Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hugsa um.. • At pynt og litir hóska til tína persónligheit, hølini, møblarnar og árstíðina. • At løtan aftan á borðhaldið verður fylt við onkrum beinanvegin, so fólk ikki missa pippið. Til dømis at dansað verður frá borðinum, at barrin letur upp og/ ella at kaffi verður serverað. • At hava eitt hugnaligt stað til tey, sum vilja sita og práta. Hjá summum er hæddarpunkið í veitsluni at seta seg aftur á við einum góðum cognac og einari stórari cigar. • At borð í longum røðum ikki altíð er tað hugnaligasta. Til ber eisini at dekka upp í smáum vøkrum eindum, sum ger borðhaldið meira intimt. • At hava onkran at vaska upp, at rudda borð og til annað praktiskt, so vertir og gestir fáa frið at hugna sær. • At hava nokk av gardarobuplássi. • At tað er ofta detaljurnar, sum telja. Hugna um allastaðni, so tað er pent longu tá fólk koma til portrið, í garðinum, í durinum, á vesinum og so framvegis. • At aðrastaðni stendur »dresscode« ofta á innbjóðingini. Til dømis galla, summarsligt, avslappað, onkrir ávísir litir ella stíl. • Vanliga halda vit veitslur um kvøldið og út á náttina. Men tað er vorðið alt vanligari at hava morgunmatarborð, brunch ella seinnapartsball, sum serliga hóska væl, har børn og gomul fólk eru við. Øðrvísi veitslu­ konsept Vilt í Suðri, Felagið Fegin í Norðoyggjum, Lakeside í Vágum, Kirkjubøgarður, Seglloftið á Tvøroyri Á Seglloftinum á Tvøroyri fært tú eina heildaruppliving frá Onnu Kirstin Thomsen. Í søguliga slupp-umhvørvinum fæst matur, dansur, tónleikur og undirhald til alt selskapið. 17 Rákið – heimið mai 2010