fríggjadagur 28. mai 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Rákið – heimið mai 2010
Ovarliga í Geilini í Klaksvík standa
húsini hjá Bergljót og Jóan Magnus
Johannesen. Eini hvít hús við Kjølinum
sum stórslignari bakgrund. Ein smalur
vegur førir okkum niðan í túnið uttanfyri
húsini við tí vakra sniðinum.
– Upprunaliga ætlaðu vit at byggja
eini eitt-plans hús. Økið var planerað og
klárt at byggja á, men arkitekturin, sum
vit fingu okkum at tekna húsini, helt, at
tað hevði riggað betur við einum húsum
av hesum slagnum, sigur Jóan Magnus
Johannesen.
Ísak Johannesen í Klaksvík hevur
teknað húsini, og hann hevur dugað væl
at fáa húsini bæði snøgg og praktisk.
Húsini eru í fýra hálvum hæddum, og
trappur eru ímillum hæddirnar. Hóast
hetta kann ljóða sum nógv gongd upp og
niður gjøgnum trappur, virkar tað rætti-
liga natúrligt og lætt at flyta seg runt í
húsunum.
– Vit hugsaðu, at tað fór at blíva ov
nógv gongd upp og niður ígjøgnum
trapp ur, men tað hevur als ikki verið
nak ar trupulleiki við trappunum, sigur
Berg ljót Johannesen.
Tær fýra hæddirnar liggja rættiliga
natúr liga upp at hvørjari aðrari, og inn-
rætn ingin ger húsini hugnalig, opin og
inn bjóð andi.
Praktisk niðasta hædd
Jóan Magnus vildi hava eitt gott kjall ara-
rúm og garasju, og tað er snildisliga tekn-
að inn. Garasjan er sunnanfyri húsini, og
frá garasjuni ganga tey inn í eitt gott og
væl innrættað kjallararúm. Har hava tey
ein eyka køk, goymslurúm og annað.
Í niðastu hæddini er eisini eitt kontór,
sum tey bæði brúka. Jóan Magnus sigl ir
við við seismikkskipi í Noregi, og Berg ljót
er lærari. Hon brúkar kontórið til eitt nú at
rættað uppgávur hjá sínum næm ingum.
– Eg vildi hava eitt kontór, sum var
tætt við inngongdina, so tað var praktiskt
at taka ting inn og út uttan at skula ígjøg-
num øll húsini, sigur hon.
Hvítt og myrkt
Onnur hæddin er við einum køki við
brygg ers og einari stovu. Tey hava eisini
eina stovu í ovastu hæddini, og hana
brúka tey sum sjónvarpsstovu. Koma
gest ir á gátt, brúka tey vanliga stov una
á aðru hædd.
Romantisk
hús í Geilini
Fýra hálvar hæddir, ein flott arkitektoniskt snið og nógvar spennandi og praktiskar detaljur. Vit hava vitjað húsini
hjá Bergljót og Jóan Magnus Johannesen í Geilini í Klaksvík
Húsini standa í hugnaligum og grønum umhvørvi stutt frá miðbýnum og Norðoyatunlinum