fríggjadagur 28. mai 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
Sosialurin
Ger okkurt nýtt á før oysk
um, so er vargur í, og at
finningarnar mótvegis teim
um, sum royna tað nýggja,
kennir ongi mørk.
So var eisini, tá føroyskt
atlas
kom
út
á
fyrsta
sinni í 1993. Bondskir at
finn ar ar krøktu seg í orð
sum
Høvdastað,
Sikil oy,
Borgundarhólm,
Grøn
høvda oyggjar og Bjørgvin,
og í teim um orðunum hava
teir ógvu liga óuppbyggiliga
hingið síðan.
Eftir mínum tykki høvdu
teir rætt í, at orð sum hesi
vóru óneyðug og eiga at
verða broytt. Men teir fóru
dyggiliga skeivir, tá teir koll
dømdu alt atlasið, tí í mangar
mátar hevur tað við sínum
7.000 orðum og mongu góðu
kortum verið væl eydnað, og
á kjakfundi í Miðlahúsinum
í farnu viku nevndu lærarar
eisini, at tað hevur verið sera
hent upplýsingaramboð í
fólka skúlanum.
Strevar aftureftir
Í
løtuni
eru
røddir
tó
frammi,
ið
tykjast
vilja
broyta føroyska stavseting
í landafrøði til danska og
enska stavseting og forða
fyri, at føroyskt áhaldandi
verður nýmótansgjørt sum
mál eisini á hesum øki. Vit
skulu bakka minst 20 ár aftur
í tíðina og skriva Mexico í
staðin fyri Meksiko, sigur
eitt nú Sjúrður Skaale og ger
seg á tann hátt til talsmann
fyri, at føroyski málbúnin
er liðugt mentur. Alt er so
altjóðagjørt, tykist hann at
halda, at nú skulu vit bara
herma eftir øllum øðrum.
Eftir mínum tykki mæl
ir Sjúrður Skaale við síni
skriving til málsligt bak
strev og hugsar lítið um,
hvussu
stóra
ørkymlan
hans ara upp skot um fremm
and ar stavir og danska og
enska
stavseting
kunnu
elva til. Børnini skriva í
dag eftir verandi før oyska
stavsetingarhátti. Hví brád
liga óumhugsað bakka? Eitt
løgið mál hjá løg tings manni
at seta sær eftir 150 ára langt
málstrev, ið m.a. snúði seg um
at skapa ein sjálvstøðugan
málnorm og menna føroyskt
á øllum økjum.
Rætt er, at vit seinnu
árini eru vorðin alt meira
al tjóðagjørd, og at serliga
enskt
vinnur
seg
nógv
fram. Men hvat annað er
hent
í
heiminum
síðan
1990? Vit hava jú fingið
eina ørgrynni av nýggjum
politiskum
eindum
og
altjóða viðurkendum ment
anar økjum. Í gamla Sovjet
samveldinum fingu vit lond
sum Estland, Lettland og
Litava, og á Balkan vórðu
stovnað lond sum Serbia,
Bosnia, Kroatia, Slovenia og
Montenegro. Eisini Slovakia,
Kekkia og Eysturtimor eru
komin aftrat. Samstundis
hevur ikki eitt einasta land
upployst seg sjálvt.
Gongdin hevur verið, at
tað politiska og mentanarliga
fjølbroytnið er vaksið og ikki
minkað. Samstundis hava vit
so eisini sæð, at politiskar
eindir hava viljað samstarvað
í stórum felagsskapum sum
ES, ST og NATO, tó uttan at
lata burtur av sínum ment
anarligu
sereyðkennum.
Hetta, haldi eg, mótprógvar
uppáhaldinum um, at lond
og mentanarlig sereyðkenni
eru um at fara í søguna, og at
vit málsliga skulu lata okkum
standardisera eftir onkrum
teknokratiskum frymli hjá
ES ella ST.
Dugnalig børn
Spurningurin um, hvussu
eitt
føroyskt
atlas
skal
gerast, er lættur at svara.
Eitt
føroyskt
heimsatlas
kann ikki gerast annað enn
føroyskt í útgangsstøðinum,
tí er tað ikki føroyskt, ja, so
kunnu vit bara bakka aftur
og brúka donsk og ensk
atlas. Og hvat er so føroyskt
í
hesum
sambandinum?
Tað er at brúka føroyska
stavseting, har hon hóskar
og er natúrlig, og tað kann
eisini vera hóvliga at týða
støð í heiminum, sum ikki
hava ikoniska støðu sum
nøvn.
Gera vit hetta, avbyrgja vit
als ikki okkara skúlaungdóm
frá
øðrum
málum,
sum
summi siga. Børn í dag læra
væl og virðiliga føroyskt,
danskt, enskt og onnur mál
við, og á sínum teldum duga
tey betur enn nakrantíð at
skifta ímillum málini. Tey
eru so kring málsliga, at tað
mangan er hugtakandi, og
tí er tað at seta niður á børn
og ung, tá sagt verður, at
føroysk stavseting og málslig
nýgerð avbyrgir tey frá um
heiminum.
Tvørturímóti
styrkir eitt livandi móðurmál
teirra málsliga tilvit.
Sambært teimum, sum
gjørdu
Heimsatlasið
frá
1993, ber als ikki til at gera
eitt atlas reglufast málsliga.
Onki atlas yvirhøvur er
konsekvent málsliga. Fyrst
taka atlasini støði í málinum
og stavsetingini, har tey eru
gjørd, so flyta tey seg yvir í
enskan ella týskan stavihátt,
og síðan brúka tey tann
staðbundna staviháttan. So
tað at gera sær vónir um,
at vit fult og heilt fáa eitt
føroyskt atlas, kunnu vit
gloyma.
Sum útgangsstøði skulu
vit tí stavseta tey vanligastu
orðini, t.d. landanøvn, ávís
ar býir og onnur støð, á
føroyskum, eins og gjørt er
í Heimsatlasinum frá 1993,
listanum yvir landanøvn hjá
Málnevndini og lærubókini
Heimurin frá 1990. Eisini
skulu vit geva nýggjum fyri
brigdum
føroyskan
ham,
tí eitt sindur av nýgerð og
yrking krevst, tá brotið
verður upp úr nýggjum.
Broyta óheppin orð
Í Heimsatlasinum frá 1993
vóru nøkur orð, sum funnist
hevur verið nógv at, og
sum eisini vóru óheppin.
Hetta við Borgundarhólmi,
Bjørgvin, Sikiloy, Høvdastaði
og Grønhøvdaoyggjum var
óneyðugt. Tað eitur Born
holm, Bergen, Sisilia, Cape
Town og Kapp Verde. Vit hava
ikki tørv á at fara í kvæðini
at vita, hvussu Bergen eitur,
tí býurin eitur Bergen, og
tað eiga vit at kalla býin.
Sisilia eitur Sisilia við s, og
Cape Town eitur Cape Town,
eins og New York eitur New
York.
Her hava andstøðingarnir
til Heimsatlasið rætt. Men
tá teir siga, at nú skulu
føroyingar fara at kalla øll
heimsins lond við nøvnum,
sum verða brúkt í ymsu
londunum, eru teir fortalarar
fyri nøkrum, sum má metast
sum undirhaldandi Erasmus
Montanuslogikkur, ið ikki
letur seg gera. Tí skulu
føroyingar nú kalla Albania
fyri Shgiperia, sum landið
eitur á albanskum? Skulu
føroyingar kalla Marokko
fyri Al Maghrib? Og skulu vit
kalla Sameindu Emirríkini
fyri Al Imarat al' Arabiyah al
Muttahidad?
Nei, soleiðis fara vit sjálv
andi ikki at siga, tí vit eiga
okkara egna mál at tosa við
og duga sjálv at seta orð á
heimin. Av tí sama skulu
vit gera eitt føroyskt atlas,
sum
í
útgangsstøðinum
ikki er enskt, ikki danskt,
ikki norskt, ikki íslendskt,
men føroyskt.. Men alt skal
sjálvandi gerast við máta,
ikki minst týðingarnar, og
har føroyskt ikki røkkur,
flyta vit okkum út í norð ur
lendskan stavihátt, síðan í
enskan stavihátt og at enda
eisini í staviháttin í einstaka
landinum.
Hetta
merkir,
at
vit
sjálv andi skriva Meksiko,
Liktinstein, Sveis, Makedónia
og Kuba á føroyskum, Århus
á donskum, New York á
enskum og Ho Chi Minh
á stað bundna málinum. Í
summum førum mugu vit
umhugsa, hvussu langt før
oysk stavseting skal fara.
Skriva vit Thailand ella
Teiland? Í hesum førinum
mugu vit gera av, um vit taka
atlit til lokala staviháttin
og upprunan til orðið thai,
ella um vit lata føroyska
staviháttin vinna. Bara eitt
mugu vit ikki gera: Gera
eitt
føroyskt
atlas
eftir
staviháttinum í donskum
ella enskum, tí okkara út
gangsstøði er føroyskt.
Haraftrat skulu vit fara
ógvuliga varliga við stav
raðnum, tí sambært greinini
hjá Sjúrði Skaale »Chile á
góðum
føroyskum!«
eru
ørindi hansara nú ikki ein
ans at fáa inn í stavraðið
stavir sum c og x. Nú tykist
hann við hesum stavunum
at vilja broyta føroyskan
stavsetingarsið. Tann ætlanin
fer at fløkja innlæringina hjá
næmingunum í føroyskum
upp í ein ellibita og skaða
málsligu
nýmenningina.
For maðurin í Málnevndini,
Jógvan í Lon Jacobsen, hevur
tíbetur ávarað í sjónvarpinum
ímóti at broyta stavsetingina,
so málið er vónandi í góðum
hondum, eisini í einum nýggj
um málráði.
Tíðargrein
Uni Arge
Heimsatlasið – menning heldur enn bakstrev
Orðaskiftið um Heimsatlasið seinastu 17 árini hevur verið merkt av happing mótvegis teimum, sum gjørdu
tað. Veruleikin er, at arbeiðið var gott, og at Heimsatlasið hevur verið sera hent skúlabók síðan. Verða eini 5-10
orð av teimum 7.000 orðunum í atlasinum broytt, verður atlasið uppaftur betri. Útgangsstøðið eigur at vera
føroyskur stavsetingarháttur, men har føroyskt ikki røkkur, flyta stavseting og navnagáva seg í onnur mál
Ger okkurt nýtt á før
oysk um, so er vargur
í, og at finningarnar
mótvegis teim um, sum
royna tað nýggja, kennir
ongi mørk
Riga