fríggjadagur 28. mai 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað glógvar ein diamantur
uppi á Høvdini við Trónd
ar brekku í hesum døgum í
Fuglafirði. Tann 31. mai í ár
kunnu hjúnini Henny og
Mogens Petersen úr Fuglafirði
halda diamantbrúdleyp. Í
hesum skyggingum renna
minnir
fram,
har
hetta
snøgga par kann líta aftur
um bak og sóla sær í hesum
frumljósi. Ja, so litrík tey eru,
tá ið tey flyta seg um tún og
stræti. Henny er kanska
ikki so prátingarsom sum
gemalurin, men tað nýtist
henni ikki, tá ið Mogens er
orðførarin og dámar væl at
práta, men eg ivist onga løtu
í, tá ið tey koma at húsum, at
hon hevur onkra viðmerking
til sína betri helvt at biðja
Mogens gera skjótari av
og stytta um samrøðuna.
Hugsi, at Mogens lovar, at
hetta skal hann minnast til.
Um so verður, verður tað
synd í okkum, sum lýða á, at
missa eitt ljóð í bygdini, sum
vit hava lýtt á í meira enn
eina hálva øld. Hetta er á
alfaravegi, og fá eru tey í dag,
ið flyta seg á hesum gøtum á
apostlunum, men tey flestu
fúka av stað í skyggjandi
dollargrinum, og ikki fæst
orð á nakran teirra. Nei, so
leingi tit orka, so lat okkum
skifta orð saman undir fríum
lofti. Hetta er bót fyri sál og
likam.
Mogens er skræddara
lærd ur, og Henny hevur
ver ið húsmóðir. Ja, hetta
ljóð ar so inniligt, orðið hús
móð ir. Hetta var lagið á
Bakk anum øll míni barna
– og ungdómsár, og hetta
var lívsrytman um landið
alt. Hon var von og tekkilig
í sínum ungu árum, og ligg
ur enn hesin dámur yvir
henni. Ein kærleiksfullur,
hóv samur dámur, sum bert
sæst hjá føroyskum bygda
konum. Tær hava tað bláa
havið í sínum holdi og eyg
um, tey hábærsligu fjøllini,
fjallagreinirnar
og
tær
grønu líðirnar hava givið
teim um ein høvuðburð, sum
vit menn elska, og kanska er
tað svá, at hetta sæst best
hjá kvinnum, sum búgva í
Fuglafirði. Fjøllini eru so há,
tí mugu tær fatta sær á, fyri
at fáa fatur á ljósinum, sum
dartar á fjallarøðini kring
staðin. Enn síggjast Henny
og Mogens fara eftir vegnum
so nýforelskað . Eitt ævintýr
í sekstiára poetiskum stíli,
sum nú skyggir í einum
diamanti.
Havi eina hugmynd av
Mogensi í kjallaranum, har
hann seldi klæði til bæði
menn og konufólk og sjálv
andi seymaði klæði upp á
fólkið. Úrvalið var ikki stórt,
men tað var gott. Hann kendi
sálirnar á Bakkanum og í
Fuglafirði sum heild og visti,
hvat hvørjum tørvaði. Hann
var skjótur í vendingini við
senturmeturmálinum hang
andi um háls og herðar og
prát aði um sang og sjón
leik. Ja, eg havi í mong ár
sung ið saman við Mogensi
í Fuglafjarðar sangkóri, har
hann var tenorur. Her fóru
mangar gleðisløtur av stað,
tá ið Herluf sveiggjaði sín
um ørmum. Einki var sum
jólakvøld
í
Fuglafjarðar
kirkju, tá ið øll í sangkórinum
komu í skreyt og skrúð
inn ar í kór og vístu seg frá
sínum bestu síðum undir
glampandi
kertum
og
skyggj andi perlum um háls
og í oyra lippum. Hetta vóru
kvinnurnar, sum góvu okkum
hetta endurskinið av einum
ævinnar
guddómsljósi.
Menn inir í hvítari flippu og
manskettknappum,
sum
fjalnir stungu kríllin undan
jakkaermuni og vildu vera
við í hesi diamantglæmu,
sum stóð livandi ljós um
alt kirkljuhválvið. Tá var
Himmalin á Guðs grønu jørð.
Hetta var hæddarpunktið í
bygd okkara í mong Harrans
ár, og teimum, sum untust at
verða við í hesi søk, er hetta
tylvtir av tinnuljósi, sum enn
livir í minninum. Soleiðis stóð
Mogens og segði sína søgu,
meðan hann snøggliga fekk
tær einar buksur, skjúrtu,
hosur ella jakka. Hann er
orðaríkur, góður eygleiðari
og dugir væl at siga frá.
Hann spældi eisini sjónleik.
Hugsi, at hann spældi við í
Systrunum á Kinn, sum varð
framførdur í 1960. Hetta er so
ein partur av tí mentanarliga
rákinum.
Henny er av ættað av
Glyvrum.
Mamman
æt
Mathilda og var úr Hvalsrætt
á
Glyvrum.
Faðirin
var
Martin og var ættaður av
Sýnini, somuleiðis á Glyvrum.
Mathilda og Martin fingu 13
børn, og Henny var nr. 5 í
røðini. Tey festu búgv inni
á Hvalsrætt. Henny kom til
Fuglafjarðar at tæna í 1944
hjá Gamla Sámal Peturi.
Pápi Mogens var Daniel
Jacob
Petersen,
Dánjal
á Bakk anum, giftist við
Kristinu, sum var ættað av
Kvilt í Sandvík og kallað
Suður oyar
Kristina.
Tey
fingu 11 børn og Mogens
var næst yngstur. Daniel
Jacob
var
sonur
Sámal
Petur Petersen, undir Reyni,
ættaður úr Funningi. Hann
giftist við Kristionnu, sum
var ættað úr Garðshorni i
Oynd ar firði. Sámal Petur
hevði handilsloyvi og handl
aði inni í Hálvmørk. Tey
fluttu til Fuglafjarðar í 1883,
og tók hann sítt gamla yrki
uppaftur sum skósmiður.
Hann
var
seinni
róptur
Gamli Skósi.
Henny og Mogens fingu
4 børn. Martin, f. 1951, giftist
til Danmarkar og býr í
Bagsværd 2 synir, Marner,
f. 1954, giftist til Klaksvíkar
drong og gentu, Mathilda,
f. 1958, giftist til Klaksvíkar
2 synir, og Magnus, f. 1965,
býr í Randers – gentu og
drong. Sostatt eiga Henny og
Mogens 8 ommu og abba
børn.
Nú eru so liðin 60, ár
síð ani Henny og Mogens
søgdu ja hvørt til annað
fyri Guði og monnum. Tey
giftust í Klaksvík 31. mai
1950, og hetta ja er nú 60
ára gamalt, men hugsandi
er, at tað var sum í gjár, at
tey hugdu djúpt inn í eyguni
hvørt á øðrum. Her hava
tey skjótt verið í eitt heilt
lív saman í gleðisstundum
og sorgardøgum, men væl
hava tey dugað at nomið við
teir træðrirnar, sum hava
givið lívinum tað innihald
og lívsljós, sum skal til fyri
at hava eitt gott stev í lívsins
ávikum, bæði í viðgangi og
mótgangi.
Hjartaliga til lukku við
diamantbrúdleypinum.
Frits
Ein heilsan til diamant brúðar parið Henny og Mogens Petersen í Fuglafirði
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá kæri bróðir okkara
Eyðfinnur Olsen
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri blómur og kransar
og gávur til krabbameinsfelagið.
Fyri tey avvarðandi
Systkini
Andlát
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og
kenningum at kæri maður, pápi, abbi
og verfaðir okkara
Alf J. Kristoffersen,
Bakari
ættaður úr Søllerød, búsitandi í tórshavn,
andaðist á landssjúkrahúsinum hósmorgunin
27. mai 84 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum á landssjúkra
húsinum leygardagin 29. mai kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
30. mai kl. 14.00
Familjurnar vegna
Sonja
tey ið ynskja at minnast Alf, kunnu geva SOS
Børnebyerne eina gávu, konta nr. 918109854411
Dagurin
28. mai. Vilhjálmur, deyður í 812. Hertogi í Gas
cogne í Fraklandi. Hann var ein av kempunum hjá
Karlamagnusi keisara. Tað er um hann, at Sjóvar
bóndin yrkti kvæðið Viljorm Kornus. Hann fór í
kleystrið inn at bøta sínar syndir. Seinni legði hann
út aftur í herstríð, men halgisøgan sigur, at hann á
gamalsaldri aftur fór í kleystrið, sum hann sjálvur
hevði grundað. Upprunaliga týskt navn, vilji og
hjálmur.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva
2008)
Diamantbrúdleyp