Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Rákið – heimið mai 2010 Sannir vinir kennast so væl, at teir vita, hvussu tú hugsar, hvønn smakk tú hevur og hvørjar kenslur tú hevur fyri ym isk­ um í lívinum. Tey skilja, hví tú ikki vilt koyra falmaðu pappblómuna av einum páskareggi vekk, tí hana fekst tú frá gubbanum, sum ikki er longur. Men tey vita eisini, at tú bara hevur hin hesliga vasan frá Fíumostir standandi, so hon ikki skal blíva kedd – og tí skal hann detta á gólv! Við at mýkja, forklára, yvirtala og sann føra, kann ein vinkona ella vin mað­ ur vera júst tað, sum tú hevur brúk fyri, tá tú hevur ilt við at skilja tey av við ting, sum í veruleikanum ikki siga tær nakað sum helst. Órudd órógvar mentalt Nær svevur tú best? Tá kamarið er fult at skitnum klæðum og støvi undir songini, ella tá songjarklæðini eru ný skift, gólvið er vask að og rúm­ ið luftað út? Tey allarflestu vildu sagt, at seinna kamarið er betri at sova og at hugna sær í. Men hví er hetta so? Jú, tí órudd og skittur ávirka okkum negativt. Ikki bara ítøkiliga, men eisini mentalt. Hetta er ikki bara galdandi fyri kam­ arið, men fyri øll rúm. Er skil á tingunum, fært tú eisini pláss og yvirskot til tað, sum veruliga hevur týdning í lívinum. Tað verður enntá lættari at seta sær mál og at røkka teimum. Hetta hava eysturlendingar kent til í tús und ár undir heitinum Feng Shui. Men tær nýtist onki fancy heiti fyri at vita tað, tí tað er bara at føla eftir inni í hjartanum, tá tú fert inn í eitt kamar, har tú hevur mugað út og vaskað. Fá pláss og yvirskot Um vit skulu definera órudd, so er tað alt tað, sum tú ikki brúkar ella ikki ert glað fyri. Alt hetta skal burtur úr lívin­ um, so tú fært pláss og yvirskot til tað, sum hevur týdning – bæði so og so. Her er avbjóðingin at tora at koyra burtur og at sleppa tinginum. Tingini sum tú ert glað fyri og fram­ haldandi vilt eiga, skulu hava sítt fasta pláss í heiminum, so tú ikki brúkar dýra­ bara lívið til at leita og leita, tí alt ligg ur og sløðist. Ver realistisk Ímynda tær at hava eitt skralltómt ovasta­ loft, sum ikki liggur sum eitt tungt ok á herðunum, tí tú í fleiri ár hevur vitað, at tað trongir til ein ordans um gang. Ella at pláss var fyri bilinum í garasj uni? Tá tú hevur sett tær fyri at koma niður á botn í óruddinum, mást tú seta tær eina realistiska tíðarætlan fyri, nær tú skalt vera liðug. Summi øki í heiminum eru kanska so beykað til av húsaskorði, at tú langt síðan hevur mist yvirblikkið. Til dømi kjallarin, pultirúmið, ovastaloft ella fýr rúmið. Her koma vinfólkini upp í leikin, tí tey hava ikki somu kenslur fyri tínum gamla skrambli sum tú. Hetta ger tey væl egnað at hjálpa tær at sleppa ting um, sum tú av onkrari løgnari orsøk neyð heldur um. Hví skalt tú goyma tann moyra og holuta gummibátin frá 1977, sum hevði havt tað nógv betri í ruskovninum enn í tínum hjalli? Avtalu við onkran, sum tú tú hevur álit á um at hjálpa til, tá tú fert undir stóru uppruddingina heima við hús. So kanst tú lova, at tú kemur heim til við komandi at hjálpa til, tá tørvur er á tí. Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo hava ruddidag Kærleikin millum vinfólk ger, at tey eru perfekt at heita á, tá vit skulu á botn í óruddinum heima við hús. Tí tað er ikki altíð so lætt at síggja og at sleppa óruddinum hjá sær sjálvum. Órudd er negativ energi! Góð ráð, tá tú ruddar: • Tak eitt øki í senn og rudda tað heilt liðugt. Um tú ikki hevur nógva tíð, er tað betri at rudda eina skuffu væl og virðiliga, enn at koma í helvt í klædnaskápinum. • Tak alt út úr staðnum, sum skal ruddast. • Skapa pláss fyri tingunum, sum tú vilt hava inni. • Nógvar penar goymsluboksir og bedrollarar eru á marknaðinum. • Set spjaldur uttaná, so tú veitst, hvat er í. • Sortera tingini í fýra ymskar kassar/sekkir: Her: Tað sum skal vera eftir í rúminum Burtur: Tað, sum tú ikki brúkar ella sum er brotið Endurnýtsla: Klæðir og ting, sum onnur kunnu fáa gleði av, til dømis endur nýtslu­ handil ella vinir og familju Flyta: Tað, sum skal eitt annað stað í heim­ inum