Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hoyrdi herfyri um ein kontórmann úr Havn. Hann fylti 50, og øll veitslan var eitt stórt James Bond univers, við dress code, drinkum, undirhaldi og tónleiki a la Agent 009. Fólk tosaðu um veitsluna í fleiri vikur aftaná, og hann fekk víst eina síðu av sær sjálvum, sum tey fæstu kendu frammanundan. Tí ein veitsla nýtist ikki bara at vera enn ein veitsla í røðini av veitlsum á lív sins langa veg. Eins og við húsum, klæð um og stíli sum heild, kann veitslan eisini signalera hvørji vit eru, og hvussu vit ynskja, at onnur skulu uppfata okkum. Tað er so sjálvdan, at vit sleppa at forkela tey, sum vit elska, og at hátíðarhalda, at vit eru á lívi saman beint nú. Tí tað er í roynd og veru tað vit gera, tá vit halda veitslu: Vit hátíðarhalda sjálvt lívið - sam an! Plagar er deyður Men alt ov ofta taka veitslurnar bara støði í traditiónum og at »soleiðis plaga vit at gera«. Long borð, pappdúkar við urtapottum. Og so mjarra vit okkum gjøg num ein hóp av slagarum, og verða belastað av ofta ófyrireikaðum røðum, fram bornar av bulmiklum monn um, sum halda seg vera Guds gáva til selskapið. Meðan vit skræða í okkum av Knorr-suppu, stoktum kjøti og pappísi, og svinga okkum runt og runt ta longu nátt. Við hvørt nokkso hugnaligt, men eisini óper són ligt, um eg skal vera erlig! Tað er ikki altíð lætt at broyta sið- venj una, og tað krevur bæði dirvi og hugflog at finna upp á nakað øðrvísi og persónligt – men tað er heilt sikkurt nógv, nógv fest ligari og minniríkari! Sjálvandi er munur á, hvussu vit há tíð ar halda eitt sveinagildi og eitt gull brúd leyp. Men allar veitslur hava uppi borið, at vit gera okkara allar- besta, so hon verð ur væleydnað og verd at minnast. Tí hon skal helst vera eitt gott minni fyri lívið, og her er tað, at hugflogið og dirvið standa sína roynd. Úti ella heima Tað eru fleiri lutir, vit kunnu um- hugsa, um vit vilja skipa fyri einari persónligari veitslu. Fyrst og fremst, hvar slagið skal standa. Hóast bygdar- húsið, ítróttarhøllin ella hotellið ofta er fremsta valið, er tað ikki vist, at tað er besta valið. Ber kanska til at halda tiltakið heima við hús fyri ein- um útvaldum, men góðum skara, sum vit veruliga ynskja at njóta løtuna sam an við? Tá er longu nógv vunnið, tí tað verður ongantíð hugnaligari Fagna lívin SUMMAR SUMMARVEITSLUTEMA Nakrar av ríkastu lívsløtunum stava frá ljósu, føroysku summarnáttini í góðum veitslulagi. Hendan løtan, tá sólin kagar undan sýnini og kínir hópin av kærleiksfullum veitslufólki, sum eru savnað í túninum millum silvurknappar, dans, gittarsang, prát, gras og grønar øl. Tá er lívið vert at liva. Lagt til rættis: Rigmor Dam 14 Rákið – heimið mai 2010