Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Rákið – heimið mai 2010 Veggirnir eru allir málaðir hvítir, og myrka brúnt gongur aftur innbúgvinum á aðru hædd. – Eg eri ikki so nógv fyri sterkum og nógvum litum, men tað ber til at brúka onkr an einstakan sterkan lit, sigur Berg­ ljót. Valið av grundlitunum ger, at húsini tykj ast rættiliga klassisk og romantisk, men tey eru samstundis modernað og spenn andi. Bergljót og Jóan Magnus hava tvær døt ur. Joan er 2 ár, og Vónbjørt er 9 ár. Genturnar hava hvør sítt kamar, og har eru nógvir litir at síggja. Einki er at ivast í, at tað eru gentur, sum eiga kømurini, og nógv reytt er at síggja aftur. Eldra gentan hevur kamar á ovastu hædd, og hon hevur eisini eina geniala hugnaholu inn í veggin. Har kunnu hon og vinkonurnar spæla og hugna sær, og tað ber eisini til at hava liggjandi gestir har. Jóan Magnus smíðaði Bergljót og Jóan Magnus fluttu inn í húsini í 2004. Húsini er stoypt úr betongi, og búvíddin er umleið 210 fermetrar. Afturat tí kemur ein kjallari og ein stór garasja, sum samanlagt eru einar 90 fer­ metrar. Jóan Magnus smíðaði húsini innan, og hann fekk hjálp frá beiggja sínum. – Vit royndu at gera alt so liðugt sum gjørligt, áðrenn vit flutt inn, tí nógv siga av royndum, at tá tey fyrstu eru flutt inn, so sleppa tey ógjørdu tingini at liggja í langa tíð, tí luftin fer av ballónini, sigur Jóan Magnus. – Tað eydnaðist eisini at fáa húsini rætti liga liðug, og eg kann eisini staðfesta, at okkurt av tí, sum manglaði at gera, bíð aði eina tíð, áðrenn tað varð gjørt. Húsini eru væl frágingin. Finishið er gott, og innrætningur og innbúgv gera tey rættliga hugnalig – og ikki minst heim lig. Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Gongin í kjallaranum goymir snildisliga skógvarnar Kóntórið er í kjallaranum. Bergljót vildi hava kontórið at verða tætt við inngongdina og køkin, so tað var so praktiskt sum gjørligt Bæði innan og uttan eru nógvar snøggar arkitektoniskar detaljur Húsið er í fýra hálvum hæddum, og tað er lætt og natúrligt at ferðast millum hæddirnar Genial hugnahola á kamarinum hjá Vónbjørt. Her hevur hon vitjan av Louvisu og Duritu