Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Til stutt­ leika og gaman • Bjóða víðagitnu, serføroysku matar skránna frá Lauru Joensen. • Leiga ein ferðafólkabát, til dømis slupp ina Norðlýsið ella ein lystbát. • Paint-ball er vælumtókt til polterabend og ungdómsveitslur – men hví ikki eisini til pensionistafelagið? • Fá eina heildaruppliving á søguliga Segl loftinum á Tvøroyri, har Anna Kirstin Thomsen skipar fyri øllum, líka frá gastronomi, undirhaldi og dansi undir vísing. • Spa og vakurleikarøkt er stak væl egn að til hugnaball hjá bindiklubbanum ella til polterabend. • Leiga eina trampolin ella eina hoppi borg. • Sigl alt selskapið út á útoyggj til skips troyggjuball, har veitsla og gisting er í stórum tjøldum. • Bjóða heilstokt lamb frá Árna Müll er í Klaksvík. Hann kemur við grill, lambi og tilhoyri um alt landið. • Felagið Fegin í Klaks vík leigar ein flaka út til privat - fólk. Flakin, sum kann liggja hvar sum helst, hevur tjald við vesi, og gass-grill. Pláss er fyri umleið 35 fólkum, og undirhald er við í leiguni. • Sama felag skipar eisini fyri grillhugna í smáttuna hjá Archibald Black, bónda, í haganum hjá Nólsoyar Páll. Tað eru 20 minuttir at ganga niðan. • Kunningarstovurnar kring landið eru altíð við upp á at skipa fyri einum góðum veitslu tilboði í teirra øki. • Eina ljósa summ arnátt ber altíð til at fara om an á sandin og ganda eitt gott ball fram við báli, gitt ara og einum rygg sekki av dýr mætum dropum. Góð ráð til gestin 1. Tak besta lagið við í veitslu 2. Ver úthvíld og signalera yvirskot 3. Er talan ikki um »gávuveitslu«, er tað góður siður at taka eitthvørt smáting við til vertin 4. Ver rein og pent ílatin 5. Tak lut í veitsluni. Hon er bara so festlig, sum tú gjørt hana til 6. Tak ikki myndir, tá fólk hava fingið kenning 7. Ikki pynta teg so nógv, at tú stjelur myndina frá vertinnuni 8. Takka vertunum og sig farvæl, tá tú fert avstað Myndin er frá veitsluhaldi í meiarínum á 60 ára degnum hjá Lauru Joensen, sum er tiltikin dugnalig at gera føroyskan mat. 19 Rákið – heimið mai 2010