mánadagur 31. mai 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 31. mai · Nr. 88
Sosialurin
Sam
skipað
inn
skúling?
Sosialurin
endurgevur
lands stýriskvinnuna
í
mentamálum fyri at siga,
»at verandi skúlaskipan
hevur tørv á at verða um
skipað, so hon í størri mun
hóskar til natúruna hjá
barninum.« ... »tað eigur
at bera til at laga eina
skipan til, sum tekur støði
í barninum ...«
So satt, so satt!
Men tað verður ikki
gjørt, so sum nú er ætl
an in, við at seta børn á
skúlabonk, áðrenn tey eru
búgvin til slíkt. Tað er nóg
ringt, sum er, at tey verða
koyrd í skúla 7áragomul.
Tú kanst altíð vísa á
okkurt 7áragamalt, sum
dugir at lesa; men hjá fjøld
av so ungum børnum er
tað at skula læra at lesa ein
órímilig plága, órímilig, tí
tey koma skjótari á lagið,
um bíðað verður, til tey eru
búgvin til tess.
Carl Aage Lar sen, pro
fessari
í
undirvísingar
frøði, gjørdi á sinni vart
við, at tú kanst byrja lesi
undirvísingina, tá ið børnini
eru 6ára gomul; tá tekur
tað 4 ár at læra at lesa. Vit
kunnu byrja, tá ið tey eru 7
ár; tá tekur tað 3 ár. At byrja
við 8ára gomlum tekur 2
ár. Hjá 9ára gomlum tekur
tað 1 ár. Hann visti eisini at
siga frá, at einaferð vitj aði
ein lærarabólkur úr Niður
londum danskar skúl ar; tey
undraðust á, at donsk børn
dugdu líka væl at lesa sum
tey í Niðurlondum, hóast
tey í Danmark ikki fóru í
skúla fyrr enn 7 ára gomul.
Gevið gætur, at tað –
»eitt nú í Danmark« – vóru
politikararnir, ið skipaðu
fyri, at børnini skulu í
skúla longu 6áragomul;
lærararnir mótmæltu!
Takk havi Asta í Toft
fyri tað, hon sigur í sama
Sosiali. Har verður tikið
støði í barninum.
Jeffrei Henriksen
Við nútímans tøkni hevur
borið til at búgva uttanlands
og kortini hava samstarv við
føroysku peningastovnarnar.
Sum privat persónur havi
eg konto í donskum banka,
men samstundis havi eg
eisini konto í føroysku pen
ingastovnunum, tí mín før
oyska inntøka, skal sjálvandi
fara inn á hesi konti. Á
sama hátt er eisini neyðugt
fyri
føroyskar
fyritøkur,
sum eg arbeiði fyri, at hava
samskifti við bankarnar í
Føroyum. Hetta samskifti
hevur nú í fleiri ár riggað
uttan trupulleikar.
Tað hevur ikki verið neyð
ugt hjá mær at hava føroyskan
netbanka, men Elektron skip
anin við telefontænastu og
telefaxtænastu hevur verið
ein stór hjálp. Við einum
loynitali hevur verið møguligt
at fingið støðuna á kontoni
gjøgnum telefontænastuna,
og annars tá tørvur er á tí at
fáa útskrivtir gjøgnum fax
tænastuna.
Men so kemur speril í.
Nøkur ljós høvd í teim meira
ella
minni
“danifi ser aðu”,
(onkur kallar tað “glo bali
ser aðu”)
føroysku
bank
un um finna út av, at nú er
Elektron ikki nóg gott longur.
Nú skal okkurt sum eitur
SDC yvirtaka kt skipanina,
tí tað er meira danskt, og
tí pr. definitíón meira nú
tímans. Boð koma út um, at
umleggingin verður framd
eitt langt vikuskifti í mai
mánaða. Í nakrar dagar virkar
netbankin ikki, sjálvtøkan
virkar ikki, telefontænastan
virkar ikki og telefaxtænastan
verður heilt avtikin.
Eftir hvat ið ljóðar, so
eru trupulleikar við at fáa
sjálvtøkurnar aftur at virka,
netbankin hjá fólki gevur
trupulleikar, skatta og løn
gjaldsskipanirnar hava eisini
sínar trupulleikar o.s.fr.
Sum nevnt eri eg bert av
og á í Føroyum, so eg havi ikki
roynt sjálvtøkurnar síðani
umleggingina, og netbanka
havi eg sum sagt ikki. Men
telefon og telefaxtænastuna
havi eg brúkt javnan. Aftaná
umleggingina ringdi eg til
peningastovnarnar.
Fyrst
til Føroya Banka. Har kom
telefonsvarari, sum segði, at
telefonin var opin til klokkan
22. Um eg bíðaði nóg leingi
tók telefonin við. Hon ringdi
eina góða løtu, men har kom
einki svar. Nakrar dagar seinri
eydnaðist at fáa onkran at
svara. Eg vildi gjarna hava skil
á nýggju tænastuni og nýtt
loynital.Eg bað um at tosa
við einar tveir navngivnar
persónar,
men
teir
vóru
sjálvandi ikki til staðar. Síðani
lovaði telefondaman at senda
mær eitt nýtt loynital til eina
ávísa konto. Men tað er enn
ikki komið. Sigast skal tó, at
eg fekk váttað saldo og nakrar
flytingar frá telefondamuni,
sum annars var bæði fólkalig
og skilagóð.
Eisini ringdi eg til Eik
Banka. Men har var stórt sæð
sama skilið. Aftaná tógv ið
stríð fekk eg tó fatur á einum
persóni, sum vinar liga hjálpti
mær við at vátta eina saldo.
Men eg kom ikki nærri eini
nýggjari
telefon tæn astu
skip an. Nakað frægari gekk,
tá eg ringdi til Suðuroya
Sparikassa. Har svaraði tele
fonin lutfallsliga skjótt, og eg
fekk svar uppá nakrar spurn
ingar. Men framvegis eingin
nýggj telefontænasta.
Sjálvandi skal ein ikki
kverulera meira enn hægst
neyðugt, men føroysku pen
ingastovnarnir hava í fleiri
ár havt eina góða skipan við
fleiri skilagóðum tænastum.
Tað skuldi tí ikki veri neyðugt
við eini umfatandi umlegging.
“Never change a winning
team”.
Men gjørd gerð fær onga
vend.
Gomlu
tele fon tæn
ast una fái eg ikki aftur, men
vónandi fái eg skil á eini
nýggj ari,
nú
hvítusunnan
er farin afturum. Tað sum
verri er, er at faxtænastan er
horvin. Eingin útskrivt verður
at fáa í framtíðini uttan eftir
serligari avtalu og fyri ein
lutfallsligan dýran kostnað.
Ikki serliga kundavinarligt.
Og so hevur umleggingin
kostað
peningastovnunum
stóra milliónaupphædd.
Til seinast eitt lítið hjarta
suff afturat. Føroya Banki
hevur broytt navn til tað
full komuliga identitetsleysa
NordikBank. Men tíbetur sær
ikki út til, at fólk taka hetta
til sín. Mest brúkta navnið er
framvegis Føroya Banki. Men
skal ein vera heilt formellur,
so er tað í veruleikanum
Sjóvinnubankin, sum enn er
virkin.
Jógvan Sundstein
Skemtiligt álvara ella álvarsamt skemt
Ein viðbrekin spurningur, tí
sigur tú nei, ert tú fordómsfull
og dømandi. Sjálvandi eru
samkynd líka góð foreldur,
sum eg og onnur, tað hevur
jú einki við seksuella orien
tering at gera, hvussu ein
er sum persónur. Men tað
sum fólk gloyma, haldi eg, er
at ættleidd børn eru meira
»viðbrekin« enn biologisk
børn. Tað er í hvussu so
er mín roynd. Tey skulu
fyrihalda seg til nógv meira
enn biologisk børn. Hvaðani
komi eg, hvørji eru míni
biologisku foreldur, hví havi
eg ein annan húðarlit. Tey
eru ofta rastleys og føla seg
ofta ikki heilt accepteraðan,
føla at tey allatíðina skulu
»forsvara seg«.
Hví verði eg happað, ja
trúgv mær, eg veit hvat eg tosi
um. Happing er ikki fremm
and í Føroyum og ongantíð
verri enn, tá tey eru børn.
Eg kann bara ímynda mær,
hvat tey skulu ígjøgnum, tá
tey skulu »forsvara« at hava
tvey foreldur av sama kyni.
Fordómarnir fyri samkyndum
eru so nógvir bæði her og
arðastaðni, tað síggja vit jú
allatíðina. So kann ein so
siga, skulu tey samkyntu so
svíða fyri at so er? Tað áttu
tey ikki, vit hava jú lógir
fyri, at soleiðis átti tað ikki
at verið. Men veruleikin er
jú ein annar, og tað mugu vit
fyrihalda okkum til. Vit liva
enn í eini lítlari ostaklokku,
hvar fordómur stórtrívist,
tíverri.
Fyri 8 árum síðani stóð
ein grein um hettar sama
evni í einum donskum blað,
»Adoption og Samfund«. Eg
sat akkurát og læs greinina, tá
dóttirin sum tá var 9 ár kom
inn, hon spurdi meg hvat stóð
har. Eg forklári henni, at tað
stendur, at samkynd eiga at
hava rætt til at ættleiða. Hon
hugdi upp á meg og segði, nei
so hevði eg heldur vilja doyð á
gøtuni í India.
Hví sigur tú so segði eg.
Tí tað er nóg strævið at vera
annarleiðis í Føroyum, sum er,
svaraði hon. Og eg trúgvi, at
hattar er akkurát trupuleikin.
Tað er ein ov stórur biti hjá
børnunum at slúka. Tey eru
so nógv annarleiðis sum er,
at fundamentið má verða
so »vanligt« sum gjørligt.
Eg vóni ikki, at eg traðki á
nakran, tí trupuleikin er ikki
um foreldrini eru samkynd,
tað er holdningurin í sam
felag num til samkynd, sum
er trupul leikin.
Jóna Mortensen
Skulu samkynd hava loyvi at ættleiða ?
Føroya Banki hevur broytt navn til
tað full komuliga identitetsleysa
NordikBank. Men tíbetur sær ikki út
til, at fólk taka hetta til sín. Mest
brúkta navnið er framvegis Føroya
Banki