Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Umframt at stjórin í VW konsernini, Ferdi- nand Piëch, hevur sett sær sum mál at koma við fyrsta 1L bili, ein VW, ið koyrir 100 km fyri hvønn litur av ben- sini, áðrenn hann leggur frá sær tann 16. apríl í ár, skal eisini heimsins skjótasti bilur, ein Bugatti við 1001 hestakreftum standa klárur BILAR Magnus Gunnarsson Tað kann virka mótsigandi, at maðurin vil koma við heimsins mest orkuspar- andi bili, og heimsins skjót- asta bili, áðrenn hann legg- ur frá sær sum stjóri í VW konsernini. Bugatti er ein gomul kend bilverksmiðja í Fraklandi. Teir eru mest kendir fyri sínar kviku og skjótt koyrandi rasara og sportbilar. Nú er tað VW konsernin sum eigur Bu- gatti, ið framvegis verða gjørdir í Fraklandi. Toppferðin 406 km/t Bugatti Veyron EB16.4, ið kemur á markanðin í ár, verður heimsins skjótasti bilur við 1001 hestakreft- um og koyrir frá 0-100 km/t uppá 3,2 sekund. Motor- urin er ein W16 við fýra turboløðarum, sum kunnu fáa bilin frá 0-300 km/t uppá 14 sekund. Annars er toppferðin 406 km/t. Hesin bilurin hevur nokk ikki so stóran áhuga her hjá okk- um. Hann kostar umleið 15 milliónir krónur í Dan- mark, so hann verður nakað bíligari her hjá okkum. Um onkur, ið er væl fyri fíggj- arliga, hevur hug at "mar- kera" seg við einum ann- arleiðis bili, so er Bugatti ein møguleiki. Nr. 11 • hósdagur • 17. januar 2002 • 76. árg. Kári Sørensen, ið rekur fyritøkuna Pava Føroyar, hevur nú rustviðgjørt bilar á Hjalla í meira enn eitt ár. Hann sigur at stórur tørvur er á rustviðgerð av bilum í Føroyum, og nógv vilja fáa bilin rustvið- gjørdan áðrenn frost- ið og kavin kemur RUSTVIÐGERÐ Magnus Gunnarsson Rustviðgerðin umfatar allan bilin. Undir botninum verður sproytað við svørt- um evni, sum minnir um asfalt. Inni í hurðum, í gáttum, stólpum, skermum, motor og baklúkuni verður viðgjørt við Pava 213, ið verður sproytað inn í hvønn krók í bilinum. Pava Føroy- ar hava lagt seg eftir nýggj- um bilum og hava fleiri bil- handlarar sum sínar føstu kundar. Síðan hava teir lagt seg eftir brúktbilamarknað- inum við lýsingum í bløð- unum og Rás 2. Stórur dentur verður lagdur á góðskuna á arbeiðinum, umframt góða tænastu til hvønn einstakan kunda, sigur Kári Sørensen. Viðgera áðrenn veturin Tá brúktir bilar verða tiknir inn til rustviðgerð, verða teir vaskaðir undir botn- inum og í motorrúminum, síðan standa teir náttina yvir og torna. Dagin eftir verða teir so viðgjørdir. Ansað verður væl eftir, at bilurin er reinur innan og uttan, tá kundin fær bilin aftur. Ein vegleiðing verður løgd í hvønn bil eftir við- gerðina. Kári sigur, at nógv vilja fáa bilin viðgjørdan áðrenn kavin og frostið kemur, og vegirnir verða saltaðir. ISO 9000 góðkendir Pava Føroyar er eitt av teimum 80 autoriseraðu verkstøðunum í danska rík- inum. Í Danmark hava teir 60 prosent av allari rust- viðgerð. Pava, ið eru ISO 9000 góðkendir, kunnu lata upp til 8 ára rustgaranti uppá teirra viðgerðir. Pava Føroyar heldur til í bygn- inginum yvir av Vøruhúsin- um á Hjalla. Bugatti Veyron EB 16.4 Motorurin 8.0 litur W16 (16 syl) 64 ventilar 1001 hk 4 turboløðarar 0-100 km/t 3,2 sek. Toppferð 406 km/t Dekkstødd: framman 245-690R520 aftan 335-710R540 Stødd: Longd 447 cm Breidd 200 cm Hædd 120 cm Prísur uml. 15.000.000 í Danmark Pava Føroyar – rustviðgerð á Hjalla Kári Sørensen rekur fyritøkuna Pava Føroyar, ið heldur til yvir av Vøruhúsinum á Hjalla Bugatti frá VW konsernini við 1001 hk Bugatti Veyron við 8.0 ltr.W16 motori og 1001 hk. 15 14 Nr. 11 - 17. januar 2002 – Torført er at siga, hvussu árið í ár verð- ur, men líkt er til, at saltfiskaprísirnir eru á veg niðureftir, sigur Dávur Joensen, sum er ein av trimum, ið eiga virkið Sammut á Skarðhamri í Klaks- vík FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað eru nógv smá fiska- virkir kring landið, sum vit hoyra lítið um og tískil ikki geva okkum stórvegis far um. Eitt av hesum er P/F Sammut í Klaksvík, sum Jóhan Páll, Jóhan David og Ólavur Joensen eiga. Virk- semið fer fram í einum bygningi, sum seymavirkið, Rógv, læt byggja. Tað var Tummas Tómasson og familja hansara, sum í 1996 byrjaðu at virka saltfisk í hesum bygningi. Seinni yvirtóku teir tríggir, Jóhan Páll, Jóhan David og Ólav- ur, hetta virksemið, og í mai í fjør fóru teir undir at virka saltfisk í hølunum. 10-12 fólk í arbeiði 10-12 fólk arbeiða í dag hjá P/F Sammut – alt eftir, um flakt og pakkað verður samstundis. Høvuðsdent- urin verður lagdur á at virka tosk. Bara ein lítil partur av framleiðsluni í fjør var upsi. Ólavur sigur, at tey høvdu eitt gott ár í fjør. - Vit virkaðu 2.000 tons av toski og eini 100 tons av upsa, og tað er eitt gott ár hjá 10-12 fólkum, sigur hann. Spurdur, hví ein so lítil partur av framleiðsluni er upsi, tá ið nøkur saltfiska- virki virka hampiliga stórar nøgdir av upsa, sigur hann, at teir serliga hava lagt seg eftir marknaðinum, sum keypir saltaðan tosk. Lækkandi saltfiskaprísir Tá ið vit tosaðu við Ólav mikumorgunin, høvdu tey 22.000 pund av toski at flekja, og samstundis vóru tey í holt við at pakka fisk, tey saltaðu í desember. – Vit keypa ráfiskin á uppboðssølu, bæði í Klaks- vík, Toftum og aðrastaðni og bæði á gólvinum og um telefonina. Hvussu útlitini eru fyri ár 2002, sigur Ólavur Joensen seg duga illa at meta um, men líkt er til, at saltfiska- prísirnir eru lækkandi. Upp og niður Í fiskivinnuni gongur jú altíð upp og niður, og soleiðis fer tað altíð at verða. Enn er vit bara í fyrsta mánaði av árinum, so eingin orsøk er at stúra, men taka við teimum av- bjóðingum, ið eru fyri framman. P/F Sammut, Klaksvík: 12 fólk flaktu, saltaðu og pakkaðu 2100 tons í fjør FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Á Norðís Seafood arbeiða tey hvønn dag. Herfyri keypti virkið meginpartin av veiðini hjá Dragasundi og Akranesi, sum eru fyrrverandi Sardis og Topas. Skipini høvdu góð 200.000 pund, meginpart- urin upsi. - Vit keyptu meginpartin av veiðini. Ein minni partur fór til onnur virki, siga tey á Eiði. Slagið var miðalgóður upsi, mest 3’arar. Sum skilst, landa Draga- sund og Akranes væntandi aftur fríggjadagin, og møguliga endar fiskurin hjá teimum aftur hesaferð á Eiði. Tað eru virkisleiðarar, sum halda, at upsaprísurin er nakað høgur í mun til út- boðið og dygdina á upsan- um. Hetta kemur so fiski- monnum til góðar, nú fiski- skapurin hevur verið so góður. – Upsin hevur ongan- tíð verið so rak hesa tíðina av árinum áður, sigur virkisleið- ari, sum vísir á, at hetta kann prógvast við tølum yvir úrtøku. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Sosialurin hevur skrivað nógv um góða upsafiski- skapin í vetur, og serliga í januar eru skip javnan komin aftur full undir lúkurnar eftir stutta roynd. Vit hava eisini víst á, hvussu ymiskur fiskurin hevur verið í stødd – alt eftir, hvar hann er veiddur. Ein stórur partur av upsan- um, sum veiddur verður, er smáur; tað nógva er 3’arar og 4’arar. Men so frættist samstundis frá onkrum túrum, har fiskurin er væl størri – har ein stórur partur er 1’arar og 2’arar. Virkisleiðari, sum keypir nógvan upsa, segði okkum, at tann smái upsin serliga er fingin eystanfyri og innari vestanfyri, meðan slagið, teir seinastu dagarnar hava fingið á Munkagrunninum, hevur verið gott. Upsin er rak Mikudagin fingu vit so eina “nýggja” søgu at vita um upsa. Í samrøðuni við virkis- leiðaran, sum í nógv ár hevur arbeitt upsa, segði hesin, at upsin ongantíð áður hevur verið so rak sum nú. - Eg havi nógv tøl, sum prógva hetta. Tað, tú fært burtur úr fiskinum í løtuni, er væl minni enn vanligt. Upsin er óvanliga rak, og tað plagar hann ongantíð at vera í januar. Hetta er heilt óvanligt. Fiskurin plagar at fella í vekt síðst í februar og mars, men ikki í januar. Hvør orsøkin er til hesa gongd, veit eg ikki, sigur virkisleiðarin. Annars er rættiliga nógv- ur upsi á marknaðinum. - Í løtuni er tað ikki so nógv ein spurningur hjá virkjunum um at fáa fatur á upsa, men meira ein spurn- ingur hjá skipunum um at sleppa av við fiskin, kanska serliga í Suðuroy, har ikki so nógvir fiskakeyparar eru, sigur virkisleiðarin. Norðís Seafood keypti Dragasund og Akranes Á Eiði arbeiða tey hvønn dag. Nú er tað ikki hýsa, men upsi, sum ber framleiðsluni uppi Virkisleiðari, sum hevur arbeitt upsa í nógv ár: Heilt óvanligt, at upsin er so rak í januar Upsafiskiskapurin hevur verið rættiliga góður í seinastuni, men virkisleiðari sigur, at fiskurin er óvanliga rak. - Nógvur upsi er á marknaðinum, og tað meira ein spurningur hjá skipunum um at sleppa av við fiskin, enn tað er hjá virkjunum at fáa fatur á honum, sigur virkisleiðari. C M Y K 14