hósdagur 17. januar 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 11 - 17. januar 2002
Nr. 11 - 17. januar 2002
23
Anders Fogh Rasmus-
sen er sinnaður at
stuðla føroysku
royndini at fáa viður-
kenning frá altjóða
olympisku nevndini.
Málið varð tikið upp
á fundinum millum
løgmann og danska
forsætisráðharran
mánadagin, og Fogh
fer væntandi at geva
sítt viðmæli
IOC
Stefan í Skorini
Løgmaður Anfinn Kalls-
berg valdi at taka málið um
royndirnar hjá Ítróttarsam-
bandi Føroya at vinna
altjóða viðurkenning frá
olympisku
nevndini
til
viðgerðar, tá danski for-
sætismálaráðharrin, Anders
Fogh Rasmussen, var á
vitjan. Hann vísti vælvild,
og teir báðir hava avtalað at
taka málið uppaftur.
– Forsætisráðharrin var
sera hugaður at stuðla
føroysku royndunum, og
avtalaðu Annfinn Kalsberg
og Anders Fogh Rasmussen
at samskifta skrivliga um
málið í næstum, sigur ÍSF í
einum tíðindaskrivi.
ÍSF er av álvara farið at
brynja seg út, nú ítróttar-
sambandið hevur sett sær
tað mál at fáa viðurkenning
frá
altjóða
olympisku
nevndini, IOC. Málið er at
fáa umsóknina fyri nevnd-
ina á vári í 2003.
Seinni í ár verður fundur
millum tey norðurlendsku
ítróttarsambondini, og tá
fer ÍSF at leggja hetta málið
fyri luttakararnar. Vænt-
andi fara øll tey norður-
lendsku sambondini at taka
undir við og stuðla før-
oyska ynskinum. Danska
ítróttarsambandið
hevur
longu boðað frá sínum
stuðli.
Umráðandi við
viðmælum
ÍSF ásannar, at tað er
neyðugt við nógvum við-
mælum
frá
politiskum
leiðarum og øðrum ítróttar-
sambondum.
Føroyska
ynskið verður lagt fyri eina
nevnd undir IOC, ið tekur
støðu til, um lond og
oyggjabólkar, ið søkja,
skulu fáa limaskap. Tá er
neyðugt at sannføra hesa
nevndina um, at ÍSF er ein
felagsskapur, ið lýkur øll
krøv, ið IOC setir sínum
limum.
Tí heitti ÍSF á løgmann,
ið er verji hjá ítróttarsam-
bandinum, um at taka
málið upp við Anders Fogh
Rasmussen.
Løgmaður
játtaði hesum, hóast skráin
á fundinum var sera tøtt.
ÍSF ætlar at fáa viður-
kenning frá hægsta polit-
iska myndugleika í ríkin-
um. Hetta hevði styrkt um-
sóknina hjá ítróttarsam-
bandinum.
– Hetta er bæði við til at
geva umsóknini ans, men
eisini til at tryggja okkum,
at ríkisrættarliga støðan
ikki verður nøkur forðing
fyri olympiskari viðurkenn-
ing, sigur ÍSF.
Heðin Mortensen, forseti
í ÍSF, er sera fegin um, at
løgmaður vildi taka málið
upp á fundinum. Hann met-
ir, at eitt viðmæli frá einum
statsleiðara vigar ógvuliga
tungt og gevur okkum betri
møguleikar at fáa viður-
kenning.
– Støða Føroya í ríkinum
ger, at ÍSF eftir olympisku
reglunum má vísa á, at
Føroyar eru eitt land, hóast
Føroyar eru í einum sam-
veldi við Danmark. Tí er
tað sera umráðandi at
kunna vísa á, at bæði løg-
maður og forsætisráðharrin
eru samdir um okkara
støðu sum land í ríkinum,
og at tað tænir bæði donsk-
um og føroyskum áhuga-
málum at ÍSF fær hesa
viðurkenning.
Fremsta málið hjá ÍSF er
ikki at føroysk ítróttarfólk
sleppa við til leikirnar, ið
eru fjórða hvørt ár. Hin-
vegin sleppa føroysk ítrótt-
arfólk við til kappingar fyri
smærri limalond. Harum-
framt fær føroyskur ítróttur
peningaligan stuðul ígjøg-
num stuðulsskipanina hjá
IOC.
Við einum viðmæli frá
Anders Fogh Rasmussen er
ÍSF komið eitt fet nærri
viðurkenningini.
Meðan fólk her í sóknini
fyrireikaðu seg til nýggj-
árshald, og at bjóða enn
einum nýggjum ári væl-
komnum, frættist, at so
langt náddi onkur ikki.
Sjálvan ársins seinasta dag
fóru Merkini í hálva stong.
Egon Thomsen úr Froðba
var brádliga farin; hann
gjørdist bert 54 ára gamal.
Egon var næstelsti sonur
Marina og Elias Thomsen,
undir Skorðum í Froðba.
Hann vakst upp har hjá
góðum foreldrum, sum ein
av fleiri systkjum.
Aftaná lokna skúlatíð,
fekst Egon við ymisk
arbeiði, til hann at enda fór
at fáast við jørð og betong.
Hetta kom at verða hansara
lívsstarv.
Hann fekk sær útbúgving
sum spreingimeistari, eins
og hann tók fleiri skeið.
Hetta, saman við nógvum
royndum úti í ”markini”,
skuldi gera hann føran fyri
at átaka sær stórar upp-
gávur innan byggiøkið.
Teldukønur var hann
eisini; bæði til skrivt, rokni-
skap og kønur var hann í
ymiskum
tekniforritum,
slík sum verkfrøðingar
nýta. Egon roknaði mong
tilboð fyri ymiskar entre-
prenørar.
Hetta
sigur
hvussu stinnur hann var,
hóast onga akademiska út-
búgving.
Rættiliga tíðliga í Egons
byrjaði vánalig heilsa at
leggja honum forðingar fyri
at virka soleiðis, sum hon-
um listi. Kortini royndi
hann sum frægast, og legði
hann mangt dygdargott
verk úr hondum. Hann
arbeiddi nógv sjálvstøðugt,
men var eisini mangan
knýttur at stórum verkætl-
anum, ið aðrir byggimeist-
arar stóðu fyri. Eisini heitti
kommunan á hann um at
gera skrásetingararbeiði.
Tá ið Tvøroyrar Komm-
una í fjør søkti eftir verk-
frøðingi til teknisku deild,
heittu fleiri á Egon at søkja
hetta starv. Honum líkt, var
hann trekur - visti ikki um
hann fór at megna arbeiði -
men eftir fleiri áheitanir,
søkti hann og fekk starvið.
Hetta var eitt minni
kropsligt krevjandi arbeiði,
ið hóskaði betur til ikki alt
ov góðu heilsu hansara.
Eisini var tað eitt arbeiði
hann hevði stóran áhuga
fyri og vitan um; drúgva
vitan frá áralongum roynd-
um í arbeiði innan býar-
mark.
Men Tvøroyrar Býráð
hevði so sanniliga fingið
fatur á rætta manninum, tað
sannaðu tey, ið samstarv-
aðu við honum. Dugnaligur
og góður at arbeiða saman
við. Hann verður saknaður
av teimum sum hava sína
dagligu
gongd
á
kommunuskrivstovuni.
Egon var vitugur maður,
og visti um mangt og hvat.
Honum dámdi væl at siga
frá. Politikkur hevði hans-
ara stóra áhuga, og var
hann hollur stuðul hjá
Suðuroyar Tjóðveldisfelag.
Eitt skifti var hann eisini
nevndarlimur.
Vit, sum kendu Egon,
hava góð minnir eftir hann.
Ein stillførur maður, ið ikki
gjørdi uppgávurnar meira
truplar enn neyðugt, men
loysti tær so hvørt, sum tær
stungu seg upp, á egnan og
stillisliga hátt.
Framanundan Egoni, eru
brøðurnir Hans Pauli og
Jóan Petur, farnir, eisini í
bestu árum. Nú Egon er
farin somu leið, sita systkin
við familju og ættfólk við
sakninum. Men minnir liva
eftir.
Friður verið við minnin-
um um Egon Thomsen.
Dan
Egon Thomsen til minnis
20.3.1947 – 31.12.2001
Fogh stuðlar olympiskari
viðurkenning
Anders Fogh Rasmussen er sinnaður at stuðla føroysku royndini at vinna olympiska
viðurkenning. Hann og løgmaður fara at taka málið uppaftur. Væntandi fer nývaldi
forsætisráðharrin at stuðla ÍSF í umsóknini
Mynd: Álvur Haraldsen
Útbjóðing
Sumbiar kommuna bjóðar hervið út arbeiði at
flyta
20.000
rúmmetrar
av
gróti
frá
grótdunganum á Lopranseiði oman í Ónavík, har
tað skal leggjast út til havnaøkið.
Boðini skulu verða Sumbiar kommunu í hendi í
seinasta lagi mánadagin tann 28. januar 2002 kl.
1800.
Fleiri upplýsingar um arbeiði kunnu fáast við at
venda sær til Sumbiar kommunu á telefon
224894.
Kommunustýrið skilar sær rætt til at velja millum
innkomnu tilboðini ella havna øllum.
Sumbiar Kommuna
FO-970 Sumba
Tlf. +298 370344
Fax +298 370114
Lærari søkist til
Argja skúla
Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir lærara
at byrja uml. 15. februar 2002 og skúlaárið út.
Starvið er tíðaravmarkað og verður lønt sambært
avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmála-
stýrið.
Lærugreinir: støddfrøði, danskt, kunningartøkni,
náttúra og tøkni í miðdeildini. Landalæra í 9. flokki
og Miðlabreyt. Møguleiki er fyri evt. broytingum.
Umsókn við møguligum prógvum skulu verða
skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 12.
februar.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan,
tlf. 314136.
Skúlastýrið fyri Argja skúla
v/ Maritu Simonsen
Støðlagøta 15
Argir
Ortopædkirurgiskur
skómakari &
bandagistur fra
SAHVA
verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 5. feb. 2002 og á
Landssjúkrahúsinum 6.-7. feb. 2002.
Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 54 63, týsdag og
mikudag kl. 10-12, í seinasta lagi mikudagin 30.
jan. 02.
FISKISKIRANNSÓKNAR-
STOVAN
Prøvatakari m/k
í Suðuroy
Fiskirannsóknarstovan sóknast eftir einum fólki at
taka prøvar av fiskalandingum í Suðuroy.
Arbeiðið krevur nærlagni og áhuga og eina
hampuliga góða heilsu, men annars ikki nakrar ser-
ligar fortreytir.
Arbeiðið umfatar longdarmáting og viging av fiski,
ið verður landaður til uppboðssølu og/ella fiska-
virkini, umframt at nytrar skulu takast og hartil
hoyrandi skriviarbeiði. Hetta arbeiði er ein liður í
stovnsmetingararbeiðinum hjá Fiskirannsóknar-
stovuni.
Arbeiðstíðin lagar seg eftir,nær skip og bátar landa
og er sostatt ikki fulltíðarstarv. Umsøkjarin má vera
til reiðar at arbeiða ymsar tíðir á degnum.
Umsóknarfreistin er úti 1. februar 2002.
Fiskirannsóknarstovan
Nóatún 1
Postsmoga 3051
110 Tórshavn
C
M
Y
K
23
22