna hava somu møguleikar at virka, velja og verða vird. Alt ov leingi hava vit latið politikarar ásett okkara rættindi frá valskeiði til val­ skeið við tilvildarligum skift andi lógum og fyri sting­ arligum avgerðum. Og alt ov leingi hava vit lat ið polit isku skipanina spælt vinnu lívs­ fólk, ið áseta hvørjum vinn­ um, ið lívi skal verða lagað. Men eitt samfelag, ið ikki gevur øllum borgarum somu frælsisrættindi og skap ar álit á rættartrygd og grund­ leggjandi kørmum at virka undir, skapar ikki frælsi, men elvir til ótta og vantandi álit og ábyrgd. Veruligt frælsi er ikki ein spurningur um at sleppa frá ella undan nøkrum. At sleppa undan at taka ábyrgd. At sleppa undan at gjalda. At sleppa undan at seta krøv til okkara politikarar og skip­ anir. At sleppa undan at stríð ast um, hvussu vit í felag kunnu skapa virðir og gjalda sjálv til samhaldsfastar skip­ anir fyri okkara veiku, eldru og brekaðu. Ella at sleppa undan at rinda rokningina. Veruligt frælsi er frælsi til at taka ábyrgd sjálv Veruligt frælsi, er frælsi til nakað. Frælsi til at taka av­ gerðir og ábyrgd sjálv. At gjalda sjálv. At standa til svars fyri frælsinum hjá næstanum. Veruligt frælsi kostar og krevur nakað av okkum, og er ikki ein pakki, sum onkur skal geva tær fyri onki. Veruligt frælsi er eitt støðugt stríð, sum ongantíð endar. Eitt stríð fyri rættindum og ávirkan og javnvirðum mill­ um fólk. Eitt stríð fyri fólka­ ræði, har onnur ikki kunnu taka avgerðir um okkara fram tíð og møguleikar og lívs grundarlagi omanyvir høvd unum á okkum. Tí skulu støðugt stríðast fyri at skipa lóg og landaskil. Vit skulu rudda í lóggávu, skipanum og fyrisiting, og skapa grundleggjandi og var andi rættarkarmar fyri veruligum frælsi hjá okkum øllum í einum væl virkandi fólka ræði. Tjóðveldi merkir fólka­ ræði. Endamálið við at skipa føroyingar sum frælsa tjóð, er at taka ábyrgd av at skipa eitt samhaldsfast samfelag við somu rættindum og frælsi til allar borgarar. Tjóðveldi hevur tí m.a. hesi ítøkiligu mál fyri at skapa veruligt frælsi í Før­ oyum: Frælst vinnulív og javnar kappingartreytir ­ Seta greiðar linjur millum alment og privat. ­ Seta í verk uppskotið hjá Tjóðveldi um almenna tilfeingisbúð við marknaði fyri fiskirættindi, ali rætt­ indi og nýtslu av øðrum almennum tilfeingi, har inntøkur av sølu fella til landið. ­ Kreppuloysnir og ser skip­ anir, ið forða kappingarføri skulu niðurlagast yvir ávíst áramál uttan at gera seg inn á rættindi hjá borgarum. Fiskivinnupolitikkurin eftirmetast ­ Veiðitrýstið undir fiski­ daga skipanini skal eftir­ metast og regulerast, stovns røktini at frama. ­ Kanningar av umhvørv­ isavleiðingum á korall­ økir skulu gerast og neyð­ ug tiltøk setast í verk. Íverksetan og nýskapandi vinnulív ­ Tað almenna skapar karm ar og eggjar til íverk setan og nýskapandi vinnur. ­ Tryggjast skal, at tað er lætt at seta á stovn nýggj virki. Persónligt frælsi ­ Borgararættindi, skyld ur, frælsisrættindi og manna­ rættindi verða ásett í grundlóg og í dagførdari sivilrættar ligari lóggávu. ­ Lógirnar um ómyndugger­ ing, verjar og tvingsil verða dagførdar. ­ Minnilutabólkar verða vardir. Rættartrygd hjá øllum borgarum ­ Lógarupprudding við atliti til rættartrygd. ­ Víðfevnt alment innlit í almennu fyrisitingina. ­ Greiðar avleiðingar av skeivari fyrisiting verða tiknar. ­ Brúkararaumboðsmaður verður settur á stovn. ­ Føroyska dómsvaldið og fyrisitingarligar av­ gerðir verða regluliga dygdarmettar av altjóða stovnum. Fakliga styrkt almenn fyrisiting ­ Almenna fyrisitingin verður eftirmett og end urskoðað til tess at styrkja fakligu økini og rætt ar trygdina. Javnstøða ­ Hagtøl og gransking um javnstøðumál ­ Javnstøðupolitikkur fyri alt samfelagið Høgni Hoydal Veruligt frælsi merkir, at vit sjálv taka avgerðirnar og ábyrgdina Hergeir Staksberg viðger í bløðunum eitt av hjartamálunum hjá Tjóðveldi: “Veruligt frælsi”. Tíverri byggir hann á fordómar og ósannindi um Tjóðveldi, sum hann hevði sloppið undan við at lesa, hvat flokkurin orðar um síni hjartamál og hvat hann vísur í verki