fríggjadagur 28. mai 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
14
Sosialurin
Kjak
Eitt av slagorðunum hjá
Tjóð veldi
er:
»Veruligt
frælsi«. Vel Tjóðveldi og tú
slepp ur at smakka veruligt
frælsi. Tá frælsi er tað mót
satta av avmarkingum, so
má tað eisini merkja: »Vel
Tjóðveldi og tú sleppur und
an avmarkingum«. Taka vit
sjálvt orðið, so gevur tað
okkum eina kenslu av væl
veru, tí frælsi er eitt positivt
ladað orð, men hvat merkir
veruligt frælsi? Er tað eitt
ávíst slag av frælsi? Og kann
nakar taka patent upp á
veruligt frælsi? Havi ofta
hugsað um hetta sloganið hjá
Tjóðveldi og hvat Tjóðveldi
byggir hetta á. Nå, men nokk
tos. Her fáa tit mína tulking
av veruliga frælsinum hjá
Tjóðveldi.
Frælsu dúgvurnar
í Barcelona
Tá eg hugsi um frælsi, so fari
eg eisini at hugsa um fuglar.
Fuglar eru eitt tað kendasta
symbolið fyri frælsi. Tá eg
búði í Barcelona á sinni, so
sat eg ofta á einum bonki á
Placa de Cataluna og nýtti
sólina. Hetta er eitt torg mitt
í hjartanum á Barcelona og
har ganga og flúgva nógvar
dúgvur. Og um tú ert ein fan
av dúgvum, so kanst tú keypa
korn frá fólki á staðnum, sum
tú so kanst geva dúgvunum.
Tá tú sært tað fyrstu ferð,
so sær tað øgiliga fitt út, tá
lítil børn halda armarnar
úti og lata dúgvurnar eta úr
hondunum, meðan mamm
an tekur eina mynd av barn
inum... men fylgir tú við
dúgvunum ein løtu og hvussu
tær uppføra seg, so eru tær
ikki so fittar alíkavæl.
Dúgvurnar gera alt fyri
at fáa sítt korn. Tær brúka
skitin tricks og pikka hvørja
aðra. Serliga eru tær størru
dúgvurnar nakrir fanar og
leggja á allar dúgvurnar sum
nærkast. Haldi dúgvurnar
í Barcelona lýsa »veruliga
frælsið« rættiliga væl. Fugl
ar eru symbol upp á frælsi,
men um vit hyggja at dúgv
unum í Barcelona, sum eis
ini symbolisera frið, so eru
tað ikki allar, sum eru eins
glaðar fyri sítt »frælsi«. Tað
kann væl vera, at lívið er
feitt hjá dúgvuni, sum er
stór og sterk, men tað sær út
til at vera rættiliga súrt hjá
teimum veiku.
Um vit brúka myndina við
dúgvunum í Barcelona. So
kunnu vit spyrja relevanta
spurningin: er veruligt frælsi
= eydnusemi?
Hvussu verður tú
eydnuríkur?
Veruligt frælsi sum nakað
absolutt má verða tengt at
eydnusemi. Um tað ikki er
tilfeldið, so kann talan ikki
vera um veruligt frælsi, men
relativt frælsi. Hvørki eg ella
nakar annar liggur inni við
uppskiftini upp á eydnuna,
hóast tað eru nógv, sum siga
seg liggja inni uppskriftini.
Vit hava m.a. ideologiir,
heimspekingar og átrúnaðar,
sum øll geva síni boð upp á
eydnuna. Men eftir eina
tíð, so finnur mann útav, at
ongin ideologi, heimspeki
ella átrúnaður er feilfríur, og
tískil kann talan ikki vera um
tað einasta sanna svarið. Tá
Tjóðveldi so sigur seg liggja
inni við svarinum upp á
veru liga frælsið, so loyvi eg
mær at ivast.
Hóast eg ikki veit upp
skriftina, so dámar mær
væl eitt modell hjá antin
Stephen Covey ella Dale
Carnegie. Modellið er gott, tí
tað ikki byggir á absoluttar
sannleikar. Modellið er meir
eitt dynamiskt boð upp á,
hvørji ingrediensir eru neyð
ug, um vit vilja verða eydnu
som.
Modellið er einfalt. Fyri
at verða eydnuríkur, so má
mann fáa trý ymisk øki at
ganga upp í eina hægri eind,
tí hesi trý øki eru tengd at
hvørjum øðrum. Økini eru
fylgjandi:
1) Kærleiki.
2) Pengar.
3) Heilsa.
Um tað ikki er samsvar
millum hesi trý, so kemur
óbalansa í lívsgleðina. Mangl
ar tær kærleika, so ert tú ikki
eydnusamur.
Samstundis
sum
manglandi
kærleiki
gong ur útyvir heilsuna.
Um tú ikki megnar at fáa
tað heila at mala runt fíggj
arliga, so kann hetta lættliga
ganga útyvir parlagið ella
forhold generelt. Samstundis
sum heilsan eisini ávirkast
av hesum.
Heilsan kann somuleiðis
ganga útyvir inntøkurnar
hjá tær, eins og heilsan kann
ganga útyvir kærleika. Gene
relt er vánalig heilsa nakað, ið
øll helst vilja vera fyriuttan.
Hetta merkir, at skulu
vit
verða
eydnurík,
so
mugu vit royna at halda
eina balansu millum hesar
tríggj ar fak tor ar nar, tí allir
ávirka hvønn annan. Í hesum
førinum hugsi eg serliga um
tann fíggjarliga partin hjá
Tjóðveldi, sum í nógv størri
mun skapar avmarkingar,
heldur enn møguleikar.
Persónligt frælsi vs.
sjálvstøðug tjóð
Veruliga frælsið hjá Tjóðveldi
byggir m.a. á, at Føroyar verð
ur ein sjálvstøðug tjóð. Hetta
merkir, at so skjótt Føroyar
eru leysar av Danmark, so
eru allir føroyingar veruliga
frælsir. Hetta minnir um,
tá Bill Justinessen, Jenis
av Rana og Alfred Olsen
siga, at Føroyar eru ein
kristin tjóð. Problemið við
slíkum útsagnum er, at tú
ikki tekur støði í tí einstaka
menniskjanum, men held ur
generaliserar eina heila tjóð
sambært egnum prefe rans
um.
Skulu vit hava veruligt
frælsi, so er fyrsta treytin,
at samkynd sleppa í skrásett
parlag, at vit eisini sleppa
at bryggja sterkt í Føroyum,
at monopolið hjá rúsuni
verður avtikið, at porno
verð ur lógligt, at lærugreinin
kristni verður avtikin í fólka
skúlanum osfr.. Hetta eru alt
ting, ið avmarka frælsið hjá tí
einstaka.
Tað sama er galdandi fyri
skúlaskipanina. Í løtuni hava
vit frælsi til at fáa okkum
ta útbúgvingina, sum vit
hava hug til. Siga vit farvæl
Danmark, so siga vit eisini
farvæl við SU stuðulin. Hetta
merkir sostatt, at vit skerja
møguleikarnar, heldur enn at
økja um møguleikarnar. Og tá
mann skerjir møguleikarnar,
so skerjir mann eisini fræls
ið.
Veruligt frælsi
er individuelt
Veruligt frælsi er ikki nakað,
sum
verður
avgjørt
við
landamørkum ella um eitt
land er sjálvstøðugt ella
ikki. Um hetta var tilfeldið,
so
upplivdu
sjálvstøðug
lond sum Afghanistan, Irak,
Eystur Timor og Kina veru
ligt frælsi. Um hesi londini
umboða veruligt frælsi, so
veit eg fanin.
Sannleikin er helst tann,
at vilt tú fáa eitt eydnuríkt
lív, so má tað koma frá tær
sjálvum. Vit kenna frá tí vit
vóru smá og upp gjøgnum
alt lívið. Tú byrjar við at billa
tær sjálvum inn, at tú finnur
eydnuna, tá tú fært tín
favorit Pokémon, tína fyrstu
teldu, tá tú fært eina súkklu,
tá tú fert í skúla, tá tú vinnur
eina medalju í ítrotti, tá tú
skorar eina lekkra damu, tá
tú verður student, fært børn,
verður giftur, flytir til eitt
heitari land osfr... ikki fyrr
enn tá finnur tú eydnuna.
Bullshit! Eydnan er hvørki
statisk ella absolutt. Veruligt
frælsi og eydnan finnast ikki
í tablettformi, men inni í tær
sjálvum.
Hergeir Staksberg
bloggari á mess.fo
Veruligt frælsi = eydnusemi?
HUXA loyvir sær at biðja
Mentamálaráðið
leggja
prógv ini á borðið, so at før
oysku næmingarnir síggja,
hvørji prógv hava altjóða
viðurkenning og ikki.
Føroyskir
næmingar
standa enn einaferð í villa
reiði, tí føroysku prógvini
eru ikki viðurkend utt an
fyri oyggjarnar. Dimma
lætt ing hevði skelkandi
grein í blaðnum dgf. 20.
mei 2010, har ið tað millum
annað stendur at lesa: »SIT
útbúgvingin
kann
ikki
brúkast til víðari lesnað, tí
hon er ikki viðurkend av
øðrum skúlamyndugleikum
enn
teimum
føroysku...
Teknisku skúlarnir í Før oy
um hava hvør í sínum lagi
avtalur við skúlar í Dan
mark.«
Haraftrat visti Dimma
lætting um næming, ið fekk
noktað framhaldslestur, tí
at »vit ikki kunnu upptaka
teg orsakað av vantandi
førleikum av tí, at víðka
tøknilig støðisútbúgvingin
ikki gevur atgongd til víðari
lesnað.«
Slík tíðindi eru tíverri
gerandiskostur hjá føroyska
ungdóminum, tí tað eru ikki
meira enn nakrir mánaðir
síðani, at næmingar á fiski
vinnuskúlanum
í
Vest
manna fingu at vita, at
prógvið ikki var viðurkent.
Men um nakrar vik ur
standa vit aftur við ný
klaktum næming um, ið hava
lokið miðnámsútbúgving.
Prógvið er lykilin til fram
halds lesnað,
lykilin
til
víð ari vitan. Tískil er tað
ógvuliga óheppið, at før
oyskir næmingar, ið hava
prógvið
uppiborið,
ikki
sleppa at halda fram, tí
»útbúgvingin... er ikki við
urkend av øðrum skúla
myndugleikum enn teimum
føroysku.«
Men hvat vilja vit við
føroysku miðnáms skúl un
um?
HUXA mælir ikki til eina
kollvelting
av
føroysku
miðnámsskúlaskipanini,
men at Mentamálaráðið
greið ir næmingunum frá,
hvat tað er, teir fara í holt
við. Vit krevja av mynd ug
leikunum, at ung dómurin
fær ta viðurkenning og
virðing, at teir ikki standa
sum kánus og full komi
liga hjálparleysir, tá ið teir
skulu søkja inn til fram
haldslesnað, tí at skúlin
ikki hevur avtalu við júst
tann skúlan.
HUXA
skjýtur
tískil
upp, at Mentamálaráðið
fær neyðturviligu viður
kenningina til høldar. Vit
eru tó tilvitað um, at tað
er ein drúgv tilgongd, men
í meðan vit bíða, krevur
HUXA, at næmingarnir fáa
at vita, hvørjar útbúgvingar
eru altjóða viðurkendar og
ikki.
Hvar er lykilin
til framhalds
lestur?
Hanus Samró
formaður í HUXA
Veruligt frælsi er
ikki nakað, sum
verður avgjørt við
landamørkum.
Føroyskir næm ingar
standa enn einaferð í
villa reiði, tí føroysku
prógvini eru ikki
viðurkend utt an fyri
oyggjarnar.