Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hvat á jørð kann meira herligt vera enn ein føroysk miðjan summarnátt? Rasmus Effersøe enn í einum heimi. Til ber at víðka um rúmið við at læna nøkur grannahús ella við einum uttan dura tjaldi. Tað er eisini vorðið alt vanligari at leiga seg inn í á eina mat stovu ella á café. Færri, men góðar gestir Her koma vit automatiskt inn á hetta við at bjóða so nógvum gestum, ja ofta fleiri hundrað fólkum. Kanska tí vit í Føroyum eru bebberødd fyri, at onnur skulu føla seg forfjónað og skulu tosa ljótt um okk um. Fólk, sum vit hvørki kenna serliga væl ella hava nakað í felag við. Hví so bjóða teimum? Tað krevur sjálvandi dirvi at bjóða færri og útvaldum gestum, tí nógvastaðni »plagar« man altíð at bjóða í hundraðtali. Men í hesi grein er »plagar« deyður! Skal veitslan gerast væleydnað, má tað vera verturin ella vertsparið, og ongin annar, sum ger av, hvør skal við, og hvussu veitslan skal vera. Krás fyri góman Eitt annað, sum kundi gjørt veitsluna til eina dygdargóða heildaruppliving er mat urin. Fyrr í tíðini, tá ráðini vóru ikki so góð, var matur, og serliga kjøt og sós tað reina luksus. Í dag er hetta gerandis, með an tað kreativa og for­ kunn uga er veistla. Eisini í hesum føri hevði tað loyst seg at bjóðað eitt sindur færri fólkum, sum so kundu fingð ein serliga góðan veitslu bita. Til dømis vilt, útlenskt, sushi, grill, tapas, fugl ella okkurt heilt ann að. Ongin sigur, at verturin sjálvur skal kokkast. Tað eru nógvir fínir kokkar og kóki konur, sum duga framúr væl at ganda í køk inum. Jamma til tann ljósa morgun Tónleikaliga kann ein veitsla skjótt ger ast ein niðurtúrur hjá musikalskum fólki. Eisini á hesum økinum ber til at finna upp á okkurt skeg, sum ikki nýtist at kosta meira enn eitt hálvvánaligt hoppsassa amatørorkestur. Til dømis ber til at biðja ein ella tvær yrkis tón­ leik arar framføra afturvið vælkomu­ drykkinum ella undir borð hald in um. Og um tú ikki fært eitt super sving­ andi dansiorkestur ella ordans har­ moniku ra masjang, so ber saktans til at spæla góðan dansitónleik úr anlegg­ inum. Uppaftur betri: Er hópin av tónleikarum millum gestirnar, kanst tú biðja teir taka ljóðføri við – ein nátt við spontanum, heimagjørdum jammi og dansi, har øll kunnu vera við, er ball, tá tað er best. um á ársins RVEITSLU 15 Rákið – heimið mai 2010