fríggjadagur 28. mai 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
20
Sosialurin
Magnus Gunnarsson
Týsdagin 25. mai lá ferða
mannaskipið
Athena
á
Havn ini. Skipið hevur sína
heilt serligu søgu. Tað eru
enn mong sum minnast ella
hava hoyrt um tá svens
ka ferðamannaskipið MS
Stockholm í tjúkkum mjør
ka tann 25. juli í 1956 rendi
saman við stóra ferða manna
skipinum SS Andrea Doria,
sum tá var tað størsta og
flottasta ferðamannaskipið
hjá italienarum.
Samanstoyturin
hevði
við sær, at alt tað fremsta á
Stock holm fór í knús, meðan
Andrea Doria legðist á liðuna
og tók at søkka. Stockholm
kom frá New York, meðan
Andrea Doria var á veg frá
Evropa til New York, tá
saman stoytturin hendi.
Tað sum gjørdi hesa van
lukkuna so kenda var at tá
skipið var ásiglt og legðist á
stýri borð, eydnaðist tað ikki
hjá ferðafólkunum at koma
í
teir
bjargingarbátarnar,
sum vóru í stýriborð. Men
av tí at onnur skip komu til
hjálp ar og nógv bjargaðu
sær umborð á Stockholm,
kravdi vanlukkan ikki so
nógv mannalív, sum um illa
vildi til. Vanlukkan kravdi 46
mannalív, og yvir 1600 ferða
fólk og manning frá Andrea
Doria vórðu bjargað.
Andrea Doria sakk eftir
nøkr um
tímum.
Hóast
Stock holm
hevði
fingið
stóran skaða, sigldi skipið við
egnari megi og kom til New
York tann 27. juli. Stockholm
bleiv afturgjørt eftir trimum
mánaðum og kom aftur í sigl
ing millum Evropa og USA.
Tað var Svensk America
Line í Svøríki, sum átti Stock
holm, ið reiðaríið hevði latið
bygt á
Götaverken í Göteborg í
1948. Í 1960 varð skipið selt til
eitt reiðarí í Eysturtýsklandi
og fekk navnið MS Völ ker
freund schaft. Skipið hevur
fleiri ferðir skift eigarar, og
í 1989 varð tað umbygt og
moderni serað. Tað hevur
havt nøvn sum Volker, Frid
tjof Nansen, Italia Prima,
Valt ur Prima og Caribe. Í
2004 keypti felagið Classic
Inter national
Cruises
í
Portu gal skipið, sum fekk
navn ið MS Athena.
maggi@sosialurin.fo
Søguligt skip
á Havnini
søga Ferðamannaskipið Athena, sum lá á Havnini týsdagin,
er sama skipið sum undir navninum MS Stockholm í tjúkkum
mjørka rendi saman við stóra italska luksusferðamannaskipinum
Andrea Doria eystan fyri New York í 1956
Ferðamannaskipið Athena á Havnini
týsdagin 25. mai 2010. Skipið er
fyrrverandi Stockholm, sum rendi
saman við ferðamannaskipinum
Andrea Doria í 1956
ferðamannaskip
Stockholm sigldi við egnari megi til New York
Andrea Doria sakk eftir nøkrum tímum
Andrea Doria við bryggju