fríggjadagur 28. mai 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
28
Sosialurin
Jan Müller
Júst í hesum døgum royn
ir ein nýggja føroysk fyri
tøka
at
fáa
fótafesti
á
Vest aru Bryggju í Havn.
Talan er um fyritøkuna Off
shore Directory ella Frá
landa skrásetingin. Ein av
stigtakarunum og stjóri er
Dánjal Hoydal, sum vónar, at
føroyingar fara at skráseta
seg á teirra heimasíðu, soleiðis
at dyrnar tá verða latnar
upp til nýggj arbeiðspláss í
altjóða frálandavinnuni.
Endamálið
hjá
nýggju
fyri tøkuni er at skráseta
allar føroyingar, sum hava
áhuga fyri at starvast í frá
landavinnuni. – Tað er eitt
rætti liga
breitt
endamál,
men vit meina tað, tá vit siga
allar føroyingar. Tí tá hugs
að verður um størv í frá
landavinnuni, verður oftani
kanska
fyrst
og
fremst
hugs að um maskinfólk oo.,
sum arbeiða í sjóvinnuni.
Men tað, sum eyðkennir frá
landavinnuna er, at talan
er um eitt rættiliga stórt og
fjølbroytt arbeiðspláss, so vit
eggja eisini sjúkrasystrum,
akademikarum og øðrum
at skráseta seg, tí tey hava
eisini møguleikar at virka í
hesi vinnu. Endamálið er so
at skráseta fólkini fyri at fáa
eina betri mynd av, hvørjir
førleikar føroyingar hava
og síðani at kunna formidla
størv í frálandavinnuni.
Dánjal Hoydal sigur, at
tá tey fóru undir fyri reik
ing arnar í Føroyum, vísti
tað seg skjótt, at man veit
sera lítið um, hvussu tann
føroyska arbeiðsstyrkin er
samansett.
Harvið
kann
man ikki rættiliga gera sær
greitt, hvørjar møguleikar
føroyingar hava. Og haraftrat
veit man í Føroyum eisini sera
lítið um, hvørjir møguleikar
eru í frálandavinnuni. Har
er tí eisini brúk fyri einum
vitanardepli. So umframt at
vera ein stovnur, sum kann
formidla størv, so er talan
eis ini um at savna vitan
upp um møguleikarnar í frá
landa vinn uni.
Einstaklingar
Fokus er í fyrstu atløgu á
persónar og ikki á vinnuna.
Talan er um eina heimasíðu
við einum dátugrunni, www.
offshoredirectory.fo, har fólk
kunnu skráseta seg ókeypis
Stigtakararnir eggja øllum til
at fara inn og skráseta seg
fyri at fáa betri hagtøl og fyri
at kunna veita tænastur.
– Eru nógvir møguleikar
hjá føroyingum at fáa arbeiði
í altjóða frálandavinnuni?
– Tað var tað vit sóu, at
her varð eitt hol. Í granna
londunum
Danmark
og
Noregi, sum kalla seg frá
landa/offshore tjóðir, tí man
hevur drúgvar royndir at
arbeiða
offshore,
finnast
stovnar, sum kunnu ráð
geva fólki, ið vilja kanna
møguleikar innan størv og
arbeiðsformidling. Í Føroyum
finst einki slíkt. Tað finnast
eisini
arbeiðsávísingar
í
altjóða frálandavinnuni, men
tað eru ikki føroyingar, ís
lendingar og grønlendingar,
sum hava verið har og
skrásett seg. So har er eitt
hol, og tað er júst tað, sum
vit hava fokuserað uppá. Lat
okkum fáa hesi fólkini skrá
sett fyri at fáa betri yvirlit
yvir, hvør tørvurin er, ikki
bara fyri at fáa tey í starv
men kanska eisini til tess at
kunna skipa fyri skeiðum og
uppkvalifisera hesi fólkini.
Tað er t.d. ein sera stórur
tørvur
í
Grønlandi,
har
arbeiðs styrkin er sera illa
fyri í mun til ta oljuvinnuna,
sum fer í gongd har um stutta
tíð. Í Føroyum er støðan
tann sama. Nú fer man aftur
undir at bora. Finnur man
einaferð eina keldu, sum er
rentabul, so hevur man eisini
eina lokala oljuvinnu her í
Føroyum, og tá snýr tað sum
um at vera tilreiðar.
Eingin olja!
– So hetta er eisini áhugavert,
sjálvt um tú als onga olju
finnur her.
– Avgjørt. Tað er ein for
treyt fyri hesum ar beið inum.
Oljuvinna er ikki bara oljan í
undirgrundini. Tað er eisini
hendur og høvd. So vit hava
alla tíðina sett tað sum eina
fortreyt, at hetta skal kunna
bera seg, sjálvt um tú ikki fær
eina lokala oljuvinnu, og tað
er tí, at hesi fólkini kunnu
tað sama arbeiða í tí altjóða
frálanda og oljuvinnuni. Og
her eru føroyingar kanska
serliga væl egnaðir. Teir
hava sera gott orð á sær úti
í heimi og hava leingi verið
vanir at sigla úti. Vit liggja
jú mitt í Atlantshavinum,
so tað er púra náttúrligt fyri
føroyingar at arbeiða úti í
heimi.
– Tvs. at minka arbeiðs
pláss ini í fiskivinnuni og
til lands í Føroyum so eru
møgu leikar hjá føroyingum
at søkja sær arbeiði í frá
landavinnuni aðrastaðni.
– Ja, tí tað umskifti er
rætti liga lætt í mun til, at
ein maður, sum hevur siglt,
skal fara í land og arbeiða
við KT ella øðrum. So skal tú
veruliga umskúlast. Í hesum
førinum snýr tað seg um at
fáa nøkur trygdarskeið og
okkurt aftrat, sum ger, at nú
kann tú søkja um arbeiði í
frálandavinnuni. Tað kann
eisini vera á landi.
Stuðul
– Tit hava fingið stuðul gjøg
num førleikamenning frá
fleiri oljufeløgum!
– Tað er rætt. Hesi feløg,
sum hava fingið loyvi at
leita, hava eisini bundið seg
til at stuðla verkætlanum,
sum kunnu førleikamenna
føroyingar. Vit hava so eisini
fingið nakað av stuðuli frá
nøkrum av teimum feløgum,
sum eru virkin her, til at
byggja hetta virksemið upp.
Nýggja fyritøkan er júst
við at lata upp hølum í salt
sølubygninginum í Havn, har
Tórshavnar Havn held ur til. Í
einum mari tim um umhvørvi.
Og har eru feløg, sum bjóða
fram skeið innan tað mari
tima økið. Har manglar
kanska
offshoreparturin,
har krøv ini eru eitt sindur
øðr vísi heldur Dánjal Hoydal.
Latið verður upp umleið 1.
juni, har man kann fáa ráð
geving í off shore vinn uni.
Men møgu leiki er eisini at
fara inn á heimasíðuna og
síggja, hvat er .
– Hetta er ein spennandi
vinna at fara inn í. Eitt er
tað, at tíðirnar kanska eru
verri, og at arbeiðsplássini
á sjónum í Føroyum kanska
eru fækkað. Men eg haldi
eisini, at sum heild halda
fólk hetta er spennandi. Um
ikki annað kunnu tey kanna
møguleikan um at fáa eitt
starv
í
frálandavinnuni.
Um tað so ikki blívur til eitt
starv her og nú, so kann man
skrá seta seg ókeypis og so
fær man tann møguleikan
aftrat.
jan@sosialurin.fo
Frálandavinna Tá arbeiðsplássini í fiskivinnuni og til lands í Føroyum fækka eru góðir møguleikar
hjá føroyingum at søkja sær arbeiði í frálandavinnuni aðrastaðni. Tí ræður um at skráseta seg nú.
Møguleikar í fr
Føroyingar hava
sera gott orð á sær úti
í heimi og hava leingi
verið vanir at sigla
úti. Vit liggja jú mitt í
Atlantshavinum, so tað
er púra náttúrligt fyri
føroyingar at arbeiða
í frálandavinnuni úti í
heimi
Dánjal Hoydal heldur føroyingar hava góðar fortreytir fyri at arbeiða í altjóða frálandavinnuni
Mynd Jens K Vang