Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87 30 Sosialurin Um støddarviðurskifti og truplu eygleiðaratreytirnar Verður sólin teknað við tvørmálinum 10 cm í eina mynd, skal næsta granna- stjørnan verða teknað 2963 km burturi! Verður ein miðalstór stjørnubreyt teknað við tvørmálinum 10 cm, eru um leið 2,5 m ímillum breytirnar. Í hesi talvuni eru tvørmál og fjarstøður faldað við sama tali, sum er valt soleiðis, at sólin fær tvørmálið 10 cm, nakað sum eitt noða til støddar. Næsta grannastjørnan hjá sólini er tá í hesi myndini 2963 km burturi! Henda myndin er tikin við rúmdarkikaranum og verður nevnd Hubble Ultra-Deep Field. Vinkulbreiddin í myndini er minni enn 1/10 av vinkultvørmálinum í mánanum. Myndin varð tikin við at eksponera sama lítla øki í rúmdini einar 800 ferðir tíðarskeiðið frá 24. september í 2003 til 16. januar í 2004. Til samans varð eksponerað í 11,3 samdøgur. Myndin varð almannakunngjørd 9. mars í 2004. Í henni síggjast eini 10.000 stjørnubreytir. Summar av hesum breytum eru vorðnar til fáar hundrað mió ár eftir Big-Bang, og ljósið frá teimum hevur verið ávegis til okkara meiri enn dupult so leingi sum jørðin og sólin hava verið til. Myndin vísir okkum so statt, hvussu hesar fjara stjørnubreytir sóu út í einari ógvuliga fjarari fortíð. NASA/ESA. Pól Jespersen Altjóða stjørnufrøðiár 46 Við nútíðartøkni kunnu granskarar eygleiða ógvuliga fjarar himmal- knøttir, men hóast ljósið, sum ber okkum boðini, fer við fúkandi ferð, eru frástøðurnar í rúmdini so ørandi, at vit samstundis líta langt aftur í tíðina, tá ið vit eygleiða hesar himmalknøttir. Tí eru treytirnar hjá okkum eygleiðarum ógvuliga truplar Støddarviðurskiftini í rúmdini eru ørkymlandi merkilig. Á eina húsatekning ber til at tekna stórt og smátt, og av tekningini kunnu vit fáa eina góða hugmynd av, hvussu húsini fara at síggja út, tá ið tey verða bygd. At gera eina samsvarandi mynd av rúmdini ber als ikki til, tí tekna vit tað smæsta í rúmdini í hóskandi stødd, er ikki rúm fyri tí størsta, og tekna vit tey stóru skapini í rúmdini so passaliga stór, missa vit tað smæsta. Eitt einfalt dømi kann lýsa hetta. Trupul støddarviðurskifti Lat okkum siga, at vit skulu tekna eina tekning av sólskipanini og næsta umhvørvinum um sólina. Vit falda allar støddir við sama tali k, so at sólin fær tvørmálið 10 cm, nakað sum eitt noða, sí talvuna omanfyri. Vit síggja tá, at jørðin á tekningini fær tvørmálið 0,92 mm, og at hon er 10,75 metrar frá sólini. Størsta gongustjørnan, Jupiter, verður um ein cm í tvørmál knappar 56 m frá sólini, og ytsta gongustjørnan, Neptun, er 3,56 mm til støddar og skal verða teknað 323 metrar frá sólini. Ætla vit at fáa næstu grannastjørnuna hjá sólini, Proxima Centauri, við á myndina, verður tekningin stór, tí hon skal verða teknað onkustaðni norðast í Grønlandi, einar 2963 km burturi! Mynd av breytunum Eitt sindur greiðari verður myndin, tá ið vit skulu tekna eina mynd av stjørnubreytunum. Vit siga, at Vetrar- breytin er 100.000 ljósár í tvørmál. Andromedabreytin er um leið 2,5 mió ljósár burturi. Tað svarar til 25 ferðir tvørmálið í Vetrarbreytini. Lata vit Vetrarbreytina hava tvørmálið 10 cm, skulu vit so statt tekna Andromedu 2,5 m burturi, sí myndina høgrumegin. Niðurstøðan er, at heingja vit stjørnu- breytir, 10 cm í tvørmáli, upp í einari stovu, er pláss fyri um leið 10 breytum. Hetta úrslitið er tó bara vegleiðandi, tí í veruleikanum er Vetrarbreytin, rokna vit eisini við myrkum tilfar, munandi størri enn 100.000 ljósár, og breytirnar eru heldur ikki javnt býttar í rúmdini. Samanfatandi kunnu vit siga, at stjørnurnar við tyngdini eru bundnar í ovurstórum stjørnubreytum, ið eru uppá seg tættar í rúmdini, Andromeda er bara 25 ferðir tvørmálið á Vetrar- breytini burturi. Stjørnurnar í breytunum eru harafturímóti ófatiliga ótættar. Proxima Centauri er t.d. 29,6 mió ferðir tvørmálið í sólini burturi! Vit síggja bara fortíð Hyggja vit at onkrum luti tætt hjá, t.d. einum borði, billa vit okkum inn, at vit síggja borðið í síni heild sum tað er beint nú. Sjálvandi hevur ljósið, sum ber okkum boðini, brúkt eitt ógvuliga stutt tíðarbil at fara frá borðinum í eygu okkara, men ljósið fer so skjótt, at hetta hevur ongan týdning. Tað bilar heldur einki, at ljósið frá handara borðkanti í roynd og veru hevur verið ávegis eitt longri tíðarbil enn ljósið frá fremra borðkanti. Við rúmdini er øðrvísi. Ørandi frá- støðurnar gera tað, at hesi viðurskifti fáa týdning, hóast ljósið fer so skjótt, sum tað ger. Hyggja vit at mánanum, hevur ljósið verið ávegis í 1 sekund, t.e., vit síggja mánan sum hann sá út fyri einum sekundi síðan. Líta vit at sólini, hevur ljósið verið ávegis í eini 500 sekund. Hendir okkurt á sólini, eitt stórt gos t.d., ganga 8,3 minuttir, áðrenn tað sæst á jørðini. Hesar frástøður eru tó fyri einki at rokna. Hyggja vit at Andromedu, hevur ljósið verið á veg í 2,5 mió ár. Síggja vit í kikara eina supernovu, spreingistjørnu, í Andro- medu, er so statt talan eina hending, sum fór fram fyri 2,5 mió árum síðan. Hvussu vorðið er á Andromedu nú á døgum vita vit einki um, til tess mugu vit bíða í 2,5 mió ár. Hyggja vit langt út í rúmdina, hyggja vit so statt aftur í tíðina. Vit síggja í veruleikanum bara fortíð, men ikki bara tað. Hugsa vit okkum eina stóra breyt, sum vendir soleiðis í rúmdini, at fremra rond er t.d. 100.000 ljósár nærri enn handara rondin, síggja vit ikki so mikið sum breytina alla um somu tíð, tí ljósið frá handaru rond er 100.00 ár eldri enn ljósið frá fremru rondini! Við framkomnum tólum kunnu gransk- arar nú á døgum taka myndir av ógvu- liga fjarum himmalknøttum. Teir fjarastu eru so langt burturi, at ljósið frá teimum hevur verið ávegis í meiri enn 10 mia ár, sí myndina niðanfyri. Tað merkir, at tá ið ljósið fór sína longu ferð til okkara, vóru hvørki sól ella sólskipan til. Hetta ljósið hevði gingið langa leið, tá ið sólin og seinni jørðin vórðu til. Tíðin - eitt tvørligt hugtak Tíð man vera ein tann mest nýtti parameturin í náttúruvísindaligum arbeiði. Skulu granskarar rokna, hvussu einhvør skipan broytist, sum tíðin líður, er neyðugt at hava ein tíðarparametur. Vit eru von at hugsa um tíð sum nakað absolutt, at tíðin hjá tær og mær er tann sama, og at tíðin altíð gongur sama veg, frameftir - frá fortíð til framtíð. Vísindini vita at siga okkum, at tíðin er ikki absolutt. Tveir eygleiðarar kunnu ikki so mikið sum semjast um, at tvær hendingar henda samstundis. Tað veldst alt um, hvussu við flyta okkum hvørt í mun til annað. Í veruleikanum hava vit hvør í sínum lagi okkara egnu tíð, men tað merkja vit ikki nógv til í gerandisdegnum, tí hesi relativistisku fyribrigdi gera bara vart við seg, tá ið ferðirnar verða stórar sammett við ljósferðina. Sambært almenna relativitetsástøðinum hjá Einstein frá 1915 er tíðargongdin eisini ávirkað av, hvussu sterkt tyngdar- feltið á staðnum er. Sterkari feltið er, seinni gongur tíðin. Einstein roknaði, hvussu styrkin broytir tíðargongdina. Tí vita granskarar t.d., hvussu teir dagliga skulu stilla klokkurnar í fylgi- sveinunum, sum verða brúktir í GPS- skipanini. Skipanin virkar við serstakliga neyvum klokkum í fylgisveinum, sum ganga um jørðina, og við tað at tyngdin er minni, har sum fylgi- sveinarnir ganga, mugu klokkurnar javnan verða stillaðar, annars minkar neyvleikin í GPS-skipanini. Hóast vísindini soleiðs duga at rokna mangt og hvat viðvíkjandi tíð, so nyttar ikki at spyrja tey, hvat tíð í veru- leikanum er. Vit vita, at tær kendastu náttúrulógirnar virka eins væl, um tíðin gongur frameftir ella aftureftir, men náttúruvísindini hava eingi svar til teir stóru heimspekiligu spurningarnar viðvíkjandi tíðarhugtakinum. Saman- fatandi kunnu vit siga, at korini hjá okkum eygleiðarum, sum ætla at eygleiða rúmdina, eru ørkymlandi merkilig og trupul. Spurningurin um lív á øðrum fjarum himmalknøttum er sjálvandi áhuga- verdur, men skilligt er, at samskiftis- møguleikarnir við møguligar aðrar hugsandi verur í rúmdini verða truplir.