Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mai 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. mai · Nr. 88 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Skrímslini og »foreldur« teirra fara til Madrid á stóru bókastevnuna Feria del Libro mikudagin. Har skulu tey leggja Skrímslabøkurnar fram og hava eina workshop. Allir tríggir høvundarnir - harmillum føroyska Rakel Helmsdal eru bodnir við í samband við at norðurlond eru heiðursgestir. Tað er danska sendistovan, ið hevur boðið Rakel við. T að var ein røtt avgerð, vit tóku, tá vit fyri tveimum mánaðum síðani broyttu útgávudagarnar hjá Sosialinum frá fimm vikuligum útgávum til tríggjar. Hetta vísa sølutølini fyri fyrstu tveir mánaðirnar. Bera vit saman við somu mánaðir í fjør, so er fram- gongdin av seldum bløðum 12 prosent, og tað er væl meira, enn roknað varð við, tá avgerðin varð tikin um at minka um útgávu- dagarnar. Seinastu 20 árini er Sosialurin komin á gøtuna fimm ferðir um vikuna, men rættiliga nógv er broytt í miðlaheiminum hesi árini. Umframt tøkniligu menningina, so varð einkarrætturin til at senda útvarp tikin av seinast í farnu øld soleiðis, at onnur nú eisini fingu møguleikan at senda útvarp og sjónvarp. Hesum møguleika gjørdu vit okkum sjálvandi dælt av – og Sosialurin keypti privatu útvarpsstøðina Rás2 í 2007. Umframt tað at tøknin er ment so ómetaliga nógv, so hevur hetta eisini havt við sær, at vit við internetinum hava fingið heilt nýggjar miðlar, sum kollvelta miðla- myndina. Tí varð avgerðin um at broyta útgávutalið eisini grundað á hetta. Miðlahúsið hevur soleiðis ment seg út á fleiri miðlapallar: Sosialin, Rás2 og heimasíðuna www.portal.fo hjá Føroya Tele, um- framt InternetSosialin og Sosial- in í pdf-útgávu. Vit halda okkum síggja veruleikan í eyguni, at hesir nýggju og skjótu miðlarnir hava fingið alt størri týdning fyri tíðindaflutningin, og hevur blaðið, sum vit hava kent tað higartil, fingið eina aðra uppgávu við at hava øðrvísi tíðindaflutning, sum meira er sín egni við tíðindum, kjaki, reportasjum, ummælum sam- røðum og øðrum. Soleiðis fevnir tíðindavirksemið hjá Miðlahúsinum framvegis um tíðindi alt samdøgrið. Skjótu miðl ar- nir hjá okkum leggja enn sum áður dent á skjótu tíðindini, har Rás2 við fimm tíðindasendingum um dagin hevur fingurin á pulsinum, meðan Portalurin alt samdøgrið verður dagførdur við tíðindum. Hóast tað var í síðstu øld, at einkar rætturin til útvarp og sjón varp varð avtikin, so hevur politiski myndugleikin enn ikki mengað at livað upp til krøvini, sum hetta setur einum public service kringvarpi. Løgtingið vil ikki játta neyðugu pengarnar, og stovnurin sleppur heldur ikki at hækka kring varpsskattin tilsvarandi. Tí virkar okkara public service kring- varp framvegis á handilsligum grund arlag – í harðari og ójavnari og órættvísari kapping við privatu miðlarnar, sum bara liva av teimum inntøkum, teir sjálvir megna at skapa sær. Sølan av blaðnum er vaks in við 12 prosentum Havnar kirkja skipar fyri matiné hvønn leygardag í juni og juli mánaði. Vanliga er matiné ein leygardag um mánaðin, men um summarið hevur seinastu árini verið matiné hvønn leygardag. Matinéirnar eru leygardag klokkan 11.30 – 12 og eru serliga summarmatinéirnar bæði tilboð til borgarar í Havn og til ferðafólk, sum koma hendaveg. Tey fáa høvi til at uppliva livandi tónleik í hugnaligu kirkjuni og fáa innlit í, hvørjum støði føroyskur tónleikur er á. Skráin til summar mati- né irnar er sera fjølbroytt. Tey, sum framføra eru yrkistónleikarar bæði úr Før oyum og aðra staðni frá og ungir føroy ing ar, sum virka sum tón leik- arar ella fáa sær út búgv- ing uttanlands. Summ ar- matinéinar er sostatt eisini eitt høvi hjá teim ungu at koma heim og vísa, hvussu gongst teimum uttanlands. Eisini fara vitjandi kór at framføra, og Summartónar hevur eisini eitt av sínum tiltøkum í Havnar kirkju ein leygardag í juni. Teir komandi fýra leyg- ar dagarnar spæla hesi til matiné í Havnar kirkju: 5. juni Agnar Lamhauge, kontrabas. Jóhannes Andre- asen, klaver 12. juni Jóannes Nolsøe, orgul 19. juni Torleik Morten- sen, kontrabas 26. juni Jorunn Abra- hamsen, floyta. Ingeborg Fangel Mo, sang. Thomas Winthereik gittar 3. juli Sct. Severin Pige- kor. Kór úr Haderslev Summarmatinéir í Havnar kirkju MiðLar í broytingartíðuM Tað gongur skjótt fyri seg hjá Livar Nysted og hinum, sum í gjár fóru undir at rógva teinin úr New York í Amerika til Falmouth í Onglandi fyri at sláa 105 ára gamla metið skulu teir klára hetta undir 55 dagar. Bátur og manning hava fingið eina góða byrjan - longu nú eru teir lagt somikið av sjógvi afturum seg, at teir eru komnir út á opið hav. Myndin vísir gongdina til klokkan 9 í morgun. Teir fór klokkan 14:00 í gjár. Tað ber til at fylgja teimum á slóðini www.trip.fo Klokkan 7 í morgun høvdu teir róð 113 km. Um tað gongur væl, meta teir seg klára at rógva 160 km um sam døgrið. Livar Nysted var annars sera varin áðrenn fráferð og segði, at tað kundi taka nógva tíð at koma leysur frá landi. Tó hevur tað víst seg, at higartil hevur tað ging- ið væl. Úti á opnum havi veitst tú ongantíð, hvørjar avbjóðingar standa fyri framman. Trupulleikarnir, ið standast upp umborð, mugu eisini loysast umborð. Teir hava roynt at vart seg fyri hugsandi trupulleikum, eitt nú við at hava eyka árar við, eitt nú greiðir til at fiksa rórðið við, um tað skuldi farið. Livar og teir komnir út á hav Skrímslini til Madrid Ikki ov tíðliga í skúla Jeffrei henriksen kJak á síðu 13 Hug­ burðurin til samkynd trupulleikin Jóna mortensen kJak á síðu 13