mánadagur 31. mai 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. mai · Nr. 88
2
Sosialurin
Skeið og
fyrilestrar
Á ársins Fjarðafestivali
verður ikki bert tónleikur
á skránni.
Undan
øllum
fram
førsl unum
av
tónleiki,
verð ur eitt seminar hild
ið við einum hópi av
áhugaverdum fyrilestrum
og fyrilestrarhaldarum.
Hetta seminarið byrjar
longu í kvøld við tveimum
fyrilestrum
í
Kelduni.
Annar fyrilesturin er við
Símuni Absalonsen sum
fer at tosa um kristnu
heims myndina og natural
ismuna, meðan teir báðir,
Ingibjørn Royðutoft og
Ólavur
Jacobsen
fara
at tosa um tað at bera
gleðiboðskapin út.
Týskvøldið
verða
somu leiðis
tveir
fyri
lestr ar á skránni. Báðir
fyrilestrarnir hava tað til
felags, at teir snúgva seg
um nøkur viðurskifti, ið
ein eigur at hugsa um í
samband við framførslur.
Samuel Jacobsen fer at
tosa um ljóðtøkni, meðan
Ásbjørn Berthelsen hevur
valt »So tað hoyrist og
sæst« sum yvirskrift yvir
sítt evni.
Seinasta
evnið
sum
verð ur tikið upp á semi
narinum er eitt, ið Jógvan
Zachariassen hevur valt
at kalla »Tónleikur og
tíðarrák«.
Allir fyrilestrarnir verða
hildnir í Barnasalinum og
í Kafeterianum, og byrja
teir kl. 19:30.
Fjarðafestivalredaktiónin:
Snorri
Brend
snorri@sosialurin.fo
Fjarðafestivalurin
Jens Kristian
Vang
jensk@sosialurin.fo
Dagfinn
Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Mikudagin:
Norðoyastevna
Snorri Brend
Nógv praktiskt fyrireikingararbeiði
er gjørt. Nógvar telefonsamrøður
og mailar eru sendir og móttiknir.
Nógvir kvøld og náttartímar eru
farnir til fyrireiking. Og síðst,
men kanska ikki minst eru nógvar
stundir brúktar í bøn til Guds um,
at hesin festivalurin má verða til
signingar og gleði fyri mong.
– Ja, vit eru í øllum førum klárir,
slær ein av stigtakarunum, Vinjard
Johansen fast, tá vit høvdu hann í
telefonini í gjárkvøldið.
Fyrstu tiltøkini – eitt seminar
– byrja í kvøld og tónleikurin hós
kvøldið. Og í dag verður eisini farið
undir tað praktiska arbeiðið at seta
tjaldið upp og annars rigga tað
seinasta til.
Fyri hvørt oyra
Stigtakararnir til Fjarðafestivalin
hava so líðandi fingið størri og
størri royndir við at skipa fyri
einum so stórum og umfatandi
tiltaki, og sum tað tekur sína tíð at
fyrireika.
Festivalurin hevur eitt rímiliga
fast innihald, men broytingar eru
kortini í. Dentur verður lagdur á, at
øll skulu kunna koma á festivalin og
øll skulu kunnu fáa nakað burtur
úr. Tí verður bæði tónleikur fyri
børnini, tey tilkomnu og sjálvandi
eisini til tey ungu.
Onkrar broytingar verða sjálv
andi framdar. Í ár verður í øllum
førum tann broytingin, at meiri
verður gjørt fyri børnini.
Haraftrat fer tónleikurin at
verða framførdur á tveimum pallum
– einum inni í stóra møtisalinum
hjá samkomuni, og einum í stórum
tjaldi, ið verður reist uttandura.
Men eingin festivalur uttan eitt
høvuðsnavn. Í ár er eingin ivi um,
at høvuðsnavnið er fyrrverandi
limurin í kenda bólkinum Korn,
Brian Head Welch.
– Eg tosaði við hann fríggjadagin.
Og jú, hann er øgiliga spentur at
koma til Føroyar. Tá vit Korntaktaðu
hann fyrstu ferð, hevði hann ikki
ánilsi um, hvar Føroyar lógu, sigur
Vinjard Johansen. – Sovítt eg veit,
er hetta eisini fyrstu ferð at hann
kemur til Europa.
snorri@sosialurin.fo
– Vit eru klárir
Í Skálafirði Hesar seinastu mongu mánaðirnar hava fólk í, og rundan um
samkomuna Kelduna havt eitt stórmál í huga: Fjarðafestivalin 2010.
Í fjør var Jeremy Camp høvuðsnavn á Fjarðafestivalinum. – Aftur í ár hava vit nakað til allar aldursbólkar
og til tey, ið dáma ymiskan tónleik, sigur Vinjard Johansen sum her er avmyndaður saman við Mr. Camp
Mynd: fjardafestival.com
Góður stemningur í Kelduni
í fjør, tá bæði føroyskir
og útlendskir úrmælingar
settu sín dám á festivalin
Mynd: fjarðafestival.com