fríggjadagur 28. mai 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Rákið – heimið mai 2010
Lisa og Hanna
Lisa Hendriksdóttir, t.v., og Hanna Rubeksen eru systrar og næstan javngamlar. Tær
hava børn og mann og hús og djór og bil og fulltíðarstørv og alt hattarhar, sum ger, at
man viðhvørt hevur hug at renna skríggjandi vekk. Tær hava avtalað at hjálpa til við
ruddingini heim hjá hvørji aðrari.
Lisa: Eg havi fleiri støð í húsinum, har ting liggja alt ov leingi, áðrenn tey verða koyrd
burtur. Bæði í kjallaranum og á ovastalofti eru alt ov nógvir krókar, sum eita »til viks«.
Hanna sigur: Eg eri so glað fyri, at maður mín einaferð segði, at hjá okkum skal onki upp
á ovastaloft. So har er skralltómt.
Lisa sigur: Eg hugsi ofta, at kanska fái eg brúk fyri tí aftur. Men tað er so ræðuliga langt
ímillum, at eg fái brúk fyri tí.
Hanna sigur: Garasjan er full og tað er irriterandi. Eg haldi, at eg dugi væl at koyra vekk,
men tað skal líka standa í garasjuni í nakrar mánaðir, áðrenn eg finni útav, hvar tað so
skal.
Lisa: Summi ting hava eina góða søgu, so tey skulu ikki vekk. Eg eigi ein gamlan leist hjá
abbanum, sum var skómakari. Leisturin er ikki penur, men eg vil ikki av við hann.
Hanna: Men tað er munur á tingum við einari søgu og so tí, sum bara er skrambul, sum
bara skal vekk ella víðari til onkran, sum hevur brúk fyri tí.
Tú skalt víðari
Hugsa um, hvønn týdning og leiklut tingini hava fyri teg í
lívinum beint nú. Klæðini í skápinum skulu avspegla teg, sum
tú ert nú. Vel klæðir, sum tú kennir teg vakra og deiliga í, so tú
trívist og verður glað. Gomul, slitin klæðir, sum tú ikki passar
longur, umboða teg, sum tú vart einaferð. Men tú ert broytt og
skalt víðari, og tí skulu gomul klæðir út!
Systrarnar fara á botn