Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 11 - 17. januar 2002 Nr. 11 - 17. januar 2002 13 C M Y K 13 12 Regin Hammer Oljubúskaparfrøðingur Heðin Samuelsen hevur skrivað grein í Dimmalætt- ing 8. januar har hugleitt verður um oljuvinnu, og hvussu nógv liggur eftir til føroyingar. Heðin metir at tað sum núverandi olju- skattaskipan tekur inn av tilfeingisrentuni er ov lítið. Samstundis verður spurn- ingurin settur, hvørt vit heldur áttu at latið vera við at leita eftir olju um ikki skatturin verður hækkaður. Heðin Samuelsen førir eis- ini fram, at Føroyar kundu fingið væl meiri burturúr við eisini at havt eitt alment oljufelag sum t.d. tók 20% av inntøkum og útreiðslum á seg. Hartil kann upplýsast, at enn meiri hevði fingist burturúr um Føroyar bara settu skattin til 100%. So høvdu vit fingið allar olju- inntøkurnar, ella hvat? Nei sjálvsagt ikki, tí um skatt- urin var 100%, so høvdu oljufeløgini onki fingið burturúr, og so høvdu tey ikki ein gang skeitt eftir Føroyum. Og so hevði onki oljufelag leitað undir Før- oyum, og so høvdu vit onga olju funnið, og so høvdu vit ongar oljuinntøkur havt. So hetta melur líkasum í ring. Vit mugu hava eitt skatta- stig sum ger Føroyar kapp- ingarførar í mun til onnur lond har oljuleiting fer fram. Tá oljufeløg hyggja at møguleikanum fyri at gera íløgur í einum landi so verður hugt at skattligu treytunum og øðrum treyt- um ið verða álagdar av myndugleikunum. Eitt bor- ið alment oljufelag er at líkna við ein skatt, tí hetta er ein byrða ið verður áløgd oljufeløgunum av myndug- leikunum. Bóndafangarí Onkur sigur sikkurt, at nú tá ið oljan er funnin, latið okkum so brandskatta olju- feløgini, tí nú eru tey longu komin til Føroya. Hetta er gjørligt, tí um hildið verður at samlaða kolvetnisskatt- ingin er ov lagalig, so kann Føroya Løgting broyta sats- irnar í Kolvetnisskattalóg- ini nær tað skal vera. Slíkur framferðarháttur er tó lítið dámligur, og líkist mest tí id danir rópa »bondefan- geri«. Oljufeløgini hava nú tikið kjansin og sett nógvar hundrað milliónir krónur uppá spæl. BP og Statoil og feløgini tey umboða mugu higartil síggja í eyguni, at hesar hundradtals milliónir eru taptar og koma ikki aftur. Hjá Faroes Partner- ship v/Amerada Hess er møguleiki fyri at fáa peng- arnar aftur um tað vísir seg, at rakstrarverdar nøgdir av olju og/ella gassi vísa seg at vera í Marjun. Tað kundi lættliga ført við sær, at Før- oyar í útheimi fara at vera kendar sum tað landið har man fyrst sigur skattligu treytirnar vera eitt, og síð- ani aftaná at feløgini hava gjørt íløgur, bert strammar skrúvuna enn meiri. Hvussu skulu feløgini tá kunnu hava álit á føroysk- um myndugleikum næstu ferð? Tað gevur nokk ikki júst ta myndina ið vit fegin vilja royna at gera okkum av Føroyum sum eitt sivil- iserað land har lóg og rættur valdar. Skattatrýstið Skal so samlaða skatta- trýstið á kolvetnisvinnu í Føroyum vera hægri enn tað er í dag? Eftir mínum tykki nei, tí um kolvetnis- skattastigið verður saman- borið verður við granna- londini hjá okkum, so er føroyska skipanin als ikki ov lagalig. Bretska kolvetn- isskattaskipanin hevur bert partafelagsskatt á 30% og Írska skipanin bert parta- felagsskatt á 25%. Noregi hinvegin hevur eitt av heimsins hægstu skatta- trýstum á kolvetnisfram- leiðslu við 78% í parta- felags- og serskatti. Føroy- ski marginalskatturin á oljuframleiðslu er 57%. Tá núverandi kolvetnisskatta- skipan varð gjørd var hetta mett at vera eitt rímiligt samlað skattatrýst, sum ikki fór at styggja alt ov nógv oljufeløg burtur. Alment oljufelag betri enn skattur? Um skattatrýstið skal varð- veitast á núverandi støði, so má skatturin lækkast til- svarandi um pláss skal vera fyri einum almennum olju- felagi. Tí er má spyrjast; er tað betur at innkrevja til- feingisrentu við einum al- mennum oljufelagi enn við skatti? Nei, tað haldi eg flestu oljubúskaparfrøðing- ar eru á einum máli um. Men hvat er tað so vit kunnu uppnáa við einum almennum oljufelagi um tað ikki er at fáa sum mest av tilfeingisrentu til Før- oya? Gevur tað føroyingum eina størri kenslu av at fáa nakað burturúr oljuvinnuni, um ein stórur, fínur skriv- stovubygningur hjá tí al- menna oljufelagnum stend- ur sum eitt monument í Havn (ella onkra aðra staðni), enn tað at olju- pengar koma inn sum skattainntøka? Ella skulu vit hava eitt alment olju- felag fyri at kunna vera »ordiliga« við í oljuvinn- uni? Samanum tikið, so meini eg at tað eigur at vera støða tikin til hvat tað í veruleik- anum er vit vilja við einum møguligum almennum oljufelagi. Síðani eiga vit at hyggja at um vit ikki kunnu uppnáa hesi mál betri á annan hátt. Í øllum førum eigur ein avgerð sum hon, at stovna eitt alment olju- felag ella ikki, ikki at vera grundað á slík argument sum vóru framførd av Heð- ini Samuelsen herfyri. VIÐMERKINGAR Viðmerking til Oljuprát hjá Heðin Samuelsen