Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87 18 Sosialurin Rigmor Dam Nú er slutt við at vera leingi uppi fríggjakvøld og leygarkvøld, tí tú gjørt børnunum eina bjarna­ tænastu við at halda teimum uppi um hvøldarnar. Harafturímóti eru fastar songartíðir nakað av tí besta, sum foreldur kunnu geva børn um sínum. Eisini í ferium og í viku skiftum! Hetta sigur ph.d. og 1. reserve­ lækni, Allan Hvolby, sum er barna­ sálar lækni á Barna­ og un g dóms­ psykiatrisku deild í Esbjerg. Hann hevur staðið á odda fyri einari um fatandi kanning um sovivanar hjá ADHD­børnum og øðrum børn um. Frísk børn vísa sjúkutekin Í kanningini verður staðfest, at donsk børn í miðal sova ein tíma ov lítið hvørja nátt, og at hetta kann hava við sær, at børnini fáa somu sjúkueyðkenni, sum børn við ADHD (fyrr DAMP). Børn við hesum sjúku­ teknum hava ein ófrið á sær, tey hava ilt við at hugsavna seg og at læra nýtt. Hetta eru somu tekin, sum frísk, men móð, børn vísa. – Tað ávirkar bæði innlæring og atburð, um børn ikki fáa nóg góðan svøvn. Børnini eru kropliga ófriðar lig og hava ilt við at savna seg um nakað. Hetta gevur trupul­ leikar, sigur Allan Hvolby. Hann vísir eisini á, at aðrar kann ingar vísa, at triðjahvørt barn sum hevur vánaligar svøvn van ar, av foreldrunum verður skírt at vera atferðartrupult. – Men í veruleikanum snýr tað seg bara um, at tey uppføra seg so­ leið is, tí tey sova ikki nóg nógv ella væl, siger Allan Hvolby. So spurningurin er, hvør tað er, sum er atferðartrupul: børnini ella foreldrini, sum ikki koyra børnini í song? – Foreldur, sum eiga børn við hesum teknum, kunnu hóskandi hyggja eftir svøvnvanunum hjá børnunum. Bara ein tími í undir­ skoti kann hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá barninum, sigur ser frøðingurin. Kann skaða heilsuna Hann er ikki einsamallur um hesi sjónarmið. Svøvnserfrøðingurin, Søren Berg, leiðari á norður­ lendsku svøvnklinikkini Scan­ sleep, sigur við Politiken, at børn eru sera viðbrekin, um tey fáa ov lítlan svøvn. – Fyrst verða tey ófriðarlig og grenjutt. Aftan á eina tíð gongur svøvsmangulin út yvir evnini at læra, og í síðsta enda kann ov lítil svøvnur fáa avleiðingar fyri heilsuna hjá barninum, sigur Søren Berg. Hann greiðir frá, at børn fram­ leiða eina rúgvu av týdn ingar­ miklum hormonum, tá tey sova. Hormonir, sum hava týdning fyri vøkstur og evnini at nøra seg. Tí kann undirskot av svøvni ávirka hesi hormon. Foreldrini hava skyldina Í kanningini skuldu granskararnir kanna sovivanarnar hjá ADHD­ børnum. Til endamálið var neyðugt at samanbera við frísk børn. – Kanningin vísir, at bert í umleið 8 prosentum av førunum var tað ein medisinsk orsøk til, at annars frísk børn ikki sova normalt. Tað vil siga inn an fyri ein hálvan tíma og at tey so sova alla náttina, sig ur Allan Hvolby. Í øllum hinum førunum er tað hvørki ein kropslig ella sálarlig orsøk til, at børnini ikki fáa sovið. – Her havi eg varhugan av, at orsøkin er, at foreldrini ikki finna útav at leggja børnini at sova ordiliga, sigur hann. Fasta songartíðir Fastar songartíðir eru sera um­ ráð andi hjá børnum. Og serliga hjá teimum, sum frammanundan hava ilt við at sovna. Hetta sigur barnasálarlæknin Allan Hvolby. – At tað tekur langa tíð at sovna er eitt tekin um, at barnið hevur eina vánaliga svøvnrútmu, sigur hann, og greiðir frá, at tað helst ikki skal taka meira enn 10­ 15 minuttir av sovna – ella hægst ein hálvan tíma. – Tekur tað longri tíð, verður svøvn i num ta náttina Ov lítil svøvnur gevur børnum ADHD-eyðkenni Børn og foreldur Fær barnið ov lítlan svøvn, kann tað fáa somu sjúkueyðkenni sum ADHD- sjúklingar. Hetta vísir ein nýggj og umfatandi kanning av svøvnvanunum hjá børnum