Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Liðið úr Runavík vann týskvøldið dystin í Vestmanna móti KÍF. Tjaldur legði seg framum heilt frá byrjan og megnaði at varðveita leiðsluna alla tíðina. Við sigrinum hevur Tjaldur tikið seg úr botninum í 1. deild hjá monnum HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Tjaldur legði hart út í dystinum móti KÍF í Vest- manna týskvøldið, og tað var tann framúr góða byrj- anin, ið vann teimum dystin og tvey týdningarmikil stig. Tjaldur hevur nú lagt sjógv ímillum seg tey bæði botnliðini, KÍF og Kyndil. Eftir fimm minuttir hevði Tjaldur skotið fýra mál og kollfirðingar einki. Gestir- nir megnaðu at halda fast um hesa leiðslu heilt til dystarenda. KÍF elti Tjaldur allan dystin, men legði at enda árarnar inn. KÍF nærkaðist onkuntíð Tjaldri, men ongantíð nærri enn eitt mál frá gestunum. Bæði liðini høvdu eina greiða ætlan, sum skuldi vera lykilin til sigurin. Henda ætlan var mansverj- ing. Runavíkingar vistu undan dystinum, at um teir skuldu gera sær vónir um at vinna, var alneyðugt at steðga tí skotsterka Iljan Topic. Tí settu teir Sverra Justinussen at ansa eftir tí fremmanda leikaranum, sum hevur hjálpt KÍF til nøkur góð úrslit í ár. KÍF svaraði aftur við at mansverja Sverra Justinus- sen, sum gjørdist topp- skjútti hjá Tjaldri týskvøld- ið. Av tí at Sverri mans- vardi Topic fekk hann fleiri mál eftir kontraálop, tí hann slapp skjótt niðaneftir vøllinum. Hóast Sverri varð mans- vardur skeyt hann átta mál. Tað eydnaðist tí ikki KÍF at steðga Sverra, sum ikki hevur víst sítt besta spæl higartil í hesum kappingar- árinum. Hesin dysturin bendir tó á, at hann hevur funnið sítt besta spæl, sum einaferð gav honum lands- liðsboð, framaftur. Tað hevur annars verið vanligt, at móstøðulið hjá Tjaldri mansverja Dragisa Stojovic, sum er ein skot- sterkur leikari og topp- skjútti hjá Tjaldri saman- lagt. Hann var annars ikki serliga væl upplagdur til hendan dystin. Tað eydnaðist hinvegin væl hjá Tjaldri at mansverja Topic. Hann fekk bara fýra mál, og hann fær vanliga fleiri enn hetta. Málverji avgerandi Sagt verður um dystin í Vestmanna, at bæði liðini mistu nógvar óneyðugar bóltar. Dysturin gjørdist tí heldur rokmikil og óskip- aður. Ein avgerandi orsøk til sigurin hjá Tjaldri var stór- spæl frá málverjanum Dean Lacok. Hann stóð hampu- liga væl í fyrra hálvleiki, tá hann tók okkurt brotskast, men í seinna hálvleiki var hann framúrskarandi. Hann tók fleiri skot og bjargaði eftir fríspælingar. Hann bjargaði liði sínum í fleiri umførum, tá liðfelag- arnir ikki megnaðu at verja, ella tá teir mistu óneyðugar bóltar. Mortan Hansen á strikuni hjá Tjaldri spældi eisini væl, og hann fekk fleiri mál. Hetta er triðji dysturin millum hesi bæði liðini, og Tjaldur hevur nú vunnið tveir, og ein endaði við javnleiki. Dysturin í tølum: KÍF – Tjaldur 24-27 (14-16) Málskjúttar: KÍF: Eddie Joensen 9, Durica Tomic 6, Iljan Topic 4, Petur M. Poulsen 3, Vagnur Johannesne 1, Finn Heri Johannesen 1 Tjaldur: Sverri Justinussen 8, Mortan Hansen 5, Zoran Sarcevic 4, Ken Bærentsen 3, Jens Martin Knudsen 3, Hartvig Joensen 2, Dragisa Stojovic 2 Brotskøst: KÍF 4, Tjaldur 3 Útvísingar: KÍF 3, Tjaldur 3 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum og Rúni Mohr Nr. 11 • hósdagur • 17. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 2 2 - 0 - 0 408 339 69 15 2 Neistin 2 2 - 0 - 0 442 363 79 14 3 StÍF 1 1 - 0 - 0 363 346 17 8 4 H71 2 0 - 0 - 2 384 409 -25 6 5 Tjaldur 2 1 - 0 - 1 342 384 -42 6 6 KÍF 3 0 - 0 - 3 393 438 -45 4 7 Kyndil 2 1 - 0 - 1 320 373 -53 4 Máltindurin: Bjarni Wardum H71 96 (22) Jacob Jónsson Neistin 95 (13) Costin Dumitrescu StÍF 89 (26) Heini Joensen Neistin 86 (25) Høgni Klein Kyndil 85 (6) Durica Tomic KÍF 81 (21) Halgir Dahl Olesen H71 80 (10) Dragisa Stojovic Tjaldur 77 Iljan Topic KÍF 76 Finnur Hansson H71 76 (20) Ingi Olsen VÍF 74 (8) Sámal Joensen VÍF 72 (13) Áki Olsen VÍF 70 (10) Hans Áki Dal-Christiansen Neistin 65 (6) John Petersen Neistin 64 (1) FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Tað gongur illa í hond hjá Julian Johnsson og liðfeløgum hansara í Hull City. Týskvøldið tapti liðið 1-0 á heima- vølli móti Carlisle, sum liggur í botninum. Hetta var fjórði ósigurin á rað hjá Juliani og teimum, sum ikki hava vunnið í seinastu sjey dystunum. Carlisle skoraði einasta málið tíðliga í dystinum. Hull legði hart trýst á Carlisle í seinna hálv- leiki, men útiliðið megn- aði at halda málið reint. Julian varð settur inn eftir 62 minuttir, tá venj- arin framdi tríggjar út- skiftingar. Hull hevur annars stað- ið seg ómetaliga væl á heimavølli, og liðið hevði undan dystinum ikki tapt á egnum grasi í eitt heilt ár. Hull er komið í ein rættuligan aldudal og hevur tapt fýra teir seinastu dystirnar. Liðið hevur ikki vunnið ein dyst síðan 4. desember. Avleiðingin er, at Hull nú er dottið burtur ímill- um í oddastríðnum. Lið- ið liggur í løtuni á sætta plássi. Hetta gevur fram- vegis atgongd til upp- flytingardystir, og Hull hevur tískil framvegis góðar møguleikar at vinna uppflyting. KIF – Tjaldur 24-27 (14-16) Tjaldur tekur seg úr botninum Julian á beinkinum tá Hull tapti Tjaldur vann týskvøldið dystin móti KÍF í Vestmanna. Bæði liðini mansvardu hvør sín leikara, og málverjin hjá Tjaldri var ein av lyklaspælarunum Savnsmynd: Álvur Haraldsen 21 20 Nr. 11 - 17. januar 2002 Hin seinasti er farin av teim trimum, ið vórðu settir sum økisleiðarir at taka sær av landsvegakervinum, sum fyrsta apríl 1964 varð lagt undir Landsverkfrøðingin. Heitt varð á Niels Paula Hansen á Glyvrum um at umsita vegirnar í Eystur- oynni, Hermund Michelsen í Suðuroynni og Hans Dalsgarð í hinum oyggj- unum, øllum uttan Streym- oynni, íð varð umsitin bein- leiðis av Lv-skrivstovuni í Havn. Áður høvdu vegirnir lig- ið undir kommununum, og arbeiðið undir nðggju skip- anini fór fram í tøttum sam- arbeiði við teir, sum til ta tíð høvdu haft hetta um hendi. Teir hildu flest allir fram og seinni gjørdust seks teirra økisleiðarar, tá økini gjørdust fleiri. Av hesum níggju økis- leiðarum eru sjey ikki long- ur okkara millum. At hetta mest sum av sær sjálvum gerst eitt petti av Føroya vegasøgu kemst av, at mær eydnaðist at fáa eina bandaða samrøðu við Her- mund, har hann - hóast eg sjálvur kendi nógv aftur - bæði fyri eygum og oyrum mínum myndaði stóra lopið úr miðaldarháttaðum arb- eiðislagi, tá hann var óviti, og upp til teir hentleikar, sum komnir vóru upp til henda dagin í oktober 1985. Útstinging eftir frægasta handahógv uttan tól, vega- gerð við haka og grótleypi, boring við hondbori og sleggju, har hegni og vøddamegi vóru álitið. Fyri at áskotið skjótari skuldi festast, varð førasti maðurin settur at treða dansin, um ein so kann siga, fram eftir vegnum, sum tó kortini mátti steing- jast fyri ferðslu í toybili og áarføri. Hermund var sum flest allir føroyingar eitt skifti til skips, men fór í 1952/53 á búnaðarskúla í Danmark, har hann m.a. lærdi upp- máting, íð kom honum til góðar í vegagerðini, sum hann inn ímillum fekst við í Suðuroynni og tá hann 20. sept 1956 gjørdist fastur fúsur á Hovsvegnum, har hann í fyrstuni koyrdi traktor og var spreingi- meistari, áðrenn hann fór at máta upp og stinga út. Jógvan á Lað var tá leiðari av vegadeildini hjá Lands- verkfrøðinginum og hevur sæð dygd í manninum, tí tá Hovsvegurin í 1958 var lið- ugur, varð Hermund biðin sum fastløntur norður á Nato-vegin, har hann frá januar 1959 stakk út frá Gamlaenda og norðureftir, heilt niðan undir Sornfelli. Teir húsaðust hesa tíðina í Mjørkadali, einir tjúgu mans í hvørjari tíggjumans- barakk. Í 1961 var hann við til at máta upp, prosjektera og stinga út á Hósvíkar- vegnum, og sama árið varð farið undir Oyggjarvegin úr Kollafjarðardali móti Skeiðsá og umbygging úr Havn og niðan á Gamla- enda. Sum hegnismaður við nevnda kunnleika vóru innímillum ofta boð eftir honum í onnur pláss, eitt nú í 1962/63 at hjálpa Gamla Kristjanni suðuri á Dals- vegnum og á Gjáar- og Funningsvegnum. Hvør frásøgnin frá hes- um arbeiðum liggur eftir Hermund sum ein søgulig, forvitnislig og oftast skemtilig heild. Innan føroyska vegagerð var Hermund ein av pioner- unum, sum altið var hyggin í ráðum, tá okkurt stakk seg upp, sum ikki beinleiðis eftir bókunum kundi loys- ast. Sama var, tá minnið okkara norðanfjørðs ikki røkk. So var bara at ringja suður til Hermund, sum mangan sambært gamla siðvenjing uttan øvugt orð dugdi loysa fløktasta ognar- spurning. Her verður ikki nomið við fjølbroytta virkið hjá Hermundi annars, eitt nú sum nútímans bóndi við víðum hugflogi og menn- andi tjóskaparligum hug- sjónum í politikki, og sum álitismaður fekk hann lívið langt úr at gera í ymiskum - til tíðir sera krevjandi og tyngjandi - nevndararbeiði. Um tað var heima hjá foreldrum Hermunds, minnist eg ikki; men tá vit í 1965 hittust, kendi eg í heiminum hjá Jastrid og Hermundi sama fløvan aftur frá árunum undir kríg- num, tá eg var so heppin at sleppa at ganga í pre- liminærskúla har suðuri, og annan hvønn dag ella so í fyra ár súklaði av Tanga- num og til Øravíkar at keypa mjólk. Eg gloymi ikki mjólksopan og bitan afturvið, eg fekk frá bónda- fólkunum, áðrenn leiðin aftur gekk inn í Treingis- vág. Hóast høvið henda ill- veðursdagin var merkt av sorg, tá vit í longstu bila- røð, eg í Føroyum havi sæð, mest sum í heiðursskrúð- gongu kring allan fjørðin fylgdu Hermundi til hans- ara seinasta hvíldarstað, so kendist løtan aftaná kortini hugnalig kring búgvið borð í gomlu bóndahúsunum í søguligu Øravík. Í samkenslu við Jastrid og øllum teirra, lðsa gomlu starvsfelagarnir við hesum frið yvir minni Hermunds. Heini Olsen Hermundi Michelsen til minnis myndin er tikin fráfaringardag Hermunds stutt fyri jól, 2001 Nú 100 ár eru liðin síðan Heðin Brú varð borin í heim, fer Varðin eisini at minnast hann. Heðin Brú skrivaði nógv í Varðan BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Heðin Brú: Fyrsta grein hansara í Varðanum var stuttsøgan Høgni hin Gamli. Hon stóð í 9. bindi. Hanus A. Samuelsen skriv- ar grein um skaldið. Hanna Absalonsen hevur greitt til prentingar brot úr brøvum frá Heðin Brú til Chr. Matras. Magnus Brahé Jørgensen hevur 2. part av greinarøð síni um Føroya kirkjusøgu. Sverri Djurhuus, sum fyri nøkrum árum síðani skriv- aði í Varðan um barnaárini í Kollafirði, hevur hesa ferð grein, sum hann nevnir Ungdómsárini. Bergur Hansen skrivar drúgva grein um Selmu Lagerløf, og Tórður Johan- nesarson hevur grein, sum hann nevnir Táttaskald- skapur við Sjógv, á Mið- gerði og í Líð í Kollafirði. Tvær greinir eru um ættarsøgu: Egon Hansen skrivar um fólkini á Mýrini í Nólsoy, og Freydis Poul- sen hevur seinna part av grein síni Ættargrein av Blankskála. Hjalmar P. Petersen hevur eina ritgerð um ævin- týrkvæðið Fípuna Føgru. ”Langt av leið frá ljósum borgum mjørkafjalt mítt ungdómsmið, niðanátt og dapur morgun, ørm mín sál og uttan frið” yrkti Janus Djurhuus í 1914. Bókmentafrøðingurin Kim Simonsen hevur skriv- að drúgva grein, sum hann nevnir Hin føroyska útlegd- in – um útlegd, útisetar og tey intellektuellu. Í 1935 og 1936 gjørdu føroyingar fiskiroyndir í Grønlandi við skonnartini Artic. Um hetta skrivar Er- ling Isholm. Poul Vestergaard hevur greinina Brúgvin til himm- als – bandið til jarðar, har hann viðger sálmarnar ”Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá” eftir Mikkjal á Ryggi og ”Móðurland vil eg teg kalla – føðilandið mítt” eftir Jóannes Patursson. Nicodemus Rasmussen, sum eftir pensiónsaldur rættiliga fór í holt við at kanna gamalt skjalatilfar og skriva av gamlar søgukeld- ur, hevur brot úr várting- bókini fyri Eysturoy árini 1697 – 98. Seinast hevur Heini Ol- sen minnisgrein um skyld- mann sín mentamannin Sverra Eghom, sum doyði fyri einum ári síðani. Varðin 68. bind, sum er 232 síður til støddar, kostar 195 krónur í bókabúðu- num. Haldaragjaldið er 140 kr. um árið. 68. bind av Varðanum komið C M Y K 20